harra løgmaður! Tú veit væl, at talan verður ikki um nakra meting. Óli Breckmann fer tá avtornar -møguliga við løgmansins fulla samtykki - at halda fram við at leggja forðingar fyri eini danskari sosia [...] jú tað, sum alt hansara politiska lív snýr seg um. Tað ER hansara lív. Men her eigur borðið at fanga. Tí hvør metingin verður hjá formanni Óla, løgmanni, um komandi mál á fólkatingi, verður áhugavert at [...] at fylgja við í. Hóast fólkatingssessurin er suverenur, so er tað ein moralsk skylda hjá Anfinni Kallsberg at síggja til - um hann meinar nakað við at danir ikki skulu blanda seg upp í føroysk innanríkismál
førka seg meira, so er tað spurningurin, um vit ikki áttu at roynt eitt annað alternativ, sum er roynt aðrastaðni við góðum úrsliti. Australia og Indonesia gjørdu í fjør eina fyribilsavtalu um at loyva olj [...] enn velur, so fara tað at vera øki, sum kunnu goyma olju, ið tú letur frá tær. Tú fer at fáa minni enn tað, sum svarar til tíni mest maksimalu krøv. Hetta er ein sannroynd. EINGIN ivi er um, at bæði londini [...] íløgur har er so stórur, hava londini gjørt tað tey kalla ?A Zone of Mutual Cooperation?. Hóast tað frá bretskari síðu hevur verið sagt, at tað er best hjá grannum at hava greitt stik millum sín, so átti hesin
num man tað vera so sum so við. Kappróðurin telur ikki við í FM kappingini í ár, og 1. deildarliðið í fótbólti skal til Klaksvíkar sunnudagin. Tað hevur verið uppá tal at býta um, so KÍ fór til Runavíkar [...] at hjálpa Jan Joensen. Millum møguleikarnar eru Rógvi Jacobsen og Jan Andreasen. Um hesin seinni verður fluttur fram, so kemur Jóannes Jakobsen inn á aftasta mann. Kurt Mørkøre hevur ikki fingð vant. Hann [...] er skaddur. Abraham Hansen hevur verið burtur í arbeiðsørindum alla vikuna, men hann verður í hvussu so er við í hópinum. NSÍ hevur ongantíð vunnið landskappingardyst í Klaksvík., men í 1994 vunnu teir fyrru
eldarnar kl. 14, so ung sum eldri kunnu hugna sær niðri í Grøvini. Um kvøldið kl. 19 verður fundur við summarsangum og Arnold Abrahamsen, fyrrverandi lærari úr Fuglafirði, flytir fram røðu. Aftaná tendra [...] soleiðis sum tað oftast hevur verið, so øll sum vera við fáa gleði og gagn av at njóta okkara vøkru náttúru. Verður veðrið ólagaligt, so verður tiltakið útsett og lýst verður um hetta í Útvarpinum. Á gongutúrunum [...] verður seinni um kvøldið farin ein gongutúr út í náttúruna, og hesu ferð er ætlanin at ganga til Skarðs úr Haraldsundi, haðani farið verður kl. 21.30. Væntandi tekur túrurin uml. 5 tímar, so vit verða aftur
eftir bilinum, og tá førarin bleiv illur, spýtti hann aftur, og tá so førarin fór út úr bilinum og yvir til mannin, tók hesin ein dálk fram og setti hann móti hálsinum á bilføraranum. Bilførarin var illa [...] mánakvøldið handtikin í Havn, tí hann hevði hótt ein annan mann við knívi. Men tað hendi meira enn so. Tað var umleið kl. 16 mánadagin í Gundadali. Ein bilur við fýra fólkum í kom koyrandi niðan eftir [...] eftir bilinum. Nakrar tímar seinni varð maðurin handtikin. Í tí sambandinum gjørdi hann eisini nógv um seg, brúkti munn og sparkaði tveir politistar, eisini á støðini. Maðurin er skuldsettur bæði fyri at
