Hevur landið loyvi til at hækka %-satsin á lestrarlánum?

Týsdagin tann 11. Jan. 2011 fingu fleiri lesandi við lestrarlánum frá STUDNA nøkur skelkandi boð. Boðini vóru, at rentan á lestrarlánum hækkar úr 1 upp í 3% yvir diskontuna! Í tí sambandi havi eg við hesum skrivi siterað mítt samskiftið við við STUDNA hesum viðvíkjandi. Harafturat havi eg loyvt mær við støði í stjórnarrætti og fráboðanum frá SKAT í Danmark at kanna grundarlagið fyri at gera eina afturvirkandi lóg á økinum, sum er til ampa fyri lántakaran.

Samskiftið við STUDNA
Fyrst komu boðini frá STUDNA:
Góðu lesandi.
Til kunningar verður sent tykkum skriv viðvíkjandi teimum broytingum, ið løgtingið samtyktið 23. desember 2010, í lestrarstuðulslógini. Skrivið er viðheft.
Vinarliga / Best Regards
Emil Sørensen
Í tí sambandi setti eg meg tann 25. januar 2011 í samband við Emil Sørensen frá STUDNA við fylgjandi spurningi:
Góði Emil,
Eg havi ein spurning viðv. lógarbroytingini í § 20 viðv. rentuhækkanini við 2% úr 1 í 3%. Er nevnda rentuhækking bert galdandi fyri avtalur um lán, ið eru inngingnar samstundis sum ella aftaná, at lógin er komin í gildi?
Vh.
Torkil V. Rasmussen
Í tí sambandi svaraði STUDNI mær aftur upp á fyrispurningin tann 28. Jan. 2011:
Hey Torkil.
Lógarbroytingin er fyri øll lán hjá okkum. T.v.s. lán sum eru tikin áðrenn og aftaná lógarbroytingina.
Emil

Við afturvirkandi kraft
Síðani hevur nógv verið at hoyrt um rentuhækkingina á lestrarlánum, sum landsstýrið hevur stungið út í kortið. Spurningurin er so, um tað er í lagi at lóggeva á tann hátt, at ein lóg broytir upp á eina longu avtalaða avtalu, tvs. eina rættarstøðu millum tveir partar.
Í tí sambandi skal fyrst nevnast, at tað er brot á vanligar vinnuligar meginreglur, um annar parturin broytir nakað, sum upprunaliga varð avtalað, tí avtalur skulu yvirhaldast pacta sunt servanda! Men hvussu er so við lóggávu, sum broytir avtalugrundarlagið?

Stjórnarrættur og praksis hjá danska SKAT sum dømi
Stjórnarrættarliga er sum so einki í vegin fyri at lóggeva á tann hátt, at inntrivið fær virknað á eina avtalu, sum er gjørd í tíð áðrenn sjálv lógin sá dagsins ljós. Í tí sambandi skal eg sipa til úttalilsini frá SKAT í Danmark um sama evnið:
"Det er fastslået, at der ikke er forbud mod lovgivning med tilbage-virkende kraft, og at det er et grundlæggende lovgivningsprincip, at en skærpende lov kun tillægges tilbagevirkende kraft, hvis det er bydende nødvendigt. Skatte- og afgiftslovgivningen tillægges af og til tilbagevirkende kraft, og der er her forskellige hensyn, som kan begrunde den tilbagevirkende kraft.
Skærpende afgiftslove tillægges ofte tilbagevirkende kraft til datoen for fremsættelse, da hensynet til at undgå hamstring, eksempelvis af biler med en lavere registreringsafgift, gør det bydende nødvendigt.
Selve beskatningen af fysiske og juridiske personer kan betragtes som et løbende retsforhold, men det er vel de færreste, der mener, at eksempelvis selskabsbeskatningsprocenten ikke kan forhøjes for fremtiden, - ingen har forventninger om, at beskatningsgrundlaget eller beskatningsprocenterne er faste størrelser, der ikke kan ændres eller reguleres. Ved erhvervelse af eksempelvis aktier forventes heller ikke, at reglerne om opgørelse af fortjeneste og tab ikke med tiden kan ændres. Ofte fastsættes imidlertid overgangsbestemmel-ser, hvorefter der indføres særlige "indgangsværdier" for at lempe beskatningen, eller ved at allerede optjente avancer forbliver skattefri, mens avancer optjent efter lovforslagets fremsættelse bliver beskattet.
Spørgsmålet er, om selve indkomståret skal betragtes som et løbende retsforhold, hvor skatteyderne kan siges at have berettigede forventninger til, at der ikke midt i indkomståret foretages ændringer med virkning for hele indkomståret? Og hvor der heller ikke kan foretages ændringer med virkning for hele indkomståret efter indkomstårets udløb, selv om det sker inden selvangivelsesfristens udløb?

