Tað er rættiligur gravgangur eftir at sleppa at búgva við Skálafjørðin.
Á býráðskrivstovuni Runavík, kunnu tey ikki annað enn staðfesta, at har koma javnan umsóknir um grundstykki bóltandi inn um skivuna í einum jøvnum streymi.
Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri í Runavík, sigur, at rúgvan av umsóknum frá fólki, sum vilja búgva í kommununi, veksur frá degi til dags.
Í løtuni hava tey heilar 200 umsóknir um grundstykki liggjandi á skrivstovuni í Runavíkar Kommunu, ella í hvussu so er, heilt tætt við 200.
Borgarstjórin sigur, at størsti áhugin er fyri at búsetast í sjálvari Runavíkini og har um leiðir, tí har í miðstaðarøkinum hava yvir 150 fólk søkt um at fáa grundstykki.
- Men tað er eisini rættiliga stórur áhugi fyri at búsetast í øðrum bygdum í kommununi, serliga á Skála, har eini 30 fólk hava søkt um grundstykki.
- Eisini í Søldafirði og Rituvík er lutfalsliga stórur áhugi fyri at byggja, men á smáu bygdunum vilja fólk eisini búsetast.
Borgarstjórin sigur, at yvirhøvur er stórur áhugi fyri at byggja í miðstaðarøkinum, men tað er eisini týðiligt, at áhugin er vaksin upp aftur meiri, síðani meiri kjøt kom á prátið um undirsjóvartunnil til Streymoyar, tí nú eru tað eisini fólk í Havnini, sum biðja um grundstykki við Skálafjørðin.
Fremsta uppgávan
Hans Jacob Lamhauge sigur, at tað nú hevur fremstu raðfesting hjá býráðnum at útvega grundstykki og hann væntar eisini, at tørvurin verður nøktaður, tó at tað er ilt at siga akkurát, hvussu leingi umsøkjarar skulu bíða.
Men hann vísir eisini á, at tað er ein spurningur, hvussu nógvir umsøkjarir veruliga ætla sær at byggja beinanvegin og hvussu nógv hava søkt fyri at tryggja seg, tí tey vita at tey koma at bíða eini tvey ár og so vilja tey vissa sær stykki, tá ið tey eru klár at byggja.
Sjálvur metir borgarstjórin, at millum ein triðingur og helvtin av umsøkjarunum vilja hava grundstykki sum skjótast.
Og nú fer kommunan at leggja allar kreftir í at útvega byggilendi.
Hinvegin eru eisini nógv grundstykki latin í seinastuni.
Í Saltangará eru fólk farin at byggja eini útstykking, har 16 grundstykki eru og í næstum verður arbeiðið at gera eina útstykking afturat klára at byggja á og í henni eru 20 stykki.
Í Rituvík er lendið klárt, har stykkini verða gjørd klár so hvørt, men har verða væntandi eini fimm ella seks hús bygd í næstum. Og í Søldafirði fer verður nú farið undir eina útstykking til seks, átta stykki.
Og Skála verður heilt skjótt, at tey fyrstu 12 kunnu fara undir at byggja.
Samstundis er felagið Vist í holt við at byggja 24 íbúðir í Runavík og eftir tí, sum frættist, er stórur áhugi fyri teimum og tað stendur ikki av at sleppa av við tær.
- Hetta er kanska eisini ein byggiháttur, sum vit eiga at fara meiri inn á sigur borgarstjórin.
Í næstum verður farið undir at stykkja meiri út har tørvurin er størstur á Runavíkarleiðini og á Skála, har
Stígur kom í
Hans Jacob Lamhauge ásannar eisini, at stígur kom í arbeiðið at útvega byggilendi, tí tað er stríggið at fáa fatur á jørð.
- Í summum bygdum er ognarjørð. Hartil er tað mangan smábýtt og tað er heldur ikki óvanligt, at tað ikki er skift, so tað krevur nógv pappírsarbeiði at fáa fatur á lendinum.
Hinvegin er tað ikki so torført at fáa fatur á almennari jørð.
Men borgarstjórin sigur, at tey taka ikki undir við at Búnaðarstovuni nú er sloppin at broyta prísásetingina á almennari jørð, so at hon hækkar í flestu førum.
- Fyrr rindaðu vit einar 53 krónur fyri fermeturin, men fær Búnaðarstovan sín vilja, fer prísurin á byggilendi í Runavík upp um 110 krónur fyri fermeturin.
Hans Jacob Lamhauge sigur, at eftir teirra tykki er hetta lopið í prísinum alt ov høgt, tí hetta fer at gera eitt vanligt grundstykki einar 30.000 krónur dýrari.
- Tað er steinur oman á byrðu, tí bæði tilfar og arbeiðslønir eru munandi dýrari nú, enn tey hava verið.
Hann leggur afturat, at í løtuni verður samráðst við Búnaðarstovuna um at broyta prísirnar, men tað er ikki avgreitt enn, sigur borgarstjórin í Runavík.