hevur sagt seg úr starvi. Kjell Birknes er settur fyribilsstjóri. Jóannes Mohr heldur fram sum lærari á skúlanum fram til 1. mars 1998, eftir áheitan frá nevndini. Skúlin byrjaði virksemi sítt í leigaðum [...] leigaðum hølum í Genner í Suðurjútlandi. Hølisviðurskiftini vóru ikki góð, og í 1992 flutti skúlin so til Hygum í Norðurjútlandi, til egin og betur hóskandi høli. Í fjør varð bygt afturat, soleiðis at 16 næmingar [...] fíggjarliga eisini hevur verið tungt. Ynskilit er at fáa næmingatalið upp til umleið 60, og er ásannað, at um hetta skal náast, má innihaldið í skúlanum broytast, tó soleiðis at enn verður møguligt at taka bæði
búgva í miðbýnum í Havn, gremja seg illa um, at tað er so ófriðarligt í býnum um náttina. Tey fáa ikki blund í eyguni, orsakað av bilinum, sum koyra aftur og fram, skiftivís bremsa og speeda upp. Nógvir [...] floytuna, so tað er sum ein konsert at hoyra. Í miðbýnum búgva nógv eldir fólk, og ófriðurin er til stóan ampa fyri tey. Ein kona, sum býr nærindis Steinatúni, mælir til at steingja miðbýin um náttina. [...] Onnur ráð veit hon ikki. Hon sigur, at fleiri teirra í miðbýnum javnan ringja til politiið at klaga um gangin, men lítið hjálpir.
kunngerðini um gjaæld til arbeiðsloysiskipanina sigur, at sleppast kann undan gjaldsskyldu av hesi veiting frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin skrivliga hevur fingið fráboðan um hetta. So tað ræður bara um sum [...] krónur meira í barnapeningi um árið. Orsøkin er, at higartil hevur gjald til Arbeiðsloysisskipanina verið drigið av barnapeningunum, sum tær hava fingið, men sambært kunngerðini um gjald til arbeiðsloysiskipanina [...] men løgfrøðingurin í útvarpinum kom alment fram við hesi upplýsing í sending síni. Hvørki ALS ella Tol- og Skattstova Føroya hava gjørt nakað mistak, sjálvt um ALS-gjald í fleiri førum er tikið av barnapeningi
alment hevur úttalað seg so vanvirðisliga um kvinnur, sum ditta sær at skriva og geva bøkur út, hevur trongdin til at vita meira um kvinnuligu rithøvundarnar og bøkur teirra og ynskið um at stuðla tær í arbeiðnum [...] krav í felagnum. Tí er ætlanin at hava bókmentir sum eitt høvuðsevni á fundum í vetur og eina tíð fram. Annað høvuðsevni er kvinnusøga og/ella nýbrot úr Føroya søgu, og fyrsti fyrilesturin við tí evninum [...] kenda norska stríðskvinnan Berit Ås, sum eisini er professari í sálarfrøði, heldur fyrilestrarnar. So nú er aftur okkurt at gleða seg til. Lýst verður sum vant við skrá og fyrilesarum undan fundunum, og
Men akkurát hví, hann var so heppin, at fáa virðislønina, fær hann ikki at vita. Tað er ein loynidómur, sum tey, ið handa virðislønirnar, halda fyri seg sjálvi. Spurdur um, hví hann savnar føroysk frímerki [...] tað var stórur áhugi fyri at síggja, hvat teir umleið 30 framsýnararnir, vístu fram. Helge helt tað vera stuttligt at síggja so nógv hyggja sera áhugað eftir savninum hjá sær. Hann fekk nógvar positivar [...] upplivdu nógv spennandi á hesum oyggjunum langt úti í havinum. Helge fær fatur á frímerkjunum við at býta um við onnur, og við at fara á uppboðssølu. Líkt er til, at tað eru fá, sum tíma at savna føroysk frímerki