Ernst Sondum var sonur Minu og Andreas Jensen, sum vóru umrødd í seinasta parti. Hann tók realprógv í 1917 og fór til Vágs at arbeiða á Gørðunum. Ungur fór hann víðari til Danmarkar at arbeiða hjá ØK. Hann ynskti at sleppa til Asia at arbeiða innan ØK. Hann var tá blivin nýrasjúkur og slapp tí ongan veg.
Síðan fór hann til Oslo. Har var hann í 12 ár og arbeiddi á blaðnum Tidens Tegn. Hetta blað gjørdist seinni til Verdens Gang, sum í dag er eitt tað størsta blað í Noregi. Ernst var ítróttarmaður, spældi fótbólt í HB, tá ið hann var heima. Í Noregi var hann eisini við á fótbóltsliði, men hann íðkaði nógv vetrarítrótt – skreiddi bæði á skíum og á skoytum. Hann vann fleiri silvurbikar í kappingum har í felagnum, hann var í.
24. apríl 1931 hittust seks mans í Nordahl Brunsgate 22 í Oslo við endamálinum at stovna Norsk- Færøysk lag at menna mentanarsamstarvið millum Føroyar og Noreg. Fimm av hesum vóru norðmenn og ein var føroyingur – Ernst Sondum. Felagið var eisini stuðlað av øðrum. Ein var Eivind Isholm, sonur Kristin í Geil. Teir báðir fluttu heim aftur til Føroya. Ernst sum fyrsti blaðstjóri á Dagblaðnum og Eivind Isholm á Tingakrossi.
Kona Ernst, Anna, var fødd í 1904 á Tvøroyri. Foreldur hennara vóru Dánjal Johan Mortensen, ættaður úr Froðba, og Johanna Poulsen úr Skopun. Hann var skipsførari og hon var lærari. Um hann er skrivað í Føroya Siglingarsøgu og um hana í Lærarabókini.
Tey bæði giftust í 1927 og búðu saman í Oslo í 6 ár. Tey fingu tveir synir, Terja og Tryggva í 1930 og í 1931. Terji var føddur tollaksmessudag á hospitalinum í Havn, men doyði viku gamal. Anna var komin heim úr Oslo í november við Lyru at síggja mammu sína, sum lá fyri deyðanum. Ferðin við Lyru var ring, og alt gekk illa í hond. Hesin lítli Terji varð grivin úti á kirkjugarðinum hjá abba sínum og fastrini Elsu. Anna fór túrin einsamøll aftur til Oslo.
Ernst og Terji doyðu báðir náttina til 29. des. Báðir vóru jarðaðir nýggjársdag við 6-ára millumbili.
Ernst og Anna fluttu heim í 1935 við Tryggva, sum tá var 3 ára gamal.
Tíðin í Føroyum sleit Ernst upp. Hann var álvarsliga nýrasjúkur og doyði av hesi sjúku í desember 1936, bara 36 ára gamal. Dótturin Ingrið veit úr gomlum brøvum, at norski arbeiðsgevari hansara Rolf Thommesen bjóðaði honum starv aftur á Tidens Tegn, og at hann umhugsaði at fara, tí alt bleiv stravnari, enn hann roknaði við. Hann skrivar í brævi til bróðurin Janus sum eina umbering fyri, at málið ikki var nóg gott í blaðnum, at hann hevði verið úr Føroyum tá í 17 ár, at hann ikki hevði havt høvi til at læra føroyskt nóg væl, og at hann mátti bæði skriva blaðið, seta við hond til prentingar og lesa rættlestur. Við teirri útgerð, sum tá var, hevur hetta verið sera strævið.
Áhugavert er at brøðurnir Janus og Ernst báðir, annar í Keypmannahavn og hin í Oslo, gera vart við seg í feløgum at kunna um Føroyar.
Anna búði í Havn eitt gott ár eftir, at Ernst var deyður. Síðini flutti hon til Viðareiðis, har hon lærdi at veva hjá Helfred Heinesen, ættað av Velbastað. Síðan flutti hon til Tvøroyrar, har hon saman við børnunum Tryggva og Ingrið búði hjá pápa sínum. Aftaná fluttu tey tey til Skopunar í 1943.
Tey flutti til Havnar at búgva í 1944. Anna keypti tá barnaheimið hjá Ernst, árið eftir at mamma hansara doyði. Tey fyrstu árini hýsti hon navigatørum, seinni fekk Anna sær kiosk í húsunum.
Húsini í Niels Finsensgøtu 19 vórðu tikin niður í 1975 eins og onnur hús í grannalagnum, tá ið Steinatún var gjørt.
Nýskapandi innan blaðskriving
Arnbjørn Dalsgarð skrivar í síni bók Føroysk Blaðsøga, at Ernst hevði eitt frískligt skrivingarlag, og hetta sást eisini aftur í nýggju ávísuni, sum fyrstu tíðina legði dent á tíðindapartin.
Í Dagblaðnum vórðu minningarorð skrivað um Ernst Sondum av Petur Háberg, Thorstein Petersen og Jóannes Patursson. Serliga skal trívast í tað, sum Petur Háberg skrivaði. Hann var tá bert 22 ára gamal og arbeiddi saman við Ernst. Petur skrivaði millum annað:
“Ernst Sondum kom ikki at virka leingi í sínum heimlandi. Sum so mangur maður í hansara starvi varð hann stundum misskiltur, tá hann legði fingurin á veik støð í samfelagnum, kanska serliga tí, at honum dámdi best at seta sína hugsan beint fram. Ynskti ikki at nýta tey óneyðugu umsveipandi óneyðugu orð, sum aðrir hava fyri, og tí kundi kanska eitt og annað fella monnum bondskligt.
Men um nakar av tí hugsar, at tann maður, sum skrivaði, hevði eitt bondskt ella hart lyndi, so kann eg, sum í meira enn ár havi arbeitt saman við Sondum, av sonnum siga, at tað var beint mótsett. Hann var ein maður at arbeiða undir sum fáir, altíð vinarligur og týdligur, og tað var ein stuttleiki at spenna seg út fyri hann, tí hann sýndi, at hann var takksamur fyri tað. Eg veit, at eg fari ikki skeivur, tá ið eg sigi, at einhvør, sum hevði nakað við hann at gera ella kom eitt sindur í samband við hann, kom at halda av Ernst Sondum, og eg veit, at tað er mangur, sum kennir tað sárt at hoyra um hansara burturferð.
Ernst Sondum gekk leingi sjúkur, men hann sýndi eitt ídni, sum leingi skal verða leitað eftir. Hann arbeiddi hóast hann ikki orkaði. Hann stríddist, hóast hann kendi, hvussu hann viknaði, ja, hann arbeiddi inntil hansara likam fall saman.”
Thorstein Petersen skrivaði millum annað, at Ernst í sínum starvi í Noregi mangan veitti landsmonnum eina hjálpandi hond og eisini í Noregi virkaði hann fyri sínum heimlandi. Nakað tað sama skrivar Jóannes Patursson. Evind Isholm hevði eisini minningarorð í Tingakrossi.
Kelda:
Ingrið Sondum
Næstu ferð:
Komandi partur verður um abba og ommu Ernst, Onnu Elisabeth og Andreas í Dali










