Grundstykki
Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at gera nyggjar reglur fyri tey, sum søkja um grundstykki frá Tórshavnar kommunu.
Tað var á býráðsfundi hóskvøldið, at býráðið samtykti tær nýggju reglarnar, sum nú koma ístaðin fyri reglarnar, sum hava verið í gildi.
Leivur Hansen, býráðslimur helt, at í grundini var talan um eitt ovurhonds stórt og grundleggjandi mál og tí mælti hann til at hava borgarafund um málið, so at almenningurin fekk høvi at siga sína hugsan um nýggju reglugerðina, og at vit fingu eitt alment kjak um hana, áðrenn hon verður endaliga samtykt.
Men tað helt meirilutin ikki vera neyðugt, hildið varð ikki, at tað var rætt at hava borgarafund um alt møguligt.
Reglugerðin, sum nú er samtykt, er soljóðandi:
1.Umsøkjarin verður settur á umsóknarlistan í raðfylgju eftir umsóknardegi
2.Umsøkjarin kann velja at standa á hesum umsóknarlistum:
a) Tórshavn, Argir og Hoyvík
b) Kaldbak og Kaldbaksbotnur
c) Hvítanes
d) Kollafjørður og Signabøur
e) Norðradalur
f) Syðradalur
Til ber hjá umsøkjara at standa á einum ella fleiri listum. Men tó kann bert verða boðið honum eitt stykki, og tekur hann við tilboðnum, verður hann strikaður av øllum listum.
3. Fyri at verða settur á listan skal umsøkjarin:
a) vera tilmeldaður Tórshavnar kommunu ella vera frámeldaður í lestrarørind-um ella arbeiðsørindum.
b) ikki áður hava bygt hús á grundstykki, sum hann hevur keypt frá kommun-uni.
c) ikki eiga annað hóskandi hús ella grundstykki í kommununi.
d) vera fyltur 18 ár
4. Umsøkjari, ið stendur fremst á listanum, fær fyrst boðið grundstykki. Er talan um nýggja útstykking, verður lutakast um, hvør skal hava hvørt stykki.
5. Umsøkjari, ið ikki tekur við bodnum stykki, kann verða standandi á listanum, um hann ynskir tað, og verður hann fyrstu ferð standandi í sama stað og síðani fluttur aftast á listan.
6. Umsøkjari, ið tekur við bodnum stykki, verður strikaður av umsóknarlistanum. Letur hann stykkið inn aftur, áðrenn bygt er á stykkið, kann hann koma á listan aftur, men skal søkja av nýggjum.
7. Víkjast kann frá hesum reglum, tá ið talan er um serstakar grundir, ið býráðið kann góðkenna.
Tilvildarligt
Tað, sum elvdi til mest kjak á býráðsfundinum, var grein sjey, har tað er ásett, hvussu undantøk skuldu viðgerðast.
onkrir býráðslimir førdu fram, at tað tað var ógvuliga tilvildarligt, hvussu umsóknir um frávbik vórðu viðgjørd í Býráðnum og at tað kundi ikki ganga. Jógvan Arge, sum er limur í byggi- og býarskipanarnevndini, førdi fram, at á fundi í nevndini varð samtykt, at
umsóknir um at víkja frá reglunum eftir punkti 7, skulu leggjast fyri byggi- og býarskipanarnevndina.
Men nú málið verður lagt fyri býráðið, er tað fíggjarnevndin, sum skal gera tilmæli um, hvussu frávik kunnu gerast og tí helt hann ikki, at málið varð lagt fyri býráðið samsvarandi teimum avtalum, sum vórðu gjørdar frammanundan.
Tí mælti hann til, at málið fór aftur í nevnd so at greiðar reglur kundi gerast fyri, hvussu punkt sjey skuldi umsitast.
Men tað fekk hann ikki meiriluta fyri og ístaðin samtykti býráðið reglugerðina, sum hon er prentað omanfyri.