Eftir longda leiktíð vann Arsenal ótrúliga 7-5 á útivølli móti Reading eftir at hava verið aftan fyri 0-4.
Tað var einki, sum bendi á, at Arsenal skuldi fáa nakað burtur úr áttandaparts finaluni í lítlu steypakappingini, Capital One Cup.
Eftir 20 minuttum førdi Reading 3-0 við málum frá Roberts, Koscielny sjálvmáli og Leigertwood, og tá so Hunt áðrenn steðgin skoraði til 4-0, sá svart út fyri Arsenal.
Tað eydnaðist tó Walcott at minka um munin í yvirtíðini av fyrra hálvleiki.
Olivier Giroud, sum kom á vøllin í seinna hálvleiki minkaði aftur um munin eftir 64 minuttir, og Koscielny skoraði í rætta endanum í 89. minutti. Skiltið hjá hjálpardómaran um vísti 4 minuttir, men kortini vísti klokkan meira enn 5 minuttir yvirtíð, tá Theo Walcott aftur skoraði og javnaði til 4-4.
Beint undan steðginum av eykatíðini, skoraði Chamakh so tað, sum tey flestu trúðu var sigursmálið, men Pogrebnyak fenn javnað til 5-5. Í yvirtíðini eydnaðist tó Arsenal at skora tvær ferðir við Walcott og Chamakh til endaliga úrslitið 5-7.
Trý Premier League máttu úr kappingini móti lægri liðum. Tað var kanska ikki so óvæntað, at Leeds á heimavølli vann 3-0 á Southampton, tí uppstillingin hjá útiliðnum var ikki hin sterkasta. Málini skutu Michael Tonge, ElHadji Diouf og Luciano Becchio.
Meira óvæntað var tað, at Middlesbrough í norðurenska derbyinum megnaði at vinna 1-0 á útivølli móti Sunderland. McDonald skoraði málið í fyrra hálvleiki.
Og so vann Bradford á útivølli móti Wigan eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.
Í seinasta dystinum vann Aston Villa á útivølli 3-2 móti Swindon.