eg, tá ið eg hevði tey øll rundan um meg, sigur Fríðbjørg. ALTÍÐ HEVUR HON verið serliga bangin um Herálv, sum er næst elsti sonur hennara, meiri bangin um hann, enn um hini børnini. - Tað er kanska tí [...] avbrotin av og á av telefonini. - Eg eigi góðar vinir, sum hugsa um meg, sigur hon, tá ið hon leggur rørið á. Vit sessast við borðið at práta um hennara lív og serliga tann stóran missin, hon hevur verið fyri [...] nógv. Hann var eitt sindur buldrasligur og villur, og hugsaði nógv um bilar. Honum dámdi ógvuliga væl at vera úti í natúruni, at klatra um tað skuldi vera, greiðir Fríðbjørg frá. Hon minnist týðiliga og klárt
okkurt hetta árið. Jógvan Kjølbro og konan Karin fingu sær egnan handil, ið var byrjanin til størstu fyritøku í Føroyum. Frits vaks upp í einum sermerktum, føroyskum heimi. Har galt tað um at fáa tað besta [...] forvitnisligt at lesa um veður og vind, bygda- og samfelagslív, missión og kirkju. Vakra hondskriftin boðar frá einum skilamanni, ið ger upp við seg sjálvan og tað, ið rørir seg úti um landið. Men tað er [...] sjálvfylgja. Siti mangan undir hesi frásøgu tíni, - hon er vissuliga eitt prógv um, at tú ongantíð hevur tikið teg sjálvan fram um nakran annan. Tá tú sigur í bókini ”Skakandi hendingar”, at tú, tá tú komst
geva landinum eina meirinntøku áljóðandi 1,4 mió kr. í mun til árið í fjør. Um so er, at tey ungu lesandi skulu revsast við tveimum eyka %-um fyri at geva landinum 1,4 mió. krónur í meirinntøku samanborið [...] afturvirkandi kraft Síðani hevur nógv verið at hoyrt um rentuhækkingina á lestrarlánum, sum landsstýrið hevur stungið út í kortið. Spurningurin er so, um tað er í lagi at lóggeva á tann hátt, at ein lóg broytir [...] meirinntøku fyri fíggjaárið 2011 í mun til fíggjarárið 2010 ikki er “bydende nødvendigt”, um hugsað verður um avleiðingarnar, ið hetta fær fyri lántakararnar, ið allarhelst hava havt eina góða orsøk at
nevndan, hóast tað ikki er so nógv, fólk vita um hann. Men í gamla kirkjugarði í Havn eigur hann ein tann mest merkisverda gravsteinin við einum úthøgdum báti og bíbliuorð, sum skal vísa til hansara virki [...] seinast parti. Tískil vóru báðir abbarnir hjá teirra børnum kallaðir Heini. Minningarorð í Dimmalætting um Heina Sum kunngjørt í seinasta blað er ein av teimum gomlu havnarmonnunum Heine Johansen (Vága Heini) [...] dugandi jarðarbrúkarar. Teir hava mangan sjaggað harðan andróður undir viðurskiftum, har tað var ivasamt, um teir bóru boðini heim, og var útróðurin tá nakað heilt annað enn nú, hvar motorur er so at siga í hvørjum
sigur hon. Hon gjørdist ikki beinleiðis kløkk, tá ið hon 29. august fekk ætlanarskrivið um uppsøgn, tí alt árið hevur ligið í luftini, at Almannastovan og Nærverkið skuldu leggjast saman. - Men tað kom [...] so í starv í Fiskimálaráðnum. - Har dámdi mær eisini væl, og tað var áhugavert at fáa vitan um nakað annað, um onnur samfelagsviðurskifti, fiskiloyvi, trygd á sjónum, inntøkutrygd og alt tað, men eg longdist [...] eingin skal taka synd í mær fyri tað. Eg havi arvað mítt ljósa lyndi, eri fegin um mítt arbeiðslív higartil og havi góðar vónir um at koma í gongd aftur skjótt. Og beisk er hon ikki. - Eg vóni, at alt spælir
