Hava aftur mist streymin í morgun

Sev væntar, at streymurin verður aftur um ikki so langa tíð

Aftur í morgun hava hvalbingar og Sandvíkingar mist streymin. Hetta er annar dagurin á rað, at tey í Sandvík og í Hvalba missa streymin, tí í gjár mistu tey eisini streymin, men tá var ikki ikki vekk so leingi.

Tá eydnaðist ikki at finna feilin, men síðani er hann funnin, og tað vísir seg, at tað er ein tráður, sum er niðurdottin.

Í morgun er streymurin sostatt tikin ímeðan brekið verður umvælt og á Sev vænta tey, at streymurin verður aftur fyri klokkan 12 í dag.

Hóast streymurin er tikin við vilja ímeðan brekið verður umvælt, duga tey á Sev ikki at siga, hví fólkið í Hvalba og í Sandvík ikki eru kunnað um tað í góðari tíð frammanundan so at tey fingu fyrireika seg.

Men tey halda, at ein orsøk kann vera tann, at tað hevur verið neyðugt at sløkt beinanvegin fyri at forða fyri, at skaðin versnar.

Annas siga tey á Sev, at styttri streymslit eru ikki óvanlig hesa tíðina. Og ofta er orsøkin, at krákur byggja sær reiður í pelunum hjá Sev. Og tað er ikki ókent, at tað elvir til skammlop so at streymurin fer, tí tilfarið, krákurnar brúka at byggja reiður við, er  mangan stiktráður, sum liggur leysur, og spreingileiðingar, sum liggja og flóta ymsastaðni í sambandi við at grót verðru sprongt til havnaútbyggingar og annað.