longda leiktíð vann Arsenal ótrúliga 7-5 á útivølli móti Reading eftir at hava verið aftan fyri 0-4. Tað var einki, sum bendi á, at Arsenal skuldi fáa nakað burtur úr áttandaparts finaluni í lítlu stey [...] eydnaðist tó Arsenal at skora tvær ferðir við Walcott og Chamakh til endaliga úrslitið 5-7. Trý Premier League máttu úr kappingini móti lægri liðum. Tað var kanska ikki so óvæntað, at Leeds á heimavølli [...] skutu Michael Tonge, ElHadji Diouf og Luciano Becchio. Meira óvæntað var tað, at Middlesbrough í norðurenska derbyinum megnaði at vinna 1-0 á útivølli móti Sunderland. McDonald skoraði málið í fyrra hálvleiki
stafestu í dag, at Neistin er nógv tað besta liðið í fremstu deildini hjá kvinnum. Tær vunnu 33-22 á Kyndlim sum er nummar tvey. Neistin kom best frá byrjan og eina løtu sá út til, at tær fóru at fara frá Kyndil [...] hevði Kyndil ein møguleika at koma heilt tætt Neistanum, tá tær bláu fingu eina útvísting. Meðan Neisitin megnaði at skora upp á sítt álop, so megnaði Kyndil í tveimum førum ikki at umseta skot til mál. Miðskeiðis [...] Brauer og Marjun Danberg, sum gingu á odda og skutu málini. Tá fimm minuttir vóru eftir var øllu greitt, at Neistin fór enn eina ferð av vøllinum sum vinnandi liðið, tá leiðslan bleiv heili átta mál. Støðan
hevur boðað frá, at hann næsta kappingarár ætlar at royna seg í KÍ. Jákup er býráðslimur í Klaksvík, og hann bjóðar seg fram aftur á javnaðarlistanum í Klaksvík. Tað er ikki at undrast á, um tey [...] Støðan hevur við sær, at arbeiðið við ætlanum fyri komandi kappingarár, bíðar, inntil býráðsvalið hevur verið. Norðlýsið sigur, at teir ikki vilja blanda politikkin og fótbóltin saman [...] felag bíða við at taka fótbóltsligar avgerðir, inntil veljarin í Klaksvíkar kommunu týsdagin hevur talað og harvið gjørt av, um ein ella fleiri av KÍ monnunum skulu vera við til at stýra býnum.
tingfólk halda, at hetta talar fyri, at útbúgvingin verður endurskoðað. Men onnur hildu, at talan var kanska um fleiri orsøkir, eitt nú, at tað ber til at lesa umvegis internetið og so tað, at námsfrøðingar [...] n í undirvísingarmálum um upplýsingar umutbúgvingina til námsfrøðing. Landsstýrismaðurin upplýsir, at í ár søktu 58 lesandi inn á útbúgvingina til námsfrøðing. Í fjør vóru 69 umsóknir, í 2010 vóru 63 umsóknir
samfelagnum og ikki minst um okkara leiðir henda stórar rembingar, har neyðugt er at føroyska tjóðin finnur sína rók og sína rødd. Og at vit sjálv kunnu taka lut og taka avgerðir um okkara framtíð og møguleikar [...] grundarlag kann føroyska stjórnarskipanin útvega. Avgerandi er, at málið ikki aftur gerst politiskt fótatraðk á tingi ella millum flokkar, men at semja kann gerast um eitt uppskot, ið kann setast til fólkaræðisliga [...] heysti 2010, og í teimum broytingum, sum vórðu lagdar til 2. viðgerð á tingi í juni 2011. Í eini roynd at røkka enn størri semju um stjórnarskipanina eru nakrar broytingar gjørdar í formælinum, í grein 1,
Sandoy? Talan hevur verið um at gjørt eitt laksakryvjivirki á Sandi, men allar møguligar forðingar hava verið, so tað datt á gólvið. Nú meldaði ein av okkara vinnulívsmonnum út, at hann vildi vera partur av [...] heimstað heiman á Sandi, og var tað Poul Hansen. Eg má siga, at tað frøddi meg almikið, tá hann ringdi og greiddi frá síni ætlan. Tað er ikki hvønn dag, at vit í hesu gloymdu oyggj fáa slíkar útmeldingar. Men [...] avtoftast, er tað tað, sum er meiningin. Við hetta lag verður ikki búgvandi. Í skrivandi stund fái eg at vita at framvegis er einki ferðasamband við meginøkið. Fólk sleppir ikki til arbeiðis, ungdómurin ikki
kunnu arbeiða, soleiðis at teir ikki eru í vanda fyri at verða smittaðir, tá teir arbeiða umborð á skipinum. Ein annar trupulleiki kann gerast manningarskifti. Sermitsiaq vísir á, at Blue Water Greenland [...] og fyritøkur, sum fáa nógv burtur úr, at kanadisk skip koma í grønlendskar havnir, sigur stjórin í Blue Water Greenland, Lars Vajse, við Sermitsiaq. Hann vísir á, at tá ein kanadiskur trolari kemur við eitt [...] eitt nú 800 tonsum av fiski, so verður fiskurin lossaður. Hetta tryggjar, at lossarar fáa arbeiðstímar. Síðan skal fiskurin flytast til Danmarkar, og her kann eitt skip við 800 tonsum saktans fylla einar
fyri tingið um at broyta stýrisskipanina, so heitið »menn« verður broytt til »fólk« og soleiðis, at tingfólk kunnu kalla seg »løgtingsmenn« og »løgtingskvinnur« o. s. fr. Men fyri at broyta stýrisskipanina [...] Hóast hon bert er 25 ára gomul – stýriskipan Føroya – so rúmar hon ikki kvinnum, soleiðis at skilja, at fólk, sum eru vald á Løgting eita »løgtingsmenn«, hóast tað eru kvinnur, sum eru valdar. Somuleiðis [...] stýrisskipanina, so skal broytingin samtykkjast av tveimum ymsum tingum. Tað vil siga, at um hetta uppskotið verður samtykt, so kemur tað ikki í gildi, fyrr enn eitt nýtt løgtinging eftir næsta løgtingsval í fyrstu
Terroranalyse (CTA) metir, at vandin fyri yvirgangsatsóknum móti Grønlandi er avmarkaður, tí stríðshugað islamisma er lítil í landinum. Tó verður ávarað ímóti vandanum fyri, at atgongdin til vápn og spreingievni [...] fyri yvirgangsatsóknum í Føroyum heldur Center for Terroranalyse, at støðan í Føroyum ikki er ólík støðuni hjá Grønlandi. Tey meta tískil, at vandin í Føroyum eisini er avmarkaður. Tó sigur Center for Ter [...] spreingievni í Grønlandi er lutfalsliga løtt. Tað skrivar Sermitsiaq í dag. Í greinini verður víst á, at Center for Terroranalyse (CTA) í sínari seinastu greining av vandanum fyri yvirgangsatsóknum kortini
Litava ígjár. Men Sonni iðrar seg um, at Føroyar eins og í heimadystunum móti Ukraina og Montenegro í EM-undankappingini ífjør ikki megnaðu at fáa stig. HER ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal [...] Mortensen 1. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan, Rókur Akralíð, ið brennir eftir at fáa ein sigur nú, og vónar hann kann [...] Kjartan Johansen og debutantin, Teis Horn Rasmussen. HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dramatiska dystarendanum. Eisini ber til at hoyra viðmerkjaran hjá FM1, Gunnar Djurhuus greina dystin, og