allir sjómenn í bestu árum. Hóast hóttaføll á lívsleiðini kann Karolina gleðast um 15 ommubørn og 21- skjótt 23 langommubørn. Karolina og Albinius bygdu sær hús úti á Sevmýri og húsast tey bæði har einsamøll [...] Sosialurin er ov lítil til at skriva ævisøguna hjá Karolinu so bert henda lítla heilsan um eitt hjartaligt tillukku á føðingardegnum. [...] gomul fór hon til Vágs at arbeiða. Um veturin tænti hon í húsi og um sumrarnar arbeiddi hon í fiski á Gørðunum. 19-ára gomul giftist hon við Albinius Johannesen av Tvøroyri, sum í dag er 91 ár, og eru tey
Elsa var ?primus motor? á blikksmiðjuni øll 20 árini, hon og maðurin høvdu fyritøkuna. Elsa er ein serstakliga røsk og arbeiðssom kvinna, og hjá henni verður einki latið í hendurnar á tilvildini. Nú árini [...] er hon eins eldhugað, sum hon var á yngru árum. Árini ikki einsamøll Men hjá henni, sum hjá øllum øðrum, koma árini ikki einsamøll. Fyri 20 árum síðani byrjaði heilsan at bila. Blóðtrýstið gjørdist ov høgt [...] sopp í naglirnar á fótunum. Heilivágurin, hon fekk frá Læknanum, hjálpti ikki, og seinni breiddi soppurin eisini seg til hendurnar. Eftir at Elsa varð vorðin einkja, gjørdist heilsan verri, og hon fekk
hevur eisini sett tín dám á tað sosiala umhvørvi á Landssjúkrahúsinum. Í eitt mannaminni hevur tú verið ein av drívmeginum í veitslunevndini, sum hevur skipað fyri nógvum góðum løtum á sjúkrahúsinum. Í tí dagliga [...] eftir seg tey 30 árini hann hevur starvast á Landssjúkrahúsinum. -Tú hevur verið sera virkin og nógv avhildin av øllum teimum, sum eru komin higar og hava haft tørv á psykologiskari viðgerð. Sum fyrsti føroyingur [...] dagliga hevur tú eisini verið eitt savningarpunkt á tí sosiala økinum. Tað var týðuligt á stóru jubileumsveitsluni hjá tær í apríl, har allur psykiatriski depilin, umframt eina rúgvu afturat innan fyri
hvítar aldur. Fjøllini stóðu so vøkur og litrík í sól-skininum, og lokkaðu okkum niðan á Húsar, ella longur burtur, men so á vetrartíð, myrk og hóttandi niður yvir okkum í buldrandi ódn, eins og tey vildu taka [...] støðan var hættislig - meg minnist at doktarin kom og tú skuldi við hast fara á sjúkrahúsið. Teir komu við eini børu og løgdu teg á hana, og fóru berandi við tær oman trappurnar. Tá var fyri mær sum at alt [...] Mangan havi eg hugsa um tað stríð tú hevur havt av at uppala okkum 12 systkini. Men ongantíð merkti eg á tær at tú vart ónøgd við lut tín, tvørturímóti sá tað út sum at hesin barnaflokkur var tín lívs av-bjóðing
húsarhaldini o.a. Nøkur tiltøk fáa skjóta ávirkan á búskapin, meðan onnur tiltøk fáa ávirkan uppá longri sikt. Tað er eisini ymisk ávirkan á búskapin ella eitt nú á gjaldsjavnan, um tað almenna sparir lønir ella [...] prosentvíst í rakstrinum, skerja íløgur, lækka skattin etc. hevur ymiska ávirkan á búskapin. Nøkur tiltøk, umvegis stýring á fíggjarlógini, hava við sær, at búskapurin veksur og nøkur hava við sær, at búskapurin [...] landsstýrinum, um prosentvísa skerjingar á fíggjarlógini í 2004. Talan er um eina endurtøku av tiltøkum, sum eru brúkt fyrr - uttan úrslit fyri innihaldið og vavið á almenna sektorinum. Tvørturímóti er hetta
ikki kemur alment fram fyrr enn nú. Sjálvstýrisflokkurin ynskir ikki at gerast partur í sáttmálatrætu á arbeiðsmarknaðinum nevnliga tí, at tað í demokratiskum londum er ein grundleggjandi rættur hjá fakfeløgun-um [...] sáttmála, sum báðir partar kunnu liva við. Hetta ynskir og virðir Sjálvstýrisflokkurin. ?????? Vinarlig heilsan f/ Sjálvstýrisflokkin, Kári P. Højgaard, formaður
Eg visti í mong ár, hvør Masa var, uttan at kenna hana. Eg lærdi hana at kenna, tá hon flutti inn á Mikkjalstrøð 6, har vit eisini búðu. Tá eg kom niður í kjallaran at vaska klæði, var tú eisini í gongd [...] ikki er har. Sjálvandi verður tað aldrin tað sama, men so kunnu vit minnast teg saman. Sjálvt um heilsan, tey seinastu árini, var byrjað at bila, so var humørið altíð gott, og tú kundi skemtast sum nakar
17. mai verður 60 ára hátíðarveitsla í Víkingasali á Hotel Loftleiðum. Húsið opnar kl. 18.30 og farið verður til borðs kl 19.30. Boðið verður upp á durasnaps og borðreitt við trimum rættum og kaffi. Ernst [...] okkum at seta dám á tann føroyska dansin, sum er ómissandi eitt tílíkt kvöld. Eisini syngur Breiðfirðingakórið fyri okkum. Vit vænta nógv fólk koma at hátíðarhalda dagin við okkum. Heilsan nevndin Elin Svarrer [...] Andreassen professari í fólkalívfrøði við Fróðskaparsetur Føroya heldur fyrilestur um føroyska dansin (á skandinaviskum) Havnar dansifelag sýnir ymiskan dans og gestir fáa høvi at luttaka. Vésteinn Ólason
sum gav Lennon eina heilsan, ið illa kann gerast eftir. George Harryson varð heiðraður, tá Paul spældi »Something« á ukulele, eitt fýrstreingjað ljóðføri, sum teir plagdu at skemta sær á. Útsetingin var mergjað [...] sum ongin annar. Men einsamallur á pallinum var hann so tætt við, at eg kundi nortið við hann. Mintist tey farnu Alt byrjaði við einum psykodeliskum sirkusi. Myndir á stórskíggjanum frá Akropolis og India [...] og alt varð rættiliga undarligt, meðan vit royndu at finna okkum til rættis á gólvinum. Tá Paul McCartney loksins trein á pallin kl. 20.30 og treiv í Hello Goodbye, fagnaðu fólk honum so stórliga, at
niður í grótið á Húsareyni, tann æviga kelda til lív, sendi eg Andriasi ein heitan tanka, nú hann mót vestri var á flogi, til tað land, ið hann visti lá fyri framman. Hann var í góðum hondum á lívi og hann [...] í hendurnar á røktarfólkunum. Og eg havi hugsað nógv, um hvat Gud vildi læra Andrias, nú hann lá sum sum eitt barn og illa nokk orkaði at tosa og fylgja við hvat hendi uttanfyri gluggarnar á røktarheiminum [...] himnasælu fann Har halda tey nú halgan fund og takkarsong á hvørji stund; eitt samfallsljóð sum várloyst flóð til Guds kvað teirra lund Tað er Andrias á Marknagili skrivað verður um. Hann var føddur í Oyndarfirði