KÍ er upptikið av býráðsvali

Um valfepurin kenn­ist høg­ur í Klaks­vík­ar Ítr­óttarfelag, so er tað ikki so und­ar­ligt. Fleiri av teim­um, sum hava stóra á­byrgd í størsta ítr­ótt­ar­fel­ag­num ­í Klaks­vík, bjóða seg fram á bý­ráðs­­va­l­i­num, sum verð­ur týs­­dag­­in.

Støðan hev­ur við sær, at ar­beiðið við ætl­an­um fyri kom­­andi kapp­ing­ar­ár, bíðar, inn­til bý­ráðs­val­ið hevur ver­ið. Norð­lýsið sigur, at teir ikki vilja blanda politikkin og fót­bólt­in saman.
Tummas Lervig er for­mað­ur í KÍ. Hann er uppstillaður á javn­að­ar­listanum í Klaksvík.
Ein ann­ar í ovastu leiðsluni í felag­num er Jóhan Lútzen, sum hev­ur ábyrgdina fyri sam­skifti. Hann er á tjóð­veld­is­list­a­num í Klaksvík.
Karl Marius Poulsen er nevnd­ar­limur í KÍ, og síðsta kapp­ing­arár var hann hjálp­ar­venj­ari hjá Páll Guðlaugsson. Hann er upp­still­að­ur á tjóð­veld­is­list­a­num í Klaksvík.
Jóan Pauli Jacobsen var síðsta kappingarár høv­uðs­venj­ari í ungdómsdeildini hjá KÍ. Hann er á tjóð­veld­is­list­a­num í Klaksvík.
Aleksandar Djordjevic var síðsta kappingarár venj­ari hjá sigursvandu KÍ kvinn­unum. Aleksandar er á sambandslistanum í Klaks­vík.
Jákup Mikkelsen var síðsta kappingarár málverji hjá ÍF. Hann hevur boðað frá, at hann næsta kappingarár ætl­ar at royna seg í KÍ. Jákup er bý­r­­­áðs­limur í Klaksvík, og hann bjóðar seg fram aft­ur á javnaðarlistanum í Klak­s­vík­.
Tað er ikki at undrast á, um tey í Klaksvíkar Ítr­ótt­ar­felag bíða við at taka fót­bólts­ligar avgerðir, inntil veljarin í Klaksvíkar kommunu týs­dag­in hevur talað og harvið gjørt av, um ein ella fleiri av KÍ monnunum skulu vera við til at stýra býnum.