Ungur drongur spýtti eftir løgregluni

Hóast tað hevur verið nógv fólk í býnum í nátt, hevur tað kortini verið stak friðarligt, sigur løgreglan.

Tvær ferðir vóru boð eftir løgregluni. Fyrru ferð var í sambandi við stóra tiltakið í Hoyvíkshøllini, har tey høvdu 80-ara tiltak í nátt. Har komu tvær kvinnur til ilnar og tískil mátti løgreglan upp í at skilja sundur. Hetta málið verður kannað gjølligari í dag.

Seinnu ferðina var, tá ið ið ein blaðungur tannáringum var so ólátaður á einum skeinkistaði at tey ringdu eftir løgregluni. Men tá ið løgreglan kom á staðið, gjørdi hann ikki mætri enn at spýta eftir teimum.

Tí varð hann tikin við á løgreglustøðina og av tí at hann var undir 18 ár, vórðu boð eisini send eftir foreldrunum.

Drongurin er skuldsettur fyri atburðin og tað kann hann vænta sær eina bót fyri.