og gerst veruleiki um nøkur ár. ---- Bygdirnar Sandvík og Hvalba eru millum elstu bygdir í landinum. Hvalba er landnámsbygd, og vit hoyra um Sandvík í Føroyingasøgu. Har lesa vit um Torgrím Illa. Havi [...] hjánavn, men vit sum kenna Jóhan Eli, varatingmann úr Sandvík, vita, at hann kann harna um orðini og økja munandi um desibellini. Í 1349 doyr Sandvík út av svartadeyða, og í fleiri hundrað ár liggur bygdin [...] hendan snotiliga, breiða tunnilin. Tá vit sita heitt í bilinum og súsa tvørtur um fjallið, eiga vit í takksemi at hugsa um tey, sum undan eru farin. Tey, sum gjøgnum øldir bygdu hetta økið og knossaðu upp
Froðba, og Johanna Poulsen úr Skopun. Hann var skipsførari og hon var lærari. Um hann er skrivað í Føroya Siglingarsøgu og um hana í Lærarabókini. Tey bæði giftust í 1927 og búðu saman í Oslo í 6 ár. Tey [...] ára gamal. Dótturin Ingrið veit úr gomlum brøvum, at norski arbeiðsgevari hansara Rolf Thommesen bjóðaði honum starv aftur á Tidens Tegn, og at hann umhugsaði at fara, tí alt bleiv stravnari, enn hann [...] brøðurnir Janus og Ernst báðir, annar í Keypmannahavn og hin í Oslo, gera vart við seg í feløgum at kunna um Føroyar. Anna búði í Havn eitt gott ár eftir, at Ernst var deyður. Síðini flutti hon til Viðareiðis
3.000 krónur. Tá ið teir koyrdu, koyrdu teir í meðal einar 10 tímar um dagin við einari ferð, sum lá um teir 80 - 100 kilometrarnar um tíman. Haraftrat skal so leggjast ferðin við Norrønu úr Føroyum, umframt [...] burtur. Hitin var tá um tey 35 hitastigini, og tað var nógv fólk, sum hugdu eitt sindur skeivt at teimum, tá teir gingu har í tjúkku leðurdraktunum, sum koyrt verður í á motorsúkklu. Um so var, at teir mistu [...] bert til stuttleika, og tað eru fáar motorsúkklur í Føroyum, sum koyra meira enn 10.000 kilometrar um árið. Teir átta menninir, sum vóru við á ferðini, koyra mangan túrin saman, tá ið veðrið er til vildar
ljóðar sum ein støða, ið minnir ikki so lítið um avrættingarnar í fjør, tá Bosnia skoraði til 1-0, og tá Skotland økti til 2-0. Tá ein hálvur tími var farin, var um reppið, at russiska liðið økti, men Jens [...] Nýtt ættarlið Tað er sætta árið sum venjari hjá føroyska landsliðnum, at Allan Simonsen fyrireikar seg til. Vit hava onkuntíð áður víst á, at hesi árini hevur talan verið um eitt ættarliðsskifti. Av teimum [...] landsliðið. Leygardagin royndu teir seg fyri fyrstu ferð í dysti. Teir spældu aftur seinnapartin í gjár (um ta tíðina tá hetta blaðið fór til prentingar), og í morgin verður almennur landsdystur móti Andorra
líkindini hava nógv at siga, tá tosað verður um tíðir og met, og ivaleyst vóru fyritreytirnar at seta met í 1992 framúr góðar, tí í øllum kappingunum á ólavsøku hetta árið vóru met sett uttan í kappingini millum [...] Eysturoyinginum vóru hesa ferð. Okkum kunnugt er málið tað sama, sum tað var tá, men um onkur veit okkurt annað um hetta, so eru tey væl komin at gera vart við seg. Útlendsku avbjóðingarnar Nú verða k [...] kappingini í vár, at teir halda, at teir komandi ár hava møguleika at blanda seg í stríðið um bestu plássini, og um líkindini vera til tað, so ætla teir í vetur og tíðliga komandi vár at gera so nógv við