VÍF var uttan Agnas Olsen, og Neistin byrjaði best í bæði verju og álopi. Longu eftir knappar fýra minuttir tók VÍF time-out. Tá var støðan 2-0 til Neistan eftir tvey mál frá Marjuni F. Danberg. Hon fór [...] fór at fáa nógv fleiri. Time-outið bøtti ikki stórvegis, tí munurin fór at økjast. VÍF tók enn eitt time-out eftir 13 minuttir. Tá var støðan 8-2 til Neistan. Myndin broyttist einki serligt, og hálvleiksstøðan [...] ongantíð. Neistin tók fult tamarhald um dystin, og við einum tíggju minuttum eftir at leika, skoraði Marjun F. Danberg sítt tíggjunda mál, sum økti upp í tíggju mál á muni. Hon endaði dystin við 11 málum úr opnum
Fríggjadagin var rættiligur hátíðardámur í Klaksvík, tá EIK beyð til móttøku í nýggja og stásiliga bygninginum í miðbýnum. Borgarstjórin Steinbørn Jacobsen fegnaðist um, at Eik Banki nú verður ein sjónligur [...] nógvum góðum. Millum tey, sum ynsktu EIK tillukku við stástiliga bygninginum var Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Hann duldi ikki fyri, at hann telist millum teirra, sum eru hugtikin av tí nýggja bygninginum [...] trivnað, har hon virkar. Við hesi deildini her í Klaksvík gerast møguleikarnir innan fígging her í økinum enn fleiri, har tit sum banki gerast ein ógvuliga sjónligur aktørur ? og hetta gleðast við um, segði
virka "móti øllum" sjúkufyribrigdum. Hon skuldi positivt ávirka kolesterolstøðið, blóðtrýstið, homocysteinstøðið og blóðplátufunktiónina. Við hesum kundi ein minka um talið av hjartatilburðum, blóðtøppum [...] eitt alternativ, sum ikki er kemiskt framleitt, sum smakkar væl, og sum ger sama gagn sum polytablettin, hvat viðvíkur minking av hjarta- æðrasjúkum og leinging av livitíð. Eitt krav var, at hvør einstakur [...] oyndunum. Úrslitið av kanningunum var, at ein máltíð av frukt, fiski, sjokolátu, grønmeti, mandlum, víni og hvítleyki hevur sera stóra sjúkufyribyrgjandi ávirkan. Hon virkar sjúkufyribyrgjandi móti øllum
bili og bussi, og onkur var sanniliga eisini komin við flogfari. Av teimum 16 feløgunum, sum luttóku á landsdansistevnuni var í ár fyri fyrstu ferð eitt útisetifelag við. Tað var dansifelagið Fótatraðk [...] kann sigast, nú hon aftur hevur verið hildin í Vágum. Og á veitsluni, sum varð hildin í ítróttarhøllini á Giljanesi um kvøldið, bjóðaðu dansifeløgini í Suðuroy til stevnu í Suðuroy um trý ár. So gongur [...] og stuttleika, føroyski dansurin hevur við sær. Og hon kom eisini inn á hugskotið við hesi stevnuni, sum í síni tíð var sprottið í Vágum. Eisini helt hon tað vera bæði hugaligt og eisini stuttligt, at fólk
Tórsvølli. Útlendskir miðlar eru væl umboðaðir í Føroyum í hesum døgum. Tað merkja vit her á blaðnum. Tað er ikki dagur, at vit ikki hava vitjan. Um vit kunnu hjálpa, so gera vit tað. Hetta lønir seg aftur [...] tað ikki hissini umrøða og reklama, sum Føroyar fáa í sambandi við landsdystirnar. Men at umrøðan og útbreiðslan er so stór og víð, sum tað leygardagin kom fram, at hon er, tað vardi okkum ikki. Føroyar [...] og ikki minst venjaranum. Hugaligt var leygarkvøldið at síggja og hoyra, at útlendskir miðlar róstu føroyska avrikinum. Eitt nú Eurosport, sum ofta hevur verið minni positivt. Viðhvørt við góðum rætti
