– Endamálið hjá okkum er at fáa eina javnari brenning, so at vit einfaldari kunnu blanda timbur saman við til dømis vanligum húsarhaldsburturkasti, sum vanliga er rættiliga vátt, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF.
Kvørnin stendur í nýggju móttøkuhøllini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. Høllin varð tikin í nýtslu síðsta mikudag, og longu nú duga tey at síggja úrslit.
##med2##
Hækka brenniorkuna
– Tað eru nógvir fyrimunir við kvørnini og móttøkuhøllini. Vit fáa nógv burturkast frá vinnulívinum. Nú kunnu tey koyra inn í móttøkuhøllina og skilja ruskið undir taki, so timbur, papp og pappír, plast og annað burturkast fer hvørt fyri seg. Tað verður heldur ikki neyðugt hjá vinnulívinum at bróta plattar og annað sundur, tí at tað ger kvørnin, sigur Poul Andrias Joensen.
IRF fær eisini nógv timbur inn frá endurnýtsluplássunum kring landið, og hetta verður alt koyrt í kvørnina. Ymiskt annað, sum skal brennast, verður eisini kvarnað, millum annað gomul bildekk.
Frá kvørnini fer tað í eina trýstbingju. Tá ið hon er full, fer tað í køstin, har tað verður blandað saman við øðrum burturkasti, soleiðis at brenniorkan verður best møgulig.
##med3##
Frá 53 upp til 75 tons um dagin
Síðani IRF skifti ketilin í 2018, og aðrar umvælingar vórðu gjørdar, er munandi meira brent í ovninum í Leirvík.
– Í fjør lá ovnurin bara stillur í 11 dagar vegna umvælingar. Vit brendu 3,2 tons um tíman. Í 2018 brendu vit 2,9 tons um tíman, og í 2017 brendu vit 2,4 tons um tíman. Um alt gongur sum ætlað, fara vit at brenna enn meira um tíman í hesum árinum, sigur stjórin á IRF.
Í fjør brendi IRF tilsamans 27.288 tons av ruski, og tað svarar til 74,8 tons um dagin um býtt verður við allar 365 dagar í árinum. Áðrenn umbyggingina brendi IRF munandi minni. Í 2017 var talið 52,8 tons um dagin.
Brennistøðin á Hjalla í Havn brendi í fjør 43,6 tons um dagin. Her skal tó viðmerkjast, at brennistøðin lá still í umleið 40 dagar vegna umvælingar. Møguleiki er ikki at brenna nógv meira enn tað í Havn.
##med4##
– Síðani vit skiftu ketil er ikki neyðugt at steðga so ofta sum fyrr. Hann er sjálvreinsandi, og vit kunnu gott koyra í eitt heilt ár út í eitt uttan at steðga. Men tað kundu vit ikki við gamla ketlinum, sigur Poul Andrias Joensen.
Í 2018, tá ið brennistøðin á Hagaleiti lá still í nakrar mánaðir, varð rusk ballað og goymt í einum grótbroti. 2.759 tons av hesum burturkastinum varð brent í fjør. Enn eru 1.470 av hesum gomlu ballunum eftir at brenna, men tað væntar stjórin verður liðugt at brenna í summar.
Savnar jarn
Nýggja kvørnin er gjørd soleiðis, at tá ið timbrið verður kvarnað, fer tað eftir einum flutningsbandi í trýstbingjuna. Í flutningsbandinum er magnet, ið fangar og leiðir seym og alt annað jarn í eina aðra bingju.
– Nú kunnu vit fáa jarnið burturúr og selja tað, og tann vegin eisini fáa eitt sindur av pengum burturúr. Fyrr fór tað til tyrvingar, tá ið tað var brent, sigur Poul Andrias Joensen.
Les meira í vikuskiftissosialinum um støðuna hjá brennistøðunum, og um vit skulu hava eina ella tvær brennistøðir.