Eingin Teisti seinastu tveir túrarnar

Sambært uppskoti, sum umboð fyri Strandfaraskip Landsins løgdu fyri sandoyggjafólk í gjár, verður Teistin tikin úr sigling seinastu tveir túrarnar á kvøldi.

 

Í gjár var borgarafundur í Samljóði í Skopun, har umboð fyri Strandfaraskip Landsins greiddu frá, hvussu tey meta, at ein ferðaætlan fyri siglingina á sandoyarleiðini og hestleiðini kemur at síggja út, tá nýggja farmaskipið, sum er keypt til sandoyarleiðina, kemur í flotan.

Á fundinum varð stórur dentur lagdur á, at talan í fyrsta lagi er um eitt uppskot, sum umboðini fyri SSL ynsktu at hoyra meiningarnar hjá sandoyingum um. Teir, sum umboðaðu SSL á fundinum, vóru Hilmar Eliasen, stjóri, Tóki Niclasen, ferðslusamskipari og Heri Norðberg, trygdarsamskipari.

Hilmar Eliasen segði, at eingin fígging er til Spógvan, sum tískil verður tikin úr sigling á hestleiðini. Hvørki í fjør, ei heldur í ár hevur nøkur rakstrarfígging verið til skipið. Tískil hava tað verið avloysarar, sum hava verið við Spógvanum, men stjórin legði dent á, at sambært galdandi reglum kunnu avloysarar ikki halda fram í óavmarkaða tíð.

Tóki Niclasen vísti við tølum á, at á túrunum hjá Teistanum eftir klokkan 20 av Gomlurætt eru ikki nógvir bilar og ferðafólk, og tá er sum heild lítið trýst á farleiðini um Skopunarfjørð.

At eingin busskoyring er til Teistan seinastu tveir túrarnar á kvøldi, hvørki úr Havn og á Gomlurætt og ei heldur úr Skopun til bygdirnar í Sandoynni, verður líka sum ongantíð nevnt í samband við ferðahagtøl.

Tað var Heri Norðberg, sum vegna SSL legði fram uppskotið um nýggju ferðaætlanina fyri Teistan og nýggja farmaskipið, og fleiri meiningar kunnu ikki vera um, at uppskotið so avgjørt ikki var tað, ið fundarfólkið høvdu sæð fyri sær.

Eini hundrað fólk vóru møtt til borgarafundin í Samljóði og øll, sum tóku orðið á fundinum og gjørdu viðmerkingar til ætlanina, vóru harðliga ímóti uppskotinum hjá Strandfaraskipum Landsins.

Fleiri ferðir vissaðu umboðini fyri SSL um, at talan var um eitt uppskot og ikki ein endalig ferðaætlan. Ferðaætlanin, sum løgd varð fyri fundin, byggir í stuttum á, at farleiðin út í Hest, nú eingin Spógvi er, verður á leið hin sama, sum hon var áður, tá Hestur var partur av siglingini hjá Teistanum.

Tað, sum á borgarafundinum serliga fekk oyggjafólk upp úr stólinum, var, at Teistin í nýggja uppskotinum skal sigla seinasta túr av Gomlurætt klokkan 20 á kvøldi. Síðan skal nýggja farmaskipið, sum bert tekur 12 ferðandi, taka teir báðar seinastu túrarnar um Skopunarfjørð.

Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskipum Landsins, segði, at farmaskipið er keypt, eftir at løgtingsins fíggjarætlan varð samtykt, og tað merkir, at pengar eru ikki settir av til raksturin av skipinum. Hann segði, at skal farmaskipið fáast í sigling innan verandi fíggjarkarm, verður neyðugt at minka um túratalið hjá Teistanum.

In.fo fer at venda aftur til onkrar av viðmerkingunum, sum bornar vórðu fram á borgarafundinum í Skopun.

##med2##