Ein 23 ára gamal maður varð mánakvøldið handtikin í Havn, tí hann hevði hótt ein annan mann við knívi.
Men tað hendi meira enn so.
Tað var umleið kl. 16 mánadagin í Gundadali. Ein bilur við fýra fólkum í kom koyrandi niðan eftir Hoydalsvegnum, og omaneftir kom hesin 23 ára gamli maðurin.
Hann hevði spýtt eftir bilinum, og tá førarin bleiv illur, spýtti hann aftur, og tá so førarin fór út úr bilinum og yvir til mannin, tók hesin ein dálk fram og setti hann móti hálsinum á bilføraranum.
Bilførarin var illa við, fór avstað og kom aftur, og tann 23 ára gamli stóð tá og sveiggjaði við knívinum. Tá flýddi bilførarin. Tann 23 ára gamli grýtti eisini grót eftir bilinum.
Nakrar tímar seinni varð maðurin handtikin.
Í tí sambandinum gjørdi hann eisini nógv um seg, brúkti munn og sparkaði tveir politistar, eisini á støðini.
Maðurin er skuldsettur bæði fyri at hava hótt annan mann við knívi og at hava hótt tænastumenn (politistarnar) í arbeiði teirra.










