Føroyskt fimleikabragd í Danmark

Enn einaferð hevur eitt føroyskt fimleikalið gjørt vart við seg í kapping í Danmark. Leygardagin luttóku smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag í DM fyri lið, og føroysku genturnar gjørdust greiðir vinnarar

Fimleikabragd

Um vikuskiftið vóru smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag í Danmark, har tær tóku lut í kappingini um Danmarksmeistaraheitið. Kappingini fór fram í Odense, og kappast var í tveimum íðkanum.

Nógv fremstar
Smágentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag gjørdust fyrr í ár føroyameistarar, og leygardagin var so kappast móti bestu donsku liðunum.
Donsku liðini høvdu frammanundan kappast um at vinna sær sess í finaluumfarinum, og sjey lið høvdu vunnið sær rætt til at dystast um meistaraheitið saman við føroysku gentunum.
Sum áðurnevnt var kappast í tveimum íðkanum. Ein íðkan var frí, meðan hin var við einum hondamboði. Øll tey donsku liðini høvdu valt at nýta vimplar í amboðsíðkanini, meðan tað føroyska liðið royndi seg við gjarum.
Ferðaleiðarin hjá liðnum hjá Havnar Fimleikafelag í Danmark, Guðrun Guðjónsson, sigur, at tað gekk stak væl hjá gentunum á gólvinum, men hon heldur tó ikki, at tað gekk óvanliga væl.
Føroyska liðið var síðsta liðið, ið royndi seg, og tá ið tær fingu metingina frá dómarunum stutt eftir, var greitt, at tær høvdu vunnið kappingina bæði væl og virðiliga. Liðið hjá Havnar Fimleikafelag fekk 34,45 stig, meðan besta danska liðið fekk 32,35 stig. Í fimleikahøpi er hetta ein rættuliga greiður munur.

Høgri støði í Føroyum enn í Danmark
Guðrun Guðjónsson sigur, at í Danmark undrast tey á, hvussu tað ber til, at støðið innan rútmiska fimleikin í Føroyum er so høgt. Tað er einki at taka seg aftur í, at støðið í Føroyum er væl hægri enn í Danmark, sigur Guðrun.
Sjálv heldur Guðrun, at ein av orsøkunum til høga støðið í Føroyum er tann, at kappingin her heima er ógvuliga hørð. Tær føroysku genturnar venja vanligani tvær ferðir hálvanannan tíma um vikuna, og er hetta áleið tað sama, sum donsku liðini gera.
Tá ið smágentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag kom heim aftur til Føroya sunnukvøldið, var skipað fyri móttøku fyri teimum við hornblástri og øðrum góðum.
Heilt fitt av fólki var komið saman á farstøðini at taka ímóti og heiðra gentunum. Umboð fyri Fimleikasamband Føroya handaðu gentunum medaljur, tí av tí at tær vóru gestaluttakarar í kappingini í Danmark, fingu tær ikki medaljur í Odense. Eisini helt Heðin Mortensen, borgarstjóri og ÍSF-forseti, røðu, og tað sama gjørdi Anni Kyster Durhuus, formaður í Havnar Fimleikafelag.