CIA hevur nú heimild til at drepa amerikanarar

George W. Bush, forseti hevur givið fregnartænastuni CIA heimild til at beina fyri yvirgangsmonnum, sjálvt um teir eru amerikanskir ríkisborgarar.

Avgerðin hjá forsetanum hevur fingið nógva umrøðu í USA, tí fleiri halda, at hon er í stríð við tey grundlógartryggjaðu rættindini hjá amerikanarum. Onnur vísa harafturímóti á, at yvirgangsmenn mugu roknast sum fíggindar, og at forsetin tí hevur gjørt tað, sum rætt er.

-Ein yvirgangsmaður, sum ætlar sær at beina fyri tær, ger tað, sama um hann er amerikanskur ríkisborgari ella ikki, sigur Richard Shelby, sum er republikanskur senatorur í statinum Alabama.

Sambært tíðindastovuni AP skal CIA hava loyvi, áðrenn eitt drepandi skot verður latið av eftir einum amerikanskum ríkisborgara, og í summum førum skal sjálvur forsetin geva tað endaliga loyvið.

Ein tilburður av hesum slagnum hevur longu verið. Tað var tann 3. november, tá menn hjá CIA skutu eina rakett eftir einum bili í Yemen. Seks mans doyðu í álopinum, og seinni hevur tað víst seg, at ein teirra, Kamal Derwish, var amerikanskur ríkisborgari.

Amerikansku myndugleikarnir siga, at Kemal Darwish stóð á odda fyri einum yvirgangsbólki, sum varð avdúkaður í býnum Buffalo fyrr í ár. Tey avvarandi vísa kortini á, at maðurin varð ongantíð skuldsettur ella ákærdur, og at hann tískil heldur ikki varð funnin sekur. Tey halda tí fast um, at í hesum førinum avrættaðu myndugleikarnir ein ósekan amerikanskan ríkisborgara, og tað er ikki í samsvari við amerikanska lóggávu.