Karolina var fødd í Fámjin 23.mai 1918. Foreldur hennara vóru Elsebeth Maria Leo, f. Ludvig, úr Fámjin, og Johan Leo úr Vági.
14-ára gomul fór hon til Vágs at arbeiða. Um veturin tænti hon í húsi og um sumrarnar arbeiddi hon í fiski á Gørðunum. 19-ára gomul giftist hon við Albinius Johannesen av Tvøroyri, sum í dag er 91 ár, og eru tey kanska ta elsta parið í sóknini.
Karolina hevur verið eitt satt konubrot. Hon kundi arbeiða í fiski um dagin, seinnapartin hoyggjaði hon og um kvøldið arbeiddi hon í Turkihúsinum. Ikki hevur altíð veri so tespiligt at staðið í vaskikarinum á brúnni um vetrarnar í kavaroki og stormi. Øðrvísi varð tó tá vaskikjallarin og seinni flakavirkið hjá Niels Juul kom, og tær kundi standa innandura. Neyvan var nøkur teirra "sligin til Riddara av Dannebrog" fyri teirra avrik. Eftir at hon gavst at arbeiða í fiski, var hon tó mangt vikuskiftið úti og kokkaðist til veitslur ymsastaðni, til fyri fáum árum síðan.
8 børn fingu Karolina og Albinius: Olaf, Jonna ,Edna, John,Elmar,Karl,Albert og Jens. Ikki hevur lívið altíð verið so smílandi. Olaf doyði við norskum línubáti í Noregi bert 35 ára gamal, John doyði av krabbameini 58 ár og Elmar bleiv avlamin 57 ára gamal av álvarsligari heilabløðing, allir sjómenn í bestu árum. Hóast hóttaføll á lívsleiðini kann Karolina gleðast um 15 ommubørn og 21- skjótt 23 langommubørn. Karolina og Albinius bygdu sær hús úti á Sevmýri og húsast tey bæði har einsamøll, og klára tey seg uttan stórvegis hjálp; tey hava stutt síðan fingið heimahjálp ein tíma um vikuna.
Sosialurin er ov lítil til at skriva ævisøguna hjá Karolinu so bert henda lítla heilsan um eitt hjartaligt tillukku á føðingardegnum.










