og annað, sigur Uni. At næsta stigið verður súkkling, nervar ikki Una tað stóra. - Man kann altíð royna. Riggar tað ikki, so riggar tað ikki. Riggar tað, so riggar tað, sigur hann. Fær svar í september [...] við tveimum skiftandi fólkum á tandem, væntar hann. - Familjan er eisini ordiliga við upp á tað, og konan hevur søkt um at vera við sum hjálparfólk næsta ár, sigur Uni, sum fær svar frá Rynkeby í september
konuni í Danmark. - Um konan ikki var komin upp í tá, so hevði eg helst ongantíð blivið liðugur sum lækni. Hon fekk meg at seta meg niður heima og lesa. Hon segði við meg, at eg skuldi ikki fara á universitetið [...] - Eg var ómetaliga dovin, tá eg las til lækna, og fyrstu árini dumpaði eg í øllum. Hevði eg ikki møtt konuni tá, so hevði eg helst ongantíð blivið lækni, sigur Pál Weihe, sum hevur verið yvirlækni á Deildini
kortini. Men tað var ikki tí at hann ræddist úrslitið, at hann fór sær ein gongutúr. - Vit eiga tvey smá børn og tað triðja er á veg og vit høvdu langt síðani gjørt av, at varð eg ikki afturvaldur, skuldi [...] móttøkuni rópti til mín, at eg fekk nokk ikki brúk fyri kamarinum kortini, tí eg varð akkurát blivin afturvaldur í Løgtingið. John Johannessen sigur, at konan kom so niðan eftir honum og so fóru tey oman
hvørki hann, ella konan, ella børnini, hava loyvi til at spæla Gekk. Hinvegin verða pláturnar prentaðar á eini heilt aðrari teldu og tey eru eisini tilvildarlig. Júst tað, at ein ikki sleppur at velja tølnii [...] hendir, er ómetaliga lítið. Men fríggjakvøldið hendi tað so kortini. Hann leggur tó dent á, at tað er ikki nóg mikið til at nakar spælari fær fyrimun. Tí fyri at vinna, skulu tølini, sum verða drigin, passa [...] tølini á plátuni. Og ongin hevði tvær plátur við somu tølum á. Tað, sum hendi fríggjakvøldið, hevði ikki verið ein fyrimunur, uttan so, at onkur hevði akkurát somu tølini á plátunum, sum vóru brúkt til triðja
skilir Mortan ikki, hví almennu Føroyar ikki hava syrgt fyri, at teir mest neyðstøddu borgararnir ikki hava fingið betri umstøður. - Eg segði fleiri ferðir, meðan Rasmus livdi, at um man ikki er deprimeraður [...] við hjálp av heilivági. Og hann varð funnin á sjálvum altjóða sálarheilsudegnum hjá WHO. Hann hevði fyrireikað seg í fleiri dagar. Og Mortan ivast ikki í, at tað ikki var av tilvild, at Rasmus hevði valt [...] eiga at kanna hesi viðurskiftini í Føroyum. - Eg eri ikki lækni, og tí eri eg ikki førur fyri at meta professionelt um viðgerðina, men eg havi ikki álit á skipanini. Tað er mín greiða fatan, at Rasmus
Hví hesin grannin hevði gjørt tað, visti ákærdi ikki. Stakk seg upp Hvat síðani hendi hetta kvøldið segði bæði 20 ára gamli ákærdi og 19 ára gamli seg ikki minnast serliga nógv til. Annaðleiðis betri hevði [...] alla tíðina, so var hetta ikki fyri at skava út yvir tað, teir høvdu gjørt. Fýra vitnir vóru førd í sambandi við hesa hendingina, teir báðir ákærdu og síðani maðurin og konan, sum vórðu órættað. Eitt fimta [...] ing. Hann váttaði, at hann saman við hinum ákærda hevði hildið ball heima hjá sær. Hann segði seg ikki minnast, hvør ella hvørji onnur vóru til staðar hetta hóskvøldið 8. mai 2008. Einaferð út á kvøldið
kuffertum og vistu ikki, hvat vit skuldu gera. Ongan hýruvogn fingu vit teir fyrstu tímarnar. Ikki fyrr enn seinnapartin einaferð fingu vit ein hýruvogn, men út á Stansted flogvøll sluppu vit ikki, tí tá skuldu [...] har ein bumba brast. Hann greiðir frá, at ein slík ræðulig uppliving fer seint úr minninum. Hann og konan komu úr Isle of Man hendan morgunin og skuldu út at síggja London-bý. Tey búðu á einum gistingarhúsi [...] øðini. Tað var ætlanin, at tey bæði skuldu við toki í undirgrundini umleið hesa somu løtuna. Men konan bleiv eitt sindur illa fyri, so tey útsettu túrin eitt sindur. Hergeir Nielsen var hendan morgunin
dóm í eitt ár, so um hann ikki ger nakað revsivert komandi árið, verður hann ikki revsaður fyri hesa gerð heldur. - Vit hava 14 dagar at taka støðu til dómin, so vit hava ikki nakra viðmerking í løtuni [...] rímiligt samband við tað, sum gongur fyri seg undir einum fótbóltsdysti og kann ikki verjast á nakran hátt. Tí er revsifrælsi ikki galdandi í eini slíkari støðu, segði dómarin. Hann vísti tó á, at sjálv revsingin [...] Hans Jørgen Djurhuus varð í dag funnin sekur í harðskapi fyri hendingina 20. januar í Gundadali, tá hann undir einum vinardysti móti HB, sló Poul Ingason í andlitið, so at hesin breyt nøsina. Les eisini:
varð funnin út fyri Tjørnuvík um 21-tíðina í gjárkvøldið. Mett var beinanvegin, at grindin taldi umleið 30 hval, og tá hon hevði lagt beinini tríggjar tímar seinni var greitt, at hetta skotið ikki var heilt [...] var um 25 hval. Kavaði illa Tað gekk ikki heilt sum ætlað at reka grindina. Lítli flokkurin av hvalum kavaði illa, og tískil var ringt at fáa rakstur á hana. Ikki var gjørligt at reka hana inn á Tjørnuvík [...] var so ógvusligt har. Rákið passaði heldur ikki heilt, og tí var neyðugt at bíða eftir kyrrindum áðrenn grindin kundi haldast til við Norðskála. Men tað var ikki bara sum at siga tað at fáa lítla hvalaflokkin
mánaðir fyrr. Men tað fór hann ikki, tí innast inni vildi hann ikki ásanna, at nakað var áfatt. - Í dag skilji eg ikki, at eg ikki var ærligari fyri mær sjálvum, tí eg fór ikki til lækna, hóast øll tekin vóru [...] reaktiónin, sum ikki kom ímeðan eg var sjúkur, kom kanska ikki fyrrenn viðgerðin var liðug og eg skuldi til kanningar aftur, sigur hann. - Tá ið tú fert at vita, at tú hevur krabbamein, slepst ikki undan at tað [...] er kanska ikki fyrenn aftaná, at eg av álvara varnist, hvussu bangin eg í veruleikanum havi verið. - So kanska var eg heldur ikki heilt ærligur fyri mær sjálvum í hesum føri, tí tað slepst ikki undan, at