a í 1801 til 1911. Í 1801 vóru 16 hús við 68 fólkum í Norðragøtu. Í 1834 vóru framvegis 16 hús, men nú við 106 fólkum. Fram til 1860 vóru 19 hús, og var fólkatalið tá komið upp á 118. Fólka- og húsatalið [...] í 1911 33 hús, og fólkatalið var 185. Tískil vóru bygdirnar nakað líka til støddar. Við Gøtugjógv vóru seks hús við 48 fólkum. Undir Gøtueiði var eitt hús við níggju fólkum. Tað vóru tískil tá um 400 fólk [...] kirkjuna. Hetta var 23. mai 1879. Hesa søgu koma vit aftur til. Inntil tá var Blásastova eisini vertur hjá presti, tá ið hann kom á vitjan seks ferðir árliga at hava altargongd, barnadóp, jørðákasting og tað
fara vit aftur at uppliva eina fiskivinnu, sum fer at gera frambrot og mennast, sum vit sóu fyri fáum árum síðan – og vit øll fáa ágóðan av hesum. Nýggj skip eru meira effektiv, og manningarnar hava betri [...] , men her mugu vit ikki gloyma, at fiskivinnan – eins og allar aðrar vinnur – fevnir um familjur við hjúnafelaga og børnum o.s.fr . Vit mugu ikki gloyma, at konur og menn hava bygt hús og stovnað familju [...] ótrygga politikk skulu vit hava eina tryggaloyvisskipan til fiskivinnuna við eini rímiligari uppsagnartíð, sum byggir á søgulig rættindi, og sum er umsetilig. Fiskivinnan skal hava long og trygg rættindi
landi á okkara leiðum. Men út frá teimum fýra dystunum, sum teir nakrantíð hava leikt ímóti evropeiskum landsliðum, kunnu vit gera okkara niðurstøður um, hvørjum støði gestirnir hjá føroyingum eru á. Úrslitini [...] Pahhómov sær at byggja eitt fullkomiliga nýtt lið upp, og sum vit síggja á listanum yvir teir leikararnar, ið skulu koma til Føroya við Atlantsflogi, hava teir lítlar og ongar altjóða royndir. Drúgva ferðin til [...] Søgan um týskarar í Kasakstan Tað var so seint, sum í 1936, at Kasakstan fekk eitt slag av heimastýri, tá ið eitt so kallað ?kasakiskt sjálvstýrandi sovjetiskt lýðveldi? var sett á stovn. Í veruleikanum høvdu
Fylgja býarlívinum - Fólk ána ikki, at vit hava so gott útsýni her, men veruleikin er tann, at vit síggja næstan allan býin hiðani. Vit kunnu fylgja við í býarlívinum - tá býurin vaknar, fólk sum eru á veg [...] ta raðhúsinum. Hon vísir á, at tey hava stóra gleði av urtagarðinum framman fyri húsinum og at sita og hugna sær á altanini, tá veðrið er gott. - Alt hetta missa vit, um ein so høgur bygningur kemur upp [...] rnir hava kunnað Býráðið um ætlanina, men enn hevur málið ikki verið til viðgerðar. Tá grannarnir vórðu kunnaðir um hetta, tóku teir stig til at senda býráðnum eitt mótmælisskriv. Tilsamans hava 9 húski
samvinnu við eina av teimum størstu grannskoðanarfyritøkunum í heiminum, Coopers & Lybrand, sum vit hava eina assosieringsavtalu við. Hetta er eitt samarbeið, ið Grannskoðarafelagið hevur havt gagn av [...] ráðføra okkum við teirra serfrøðingar innan grannskoðan, skatt, roknskap og vinnulógir. Sum vera man hava vit serliga havt nógv samstarv við Coopers & Lybrand í Danmark. Nú hevur Coopers og Lybrand lagt saman [...] 1978 var starvsfólkatalið komið upp á 12, og tað vaks støðugt, so fyrrapartin í 80-unum vórðu eini hús keypt afturat, har nøkur av starvsfólkunum hildu til. Í februar mánaði í 1976 varð flutt í nýbygd hølir