hansara egnu veljarum Edmunds, ikki vilja hava, at hann aftur skal seta seg í løgmansstólin. Henda støða er kanska heldur ikki so løgin tá hugsað verður um, at Edmund ikki hevur sitið so tryggur í form [...] løgmanssessin eftir næsta val. Hugsa vit um undirtøkuna hjá flokkinum er tað kanska ikki so merkisvert, og leggja vit tað afturat, at hon hevur sitið í politiskum og umsitingarligum ódnarveðrið, sum l [...] ávirkar Jóannes. Tað er heldur ikki so løgið, at veljarar taka undir við tí løgmanni, sum situr, tá spurt verður, serliga tí, at løgmaður sjáldan er í politiskum illveðri. Kortini var tað eitt sindur øðrvísi
fremst. Hon var toppskjútti hjá gestunum við sjey málum. Stjørnan, sum var uttan Joan Djordjevic og Duritu Christoffersen, reistist aftur, og fór til hálvleiks við eini 17-12 leiðslu. Øktu um leiðsluna [...] Tjaldri framvegis manglar eitt sindur, um tær skulu bjóða av. Tær hava framvegis ikki vunnið móti einum av teimum fýra ovastu liðunum, og tá kann ikki ganga øðrvísi. Fakta um dystin Stjørnan – Tjaldur 34-24 (17-12) [...] kvinnum hevur longu skipað seg. Tað skal ganga ógvuliga galið, um føroyameistaraheitið ikki kemur at standa millum Stjørnuna og VB. Hóast ikki fleiri enn níggju umfør eru løgd afturum, so eru longu ávikavist
sum savnar familjuna Føroyar um eitt felags tiltak. Um satsingin er eydnast, veldst um eygað, sum sær. Umleið 39 prosent søgdu seg hyggja at SATSA í november, meðan talið var góð 37 prosent í september. [...] afturímóti, hvat Dagur og vika ger við føroyingar. Borð um borð hevur verið ein onnur undirhaldssending á skránni hjá SvF í vetur, og sum frá leið stóð hon seg væl betur enn SATSA. Í september sá umleið triðji [...] ans. Talið av hyggjarum kemur sjáldan upp um 10 prosent, og ein altjóða succes-røð sum Ally McBeal fekk bara vitjan av 3987 fólkum, ella 11,34 prosentum, tá hon varð send fyri síðstu ferð. Av tí útlendska
seg til 2-2, áðrenn Føroyar spakuliga, men við vissu, økti um støðuna so við og við. Tað var eingin ivi um, hvat var tað betra liðið. Støðan var 10-5 til Føroyar tá liðini bæði fóru til hálvleik. Føroyska [...] allan dystin. Verjan var kompakt, og fleiri mál komu uppá skjótálop. So at siga alt liðið virkaði sum ein heild, men tó er lítil ivi um, at dagsins leikari var málverjin, Erla Eliasen. Hon fekk veruliga sýnt [...] verið størri, um føroysku kvinnurnar veruliga vildu tað. Men ein umráðandi dystur var á skránni dagin eftir, og hesin dysturin var kanska longu í tonkunum, áðrenn Turkaland dysturin var av. Øðrvísi taktikkur
gentunum á gólvinum, men hon heldur tó ikki, at tað gekk óvanliga væl. Føroyska liðið var síðsta liðið, ið royndi seg, og tá ið tær fingu metingina frá dómarunum stutt eftir, var greitt, at tær høvdu vunnið [...] Fimleikabragd Um vikuskiftið vóru smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag í Danmark, har tær tóku lut í kappingini um Danmarksmeistaraheitið. Kappingini fór fram í Odense, og kappast var í tveimum íðkanum [...] og leygardagin var so kappast móti bestu donsku liðunum. Donsku liðini høvdu frammanundan kappast um at vinna sær sess í finaluumfarinum, og sjey lið høvdu vunnið sær rætt til at dystast um meistaraheitið