Liðskiparin og landsliðsvenjarin iðra seg báðir um tepra tapið (FM1)

(FM1) Liðskiparin, Rókur Akralíð og landsliðsvenjarin, Sonni Larsen kunnu staðfesta nógvar góðar lutir, men 26-27 tapið svíður kortini

##med2##

Nógvir lutir eydnaðust betur í dag enn ígjár, tá Føroyar taptu heili 25-36 (12-18) móti Litava, men tepra 26-27 (13-14) tapið móti Slovakia svíður kortini hjá liðskiparanum og hjá landsliðsvenjaranum.

Føroyar - Slovakia 26-27 (13-14)

Føroyar: Kjartan Johansen 9, Peter Krogh 6, Helgi H. Hoydal 3, Jónas G. Djurhuus 3, Nicklas Selvig 2, Rói Berg Hansen 2, Pætur Thomsen 1, Leivur Mortensen 1. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan, Rókur Akralíð, ið brennir eftir at fáa ein sigur nú, og vónar hann kann koma í hús móti Luksemborg í morgin klokkan 16.30.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við landsliðsvenjaran, Sonni Larsen, ið kann gleðast um ta leikligu framgongdina í mun til dystin móti Litava ígjár. Men Sonni iðrar seg um, at Føroyar eins og í heimadystunum móti Ukraina og Montenegro í EM-undankappingini ífjør ikki megnaðu at fáa stig. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan, Kjartan Johansen og debutantin, Teis Horn Rasmussen.

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dramatiska dystarendanum. Eisini ber til at hoyra viðmerkjaran hjá FM1, Gunnar Djurhuus greina dystin, og hoyra samrøðu við Róa Berg Hansen.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum móti Luksemborg, ið byrjar klokkan 16.30 í morgin. Sendingin byrjar klokkan 16.10. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

(Samrøður: Rókur Akralíð og Sonni Larsen)