kundu broytast til eisini at kunna virka saman við einari battarí-skipan. - Men, tíverri eru pengar ongantíð settir av til at fara víðari við hybrid-loysnini, tó at grundarlagið er lagt til at gera Teistan [...] geva tað, tey ætlandi skuldu klára. - Upprunaliga hevði Teistin trý generatorsett, sum góvu umleið 450 kW hvørt. Í 2013 varð so gjørt av at skifta orkuverkið á Teistanum út. Nógvar kanningar vórðu gjørdar [...] landi. - Men, tá orkuverkið varð skift, varð eisini hædd tikin fyri hybrid-møguleikanum, sigur hann. Jóhan Petur Abrahamsen vísir á, at í 2013 vórðu tískil fimm generatorsett á 430 kW sett í skipið. Harumframt
fíggingin fall burtur aftur longu í 2019, vórðu teljingar bara gjørdar í 2018, og í fjør. Á sumri 2018 gjørdu tey eisini eina roynd at fanga og merkja grágás, men bar ikki til at arbeiða víðari við merkingini, [...] skipa fyri fuglateljingum fyri at fáa greiði á, hvussu nógv er til av grágás í Føroyum. Havstovan sigur, at í 2018 fingu tey fígging til at fara undir teljingarnar. Eftir ætlan skuldu teljingar gerast [...] vatngoymslum runt um landið, har tey vita, at grágás heldur og tilsamans taldu tey 821 grágæs. Um heystið 2018 varð talt á 70 ymsum støðum á níggju oyggjum, og tilsamans taldu tey 1.000 grágæs. Í mars í fjør
stendur í nýggju móttøkuhøllini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. Høllin varð tikin í nýtslu síðsta mikudag, og longu nú duga tey at síggja úrslit. ##med2## Hækka brenniorkuna – Tað eru nógvir fyrimunir við [...] soleiðis at brenniorkan verður best møgulig. ##med3## Frá 53 upp til 75 tons um dagin Síðani IRF skifti ketilin í 2018, og aðrar umvælingar vórðu gjørdar, er munandi meira brent í ovninum í Leirvík. – Í fjør [...] Endamálið hjá okkum er at fáa eina javnari brenning, so at vit einfaldari kunnu blanda timbur saman við til dømis vanligum húsarhaldsburturkasti, sum vanliga er rættiliga vátt, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri
Eliasen segði, at eingin fígging er til Spógvan, sum tískil verður tikin úr sigling á hestleiðini. Hvørki í fjør, ei heldur í ár hevur nøkur rakstrarfígging verið til skipið. Tískil hava tað verið avloysarar [...] ip Landsins greiddu frá, hvussu tey meta, at ein ferðaætlan fyri siglingina á sandoyarleiðini og hestleiðini kemur at síggja út, tá nýggja farmaskipið, sum er keypt til sandoyarleiðina, kemur í flotan [...] farleiðini um Skopunarfjørð. At eingin busskoyring er til Teistan seinastu tveir túrarnar á kvøldi, hvørki úr Havn og á Gomlurætt og ei heldur úr Skopun til bygdirnar í Sandoynni, verður líka sum ongantíð nevnt
sum høvdu smekkað høvdið í, so tey fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tvær ferðir varð løgreglan eisini boðsent til húsaófrið tíðliga í morgun, har húsfólk vóru komin til ilnar í brennivíni. Har fekk [...] politistøðini, at nógv fólk var í býnum. Tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning í nátt. Ein varð tikin í Klaksvík og ein varð tikin í Havn. Og í Eysturoy rendi ein bilførari á ein steyra [...] dystinum ímillum mansliðini, endaði í Hoyvík, so har var rættiligur rómur í. Og í Norðurlandahúsinum vórðu Geytavirðislønur handaðar fyri føroyskar filmar, sum hava skarað fram úr hetta seinasta árið. Og løgreglan
tosa partarnar til sættis aftur. Í nøkrum førum varð onkur burturvístur fyri at fáa frið í lag, og onkran av teimum koyrdi løgreglan eisini til húsar fyri at forða fyri at viðkomandi elvdi til meiri stríð [...] men var so kaldur, at boð vórðu send eftir sjúkabili. Manningin á sjúkrabilinum fekk varma í hann aftur og so koyrdi løgreglan hann til húsar. Mitt í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning [...] tí at tey hava ikki klárað seg sjálvi. Og í tí eina førinum spyrst kanska ein sak um harðskap burturúr. Um tað hevði nakað við tunnusláttur at gera, skal vera óvist, men í gjárkvøldið sendu tey á Flogvøllinum
at tey ringdu eftir løgregluni. Men tá ið løgreglan kom á staðið, gjørdi hann ikki mætri enn at spýta eftir teimum. Tí varð hann tikin við á løgreglustøðina og av tí at hann var undir 18 ár, vórðu boð [...] løgregluni. Fyrru ferð var í sambandi við stóra tiltakið í Hoyvíkshøllini, har tey høvdu 80-ara tiltak í nátt. Har komu tvær kvinnur til ilnar og tískil mátti løgreglan upp í at skilja sundur. Hetta málið verður
Skotlandi var 25.855 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 17.930 tons tikin í Føroyum í mun til 12.234 tons sama ársfjórðing í fjør, og 7.925 tons vórðu tikin í Skotlandi. Samlaða tøkan fyri alt árið 2019 var [...] tons í Skotlandi. Tilsamans vórðu 10,7 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi í mun til 3,3 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 5,0 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 5,7 milliónir [...] milliónir smolt í Skotlandi. Samanlagt vórðu 18,3 milliónir smolt sett út í 2019 – 12,7 milliónir í Føroyum og 5,7 milliónir í Skotlandi. Til samanbering vórðu 12,5 milliónir smolt sett út í Føroyum í 2018
og norður eftir, norður gjøgnum hin fagra dal alt til Fuglafjarðar til hinnar góðu skipahavnar, fram hjá teim fagra fjallagarði til vinstru handar, og til høgru handar hitt fagrasta útsýni yvir á Norður [...] Norðuroyggjarnar og norður í hitt takmarkaleysa hav. Her var høgt til loft og vítt til veggja og sum tikið verður til, haðan kom hugsjón og „gata“ hans. Tað hevur verið ró yvir honum og innsýni. Hann var líkur [...] Ørminnist bara hesi húsini í grannlagnum hjá kirkjuni, táið vit leitaðu okkum til halgidómin í grannabygdini sunnudagar. Um tey vóru í góðum ella ringum standi, megnaðu míni óvitaeygu ikki at taka dagar ímillum
sóttarhaldi.Tey vóru farin til Portugáls á námsferð, men, nú vandin fyri corona-smittuni brádliga vaks so nógv, vórðu tey øll heimkallað aftur í skundi. Tey komu til Føroyar í gjárkvøldið og tey hava tað [...] skipan við fjarundirvísing til næmingarnar. Tøkniliga eru vit til reiðar, nú eru bara onkrar mannagongdir eftir, sum skulu leggjast til rættis. Men fyrst í næstu viku eru tey til reiðar við fjarundirvísing [...] myndugleikunum, verða tey sjálvandi tikin til eftirtektar. Rektarin heldur, at tað er ikki ósannlíkt, at boð fara at koma um at avmarka undirvísingina, ella at lata skúlan aftur, men tað hava tey fyrireikað seg