Nógv fegnast um, at hon er komin aftur - men hjá nógvum øðrum er hon ein plága. Grágásin er ein umstríddur fuglur. Stovnurin er við at koma fyri seg aftur í Føroyum og samstundis sum nógv gleðast um at síggja hana aftur, halda nógvir bøndur, at hon er ein plága, tí hon etur so nógv gras, sum annars skuldi sláast til seyð og neyt.
Fyri fimm árum síðani varð loyvi givið til at skjóta grágás, men tað varð ein treyt í lógini, at landsstýrið skuldi skipa fyri fuglateljingum fyri at fáa greiði á, hvussu nógv er til av grágás í Føroyum.
Havstovan sigur, at í 2018 fingu tey fígging til at fara undir teljingarnar. Eftir ætlan skuldu teljingar gerast um í fimm ár og so skuldu tær endurtakast fimta hvørt ár.
Av fíggjarligum orsøkum varð kortini bara byrjað við eini trý ára ætlan, men av tí at fíggingin fall burtur aftur longu í 2019, vórðu teljingar bara gjørdar í 2018, og í fjør.
Á sumri 2018 gjørdu tey eisini eina roynd at fanga og merkja grágás, men bar ikki til at arbeiða víðari við merkingini, sigur Havstovan.
Á sumri 2018 varð talt á 13 ymsum vøtnum, firðum og vatngoymslum runt um landið, har tey vita, at grágás heldur og tilsamans taldu tey 821 grágæs.
Um heystið 2018 varð talt á 70 ymsum støðum á níggju oyggjum, og tilsamans taldu tey 1.000 grágæs.
Í mars í fjør varð talt á 79 ymsum støðum á sjey oyggjum, og tá taldu tey 789 grágæs. Í november 2019 varð talt á 80 ymsum støðum á átta oyggjum, og hesa ferð taldu tey 689 grágæs, sigur Havstovan.
Havstovan sigur, at uttanlands verða tílíkar teljingar samskipaðar av einum stovni, ella áhugafelagsskapi, men í stóran mun gjørdar við hjálp frá almenninginum. Trupuleikin við eini tílíkari skipan er, at tað er skjót at teljingarnar verða ov óskipaðar.
Um okkara leiðir kann veðrið vera rættiliga skiftandi, og ofta er regn og kalt, tá teljast skal. Tá er skjótt at folk setast aftur, og tað endar við at summi økir ikki eru við í teljingini. Hetta elvir til feilir sum gera, at tað er ringt at meta um talið á grágæs.
Royndirnar frá teljingunum í 2018 og 2019 hava víst, at um okkara leiðir er neyðugt, at man lønar einum ávísum tali av fólki fyri at gera neyvar teljingar um alt landið. Hetta fyri, at vissa kann fáast fyri at talt verður um alt landið, og at øll økið, har man metir grágásin heldur til, verða kannað, sigur Havstovan.
Samstundis meta vit tað verða rættast, at vit, eins og áður, eisini heita á almenningin um at hjálpa til. Tað vildi givið størri vissu fyri at øll áhugaverd økir verða tald, men eisini tí man vil geva teimum, ið eru áhugað ein møguleika at vera við. Tað er týðuligt, at tað er rættiliga stórur almennur áhugi fyri grágásini í Føroyum, sigur Havstovan.