samvinnu við eina av teimum størstu grannskoðanarfyritøkunum í heiminum, Coopers & Lybrand, sum vit hava eina assosieringsavtalu við. Hetta er eitt samarbeið, ið Grannskoðarafelagið hevur havt gagn av [...] ráðføra okkum við teirra serfrøðingar innan grannskoðan, skatt, roknskap og vinnulógir. Sum vera man hava vit serliga havt nógv samstarv við Coopers & Lybrand í Danmark. Nú hevur Coopers og Lybrand lagt saman [...] 1978 var starvsfólkatalið komið upp á 12, og tað vaks støðugt, so fyrrapartin í 80-unum vórðu eini hús keypt afturat, har nøkur av starvsfólkunum hildu til. Í februar mánaði í 1976 varð flutt í nýbygd hølir
tiltak. Tað tykist mær heilt løgið, at vit ikki longu hava nógv meiri gransking innan hesi øki, sum hava so stóran týdning fyri okkara útflutningsvinnu. Mær vitandi hava øll framkomin lond alment fíggjaða [...] útlandinum, so hava hesir føroysku granskarar einki at liva av og fara sjálvandi at rýma av landinum. So kunnu vit byrja umaftur. Her eru vit heilt øðrvísi fyri enn onnur lond, sum hava granskaraparkir [...] hvørji serøki vit kunnu dyrka í Føroyum. Hvar vit hava bestu møguleikarnar til at náa granskingarúrslitum, sum kunnu økja vinnumøguleikarnar í sambandi við matvøruframleiðslu og aling. 4. Tá tað er gjørt
miðstaðarøkinum hava yvir 150 fólk søkt um at fáa grundstykki. - Men tað er eisini rættiliga stórur áhugi fyri at búsetast í øðrum bygdum í kommununi, serliga á Skála, har eini 30 fólk hava søkt um grundstykki [...] ætla sær at byggja beinanvegin og hvussu nógv hava søkt fyri at tryggja seg, tí tey vita at tey koma at bíða eini tvey ár og so vilja tey vissa sær stykki, tá ið tey eru klár at byggja. Sjálvur metir bo [...] at rúgvan av umsóknum frá fólki, sum vilja búgva í kommununi, veksur frá degi til dags. Í løtuni hava tey heilar 200 umsóknir um grundstykki liggjandi á skrivstovuni í Runavíkar Kommunu, ella í hvussu
niðurberja eina møguliga føroyska mótstøðu. Heldur ikki eiga vit at gloyma - vit mugu jú ikki »fortrongja søguna«, Virgar - at føroyingar ongantíð hava latið Føroyar upp í danskar hendur. Føroyar vóru bara tiknar [...] Virgar og Rolf tykjast ongan veruligan áhuga at hava í føroyskum politikki; teir vilja bert hava, at Føroyar ongantíð broytast. Føroyar skulu ongar ambitiónir hava, onga burðardygga vinnu (tað kann blokkurin [...] okkara byrjan og endi, okkara alt. Vit, sum ynskja fullveldi, við tilhoyrandi avbjóðingum, fyrimunum, arbeiði og ábyrgd, hava ikki í sinni at oyðileggja nakað fyri nakran. Vit ynskja bert at byggja, menna og
í lestrarørind-um ella arbeiðsørindum. b) ikki áður hava bygt hús á grundstykki, sum hann hevur keypt frá kommun-uni. c) ikki eiga annað hóskandi hús ella grundstykki í kommununi. d) vera fyltur 18 ár 4 [...] ístaðin fyri reglarnar, sum hava verið í gildi. Leivur Hansen, býráðslimur helt, at í grundini var talan um eitt ovurhonds stórt og grundleggjandi mál og tí mælti hann til at hava borgarafund um málið, so [...] nýggju reglugerðina, og at vit fingu eitt alment kjak um hana, áðrenn hon verður endaliga samtykt. Men tað helt meirilutin ikki vera neyðugt, hildið varð ikki, at tað var rætt at hava borgarafund um alt møguligt