Grannarnir eru í øðini

Grannarnir í Sornhúsgøtu hava sent Býráðnum mótmælisskriv og savnað undirskriftir at mótmæla ætlanina hjá Farex-monnunum, um at byggja ein bygning í fimm hæddum upp fyri hús teirra.


Grannarnir eru ikki sørt skelkaðir av ætlanunum hjá Farex monnunum, Róa Egholm, Kaj Leo Johannesen og Kára Danielsen, um at byggja ein bygning í fimm hæddum framman fyri húsum teirra.
- Tað var eitt chok hjá okkum at finna útav, at vit nú eru í vanda fyri at missa alt útsýnið, ið júst hevur verið ein av stóru fyrimunurin við at búgva her, sigur Maud Vang Hansen, sum er millum íbúgvarnar, ið hevur brúkt nógvan pening til at flyta bæði stovu og køk upp í erva, so tey fáa sum best burtur úr útsýninum.
 
Sera vónbrotin
Helga Djuholm hevur búð í raðhúsunum í tríati ár:
- Haldi et tað er einki minni enn forkastiligt, at teir ongantíð hava sett seg í samband við okkum og kunnað okkum um verkætlanina, og tað er ikki minst tað, sum er so er særandi í hesum málinum, sigur Helga Djurholm, sum býr í triðja-innasta raðhúsinum. Hon vísir á, at tey hava stóra gleði av urtagarðinum framman fyri húsinum og at sita og hugna sær á altanini, tá veðrið er gott.
- Alt hetta missa vit, um ein so høgur bygningur kemur upp fyri, staðfestir hon.
 
Fylgja býarlívinum
- Fólk ána ikki, at vit hava so gott útsýni her, men veruleikin er tann, at vit síggja næstan allan býin hiðani. Vit kunnu fylgja við í býarlívinum - tá býurin vaknar, fólk sum eru á veg í kirkju og fólk, sum fara heim úr Kagganum. Og so er ljósið nakað av tí besta við at búgva her, sigur Maud Vang Hansen, sum tó ikki roknar við, at Býráðið fer at geva byggiloyvi.
- Eg slapp enn ikki at byggja ein hálvan metur upp í altanina, tí tað var brot á byggisamtyktina. So tað skuldi verið løgið, um teir sleppa at byggja upp fyri øll húsini her, sigur altanina út ein hálvan metur, sigur Katrin Mikkelsen, sum ikki er so bjartskygd sum Maud.
- Eg rokni við, at teir fáa loyvi til tað, tí tað er ikki nakað pláss eftir í býnum og tí verður heldur bygt upp eftir, sigur hon.
 
Tað verður bølamyrkt
Byggiharrarnir hava kunnað Býráðið um ætlanina, men enn hevur málið ikki verið til viðgerðar. Tá grannarnir vórðu kunnaðir um hetta, tóku teir stig til at senda býráðnum eitt mótmælisskriv. Tilsamans hava 9 húski í raðnum undirskrivað mótmælið.
- Teir kundu um ikki annað bjóða okkum eini nýggj hús, tí okkara verða onki verd, um ein so høgur bygningur kemur at standa beint upp ímóti okkara, sigur Helga Djurholm.
Katrin Mikkelsen, sum hevur búð í næstinnasta húsinum í 5 ár, skoytir uppí, at tað verður bølamyrkt inni um dagin, um verkætlanin verður góðkend av býráðnum og húsini koma upp at standa, sum byggiharrarnir hava ætlanir um.
 
Óhóskandi bunkari
Í mótmælisskrivinum, sum grannarnir sendu býráðnum 23. oktober, verður millum annað sagt, at byggingin fellur ikki inn í lendi og grannalagið.
- Hóast arkitekturin aftanfyri íbúðarblokkætlanina hevði sum uppgávu at gera sniðið soleiðis, at bygningurin hóskar til verandi umhvørvi, er tað okkum eyðsæð, at bygningurin als ikki hóskar inn í verandi Havnamynd. Til tess er bygningurin alt ov tungur og stórur. Vit halda harafturat at tað bunkaralíknandi sniðið als ikki hóskar saman við verandi húsum í økinum, verður sagt í mótmælinum.
 
Friða heldur húsini
Grannarnir siga eisini, at teir halda, at verandi doktararahús eru perlur í býarmynduni, sum Býráðið átti at vart og kanska enntá friða.
- Henda framúrskarandi býarmynd eigur ikki at verða ofrað í reinari peningaspekulatión, sum íbúðarblokkurin í veruleikanum er.
 
Ferðsluruðuleiki
Í mótmælinum siga grannarnir eisini, at byggingin elvir til størri ferðslutrupulleikar, tí íbúðarblokkurin skal hava inn- og útkoyring fra Gripsvegnum.
- Vit eru greið yvir ferðslutrupulleikarnar við Gripsvegin, partvís tørvandi parkeringspláss í ólukkumáta í økinum og partvís torføru út-/innkoyringarnar frá síðugøtunum Sornhúsgøtu, Fjósagøtu ofl... Vit  síggja  fyri okkum eitt  eljustríð um parkeringspláss, sum  avgjørt ikki verður grannalagnum at gagni – heldur tvørturímóti.
 
Byggisamtyktunum broytast
- Vit síggja longu nú, at íbúðarblokkaætlanin als ikki kemur at lúka byggisamtyktirnar. Skal ætlanin realiserast sambært umsóknini, verður Býráðið at broyta serstøku byggisamtyktina fyri øki ella geva loyvi til munandi frávik fra henni, og hesum mótmæla vit sum búgva næst, stendur eisini í mótmælisskrivinum.
 
Tekur útsýnið
Íbúgvarnir siga eisini í skrivinum, at íbúðarblokkurin verður bygdur so langt niðan móti sornhúsgrannunum sum gjørligt.
- Hetta saman við tí hædd blokkurin væntast at fáa, kemur at taka frálíka útsýnið, og enntá dagsljósið, frá grannunum, sum jú er ein týdningarmikil trivnaðarparametur hjá íbúgvunum. Tað er alt annað enn huganligt at fáa ein betongvegg at hyggja at í staðin fyri dagsins útsýni. Tað er heldur ongin loyna, at fíggjarliga virði av húsunum í Sornhúsgøtu í stóran mun er treytað av frálíka útsýninum. 
 
Friðið heldur
Og sagt verður víðari, at tey eru sannførd um, at nevndi íbúðarblokkur verður ein byrða fyri trivnaðin í grannalagnum og harumframt kemur blokkurin at skemma umhvørvi munandi har á leið. Sostatt er hatta ein verkætlan, sum er heilt burturvið, stendur at lesa í mótmælinum, sum endar við einari áheitan, ið er skrivað við feitum:
- Vit mótmæla ætlanini um at byggja nevnda íbúðarblokk við R.C. Effersøesgøtu og krevja at ætlanin verður steðgað.
Hinvegin ynskja vit, at Býráðið tekur stig til at friða tey bæði gomlu læknahúsini við tilhoyrandi urtagørðum, sum tær perlur í býarmyndini, sum hesi bæði hús eru í dag. Hetta til gagn fyri býarmynduna og íbúgvarnar í Tórshavn, verður sagt at enda.
 
--
 
Myndatekstur: Tær tríggjar: Helga Djurholm, Katrin Mikkelsen og Maud Vang Hansen, eru millum íbúgvarnar í Sornhúsgøtu, sum fara at kenna sviðan, um eini stór íbúðarhús verða bygt upp fyri raðhús teirra.