Føroyar bankaðu Turkaland

Tað var ikki nøkur trupul uppgáva føroysku kvinnurnar møttu, tá tær leiktu seinna dystin ímóti Turkalandi. Føroyar vunnu dystin 24-10

Hondbóltur

 

Tapið móti Lettlandi hósdagin tóktiskt at vera fari afturum bak, og tað vóru nakrar væl upplagdar kvinnur, sum fóru inn á vøllin fríggjadagin. Tær høvdu nakað at prógva aftaná tapið móti Lettlandi.

Tær vóru í Onglandi fyri at vinna dystir.

 

Erla Elisasen dagsins leikari

Beinanvegin í dystinum vístu føroysku kvinnurnar, at tær høvdu leikligt yvirvág. Turkaland megnaði at halda seg til 2-2, áðrenn Føroyar spakuliga, men við vissu, økti um støðuna so við og við. Tað var eingin ivi um, hvat var tað betra liðið.

Støðan var 10-5 til Føroyar tá liðini bæði fóru til hálvleik.

Føroyska liðið stóð væl á øllum økjum í nærum allan dystin. Verjan var kompakt, og fleiri mál komu uppá skjótálop.

So at siga alt liðið virkaði sum ein heild, men tó er lítil ivi um, at dagsins leikari var málverjin, Erla Eliasen. Hon fekk veruliga sýnt sínar dygdir í málinum. Millum annað kann nevnast, at fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki fingu turkar bert tvey mál, hóast tær høvdu fleiri skot uppá mál, serliga uttanifrá. Tó skal eisini nevnast, at fleiri skot náddu ikki leiðina til Erlu, tí føroysku paradurnar tóku nógv skot.

Sum dysturin leið, var tað bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at vera. Føroyar bankaðu Turkaland 24-10, og sigurin kundi væl verið størri, um føroysku kvinnurnar veruliga vildu tað. Men ein umráðandi dystur var á skránni dagin eftir, og hesin dysturin var kanska longu í tonkunum, áðrenn Turkaland dysturin var av.

 

Øðrvísi taktikkur

Sofus Dal Christiansen, venjari hjá føroysku kvinnulandsliðinum, hevði broytt taktiska uppleggið, við at ikki skifa tveir leikarar út millum hvørt álop og hvørja verjustøðu, og tað gav úrslit.

Tí, sum ein leikari segði, forðaðu útskiftningarnar effektivitetin í álposspælinum í fyrra dystinum.

 

Fakta

Føroysku málskjúttarnir:

Simona Petersen, 9 mál

Unn Kragesteen, 5 mál

Durita Christophersen, 2 mál

Elin Staksund, 2 mál

Rebekka Justinusen, 1 mál

Gurið Mortensen, 1 mál

Ása Dam á Neystabø, 1 mál

Ninna K Johansen, 1 mál

Laila Jespersen, 1 mál

Simona Hansen 1 mál

 

Útvísingar:

Føroyar 3

Lettland 4

 

Gul kort

Føroyar 3

Lettland 2