Det afgørende er ikke, om et lovforslag har tilbagevirkende kraft, - det afgørende er en samlet vurdering af hensynet bag og konsekven-serne af en eventuel lovændring, herunder om lovændringen findes at stride mod skatteydernes berettigede forventninger."

Viðmerkingar
Sum tað stendur, og áður er nevnt, er einki sum so forboð móti lóggeva afturvirkandi reint stjórnarrættarliga. Tò stendur í skrivinum frá danska SKAT, at tað er ein grundleggjandi lógarmeginregla, at ein lóg, sum ger nakað verri fyri borgaran, bert kann setast í gildi afturvirkandi, um tað er ”bydende nødvendigt”. At enda stendur, at tað má gerast ein heildarmeting av atlitunum fyri og ímóti, tá ið lóggivið verður aftureftir til ampa fyri borgaranm, tí borgarnir hevur nakrar berettigede forventninger.
Fyri tað fyrsta er tað eingin spekulatiónsvági í lestarlánum eins og nevnt er í døminum frá SKAT. Fyri tað næsta útvísir landið óstabilitet við at lóggeva við virknað aftur í tíðina við tí endamáli at skava sær nakrar "molar" til landskassan og samstundis traðka á nøkur fíggjarliga veik. Fyri tað triðja er spurningurin, hvat landið so kann lóggeva seg til afturvirkandi á øðrum meira eymum økjum, har væntandi nógv størri vinningur kann fáast til vega? At enda er tað grundleggjandi í einum landi við fólkaræði, at borgarin kennir sína rættarstøðu. Tað økir sjálvandi um kravið, at tað mugu vera sera átroðkandi atlit, ið kunnu rættvísgera eina afturvirkandi lóggávu.
Lítla inntøkan til landið, men tunga byrðan hjá tí lántakaranum
Sambært síðu 218 í viðmerkingunum til fíggjalógaruppskotið fyri 2011 fer rentuhækkingin á lestarlánum at geva landinum eina meirinntøku áljóðandi 1,4 mió kr. í mun til árið í fjør. Um so er, at tey ungu lesandi skulu revsast við tveimum eyka %-um fyri at geva landinum 1,4 mió. krónur í meirinntøku samanborið við undanfarna fíggjaár, má okkurt vera heilt galið í Føroyum!
Tað er av týdningi at hava í huga, at tey eru allarhelst nógv, sum hava havt brúk fyri hesum góða lestrarláni. Hetta kann m.a. skyldast fíggjarligu korunum hjá lántakaranum ávikavist heiminum, sum hava gjørt tað neyðugt fyri hesi í fyrstu syftu at átaka sær lestrarlánið.
Harafturat má væntast, at lántakararnir hava innrættað seg eftir bert at skula gjalda tað, ið upprunaliga varð avtalað. Tó er tað sjálvandi einum og hvørjum klárt, at diskontan hjá Tjóðbankanum kann flyta seg upp- og niðureftir. Hinvegin stendur einki – hvørki í lánsbrævinum ella aðrastaðnis – at landið fyriheldur sær tann rætt at lóggeva, sum landið hevur gjørt.
Fleiri lántakarar hava ikki goldið lánini niður, áðrenn lógin kom í gildi. Tìskil standa hesir við sviðið soð, nú rentan er hækkað við 2% yvir diskontuna. Fyri fleiri, sum í dag standa hart í tí, kann hetta verða ein tung byrða.
Niðurstøða
Niðurstøðan má tískil vera við støði í grundleggjandi lógarmeginregluni, at 1,4 mió kr. í meirinntøku fyri fíggjaárið 2011 í mun til fíggjarárið 2010 ikki er “bydende nødvendigt”, um hugsað verður um avleiðingarnar, ið hetta fær fyri lántakararnar, ið allarhelst hava havt eina góða orsøk at taka lánið, tó undir følskum fyritreytum. Harafturat eru grundleggjandi demokratisk elementir í einum rættarsamfelag, har borgarin skal kunna innrætta seg eftir og gjøgnumskoða avleingarnar av einum lógarinntrivi, skúgvað til viks, tá ið tað eftir mínum tykki ikki er "bydende nødvendigt".