Fregnartænasturnar søgdu ikki sannleikan um hópoyðingarvápnini

-Tað var ikki samsvar ímillum tað, sum vit fingu at vita um tey iraksku hópoyðingarvápnini, og tað, sum vit hava sæð, sigur trygdarpolitiski ráðgevin hjá George W. Bush, Condoleezza Rice. Í Bretlandi skal ovastin í fregnartænastuni til avhoyringar.

At eingi hópoyðingarvápn eru funnin í Irak fær nú myndugleikarnar í USA og Bretlandi at viðganga, at hesin parturin av grundgevingini fyri at leypa á landið var meiri enn ivasamur.

Fyri nøkrum døgum síðani segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, at hann hevði greitt frá tí, sum hann hevði fingið at vita frá fregnartænastunum, men at upplýsingarnar kanska ikki vóru heilt beinar.

Í gjár segði trygdarpolitiski ráðgevin hjá Bush, forseta, Condoleezza Rice, at gongdin í Irak hevur víst, at upplýsingarnar hjá fregnartænastunum samsvaraðu ikki við tað, sum amerikanararnir hava sæð í Irak. Hon kvikaði sær at leggja afturat, at hetta er kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um, at Irak var eitt sera afturlatið land.

Amerikanska stjórnarumsitingin hevur leingi hildið uppá, at amerikanarar og bretar fóru at finna hópoyðingarvápn í Irak, men eftir at teir amerikonsku vápnaeftirlitsmenninir hava sagt, at eingi hópoyðingarvápn eru at finna í Irak, hevur stjórnin broytt støðu.

Í Bretlandi hevur tann trygdarpolitiska nevndin hjá Parlamentinum kravt, at leiðarin í fregnartænastuni, skal geva nevndini eina frágreiðing um upplýsingarnar um tey iraksku hópoyðingarvápnini. Samstundis krevja fleiri politikarar, at ein óheft kanning verður sett í verk fyri at fáa greiði á leiklutinum hjá fregnartænastuni og samskifti hennara við stjórnina.