landsliðið hevur verið á venjingarlegu so tíðliga á árinum, hevur tað ofta verið ein trupulleiki, at fleiri av spælarunum hava fingið onkrar skaðar orsaka av hørðu venjingarskránni, men soleiðis hevur ikki verið [...] verið í ár. - Eg má siga, at tað hevur verið sera hugaligt í ár. Tað er ikki ein spælari, sum hevur lopið eina venjing um, tí at hann ikki hevur verið førur fyri at vant, og tað er ógvuliga gleðiligt, [...] longu sama dag, sum komið var til La Manga, vandi føroyski landsliðshópurin fyrstu ferð, og síðani hevur verið vant tvær ferðir dagliga. Tá ið vit fingu fatur á Henrik Larsen umvegis fartelefon úr Spania
fyri eystan eitt sindur nærri. Við umborð hevur kendi norski myndlistamaðurin Ørnulf Opdahl verið. Hann hevur m.a. havt framsýning í listaskálanum og hevur í løtuni framsýning í Grimsby, Skotlandi. Meðan [...] Farstad, sum fortelja mær frá ferðini higar og skipinum, sum hevur ígjøgnum hvørt av sínum. Skipið er saman við tveimum øðrum í einum ferðafylgi og hevur vitjað í Føroyum í eina stutta viku. Sunnudagin fóru skipini [...] Umborð á gamla seglskipinum er ein, sum hevur leitað afturá familjuslóðina í Føroyum nágreiniligari Skopun. Men umborð er hesin ikki at hitta. Tað er ólavsøkukvøld og maðurin, Modulf Gjeldsvik, er uppi
Jákup Weihe er búsitandi á Selatrað. Hann hevur búð har fast síðani 1983. Áðrenn tað búði hann uttanlanda, og hann hevur eisini siglt úti. Jákupi dámar væl at búgva á Selatrað. Um summarið er sera vakurt [...] byrjanini av 90´unum. Nú heldur handilin fram sum dekksøla og fiskaútflutningur. Handilin hevur hátíðarhald í ár, nú hann hevur verið opin í 150 ár. Einahandilin varð avtikin 1. januar í 1856. Handilin á Selatrað [...] meg ikki. Í frítíðini plagar Jákup at fríðka um rundum húsini hjá sær. Hann hevur stóran hava rundanum húsini, og hann hevur plantað nogv trø rundanum. - Eg ætli mær at kappast við plantaguna, sigur hann
at nógv hevur verið til av smáum upsa og spurdur, hvar tann stóri fiskurin er, sigur hann, at tað hevur hann einki boð uppá. - Eg haldi, at fiskurin veksur eitt sindur seinni nú, enn hann hevur gjørt, tá [...] fyri at finna ein so lágan upsaprís, sum hann hevur verið nú í longri tíð. Reiðarin vísir á, at prísurin á upsanum veldst eisini um støddina, og upsin hevur leingi verið ógvuliga smáur. Nógv reyðæti Hann [...] higartil í ár sum í fjør, men miðalprísurin hevur verið lægri í ár. Hann vísir á, at partrolarar partvís hava roynt eftir hvítum fiski, nú upsaprísurin hevur verið so lágur, men hann ivast í, um hvíti fiskurin
at fáa skipið tá. Hann sigur, at í sáttmálanum hevur Skipasmiðjan tryggjað sær, at hon hevur 30 dagar at leypa uppá, uttan at tað fær avleiðingar. Men hevur Skipasmiðjan ikki levera skipið í seinasta lagi [...] -Sostatt hevur skipasmiðjan eisini rættiligastóran áhuga í at levera skipið til tíðina, sigur hann. Samstundis hevur Strandferðslan eisini gjørt Skipasmiðjuni greitt, hvussu stóran týdning tað hevur, at skipið [...] , at hetta megnaði hon ikki og at hon tíð hevði verið noydd at leggja eina nýggja tíðarætlan. Nú hevur Skipasmiðjan ásett,at nýggi Smyril skal handast Strandferðsluni 30. oktober, ella 18 dagar seinni
fyri at fáa heiðursmerkini. Seinastu fýra ferðirnar hevur EBStreymur ikki tapt, meðan Skála ikki hevur vunnið fýra tær seinastu ferðirnar. Skála hevur ligið á heiðursmerkjaplássunum alt kappingarárið, men [...] rivjabeinunum. Hann hevur ikki vant, men teir vónaðu í gjár, at hann fór at verða førur fyri at spæla. Tað sama vónaðu teir fyri Knút Vesturtún, sum varð innskiftur mánakvøldið. Hann hevur drigist við bruna [...] at loysa av. Hallur Jacobsen er skaddur, og tað er ivi um tríggjar aðrar spælarar. Størsta áhugan hevur tað, hvussu tað fer at verða við Sorin Anghel. Mánakvøldið segðist tað, at hann breyt nøsina á Sv
langt út um bóndaskap og Velbastað. Hann hevur óvanliga gott minni, hevur nomið sær kunnleika um alt millum himmal og jørð og eigur eina ótrúliga vitan. Hann hevur stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum [...] natúrligt, at hann, umframt at bóndast, eisini hevur verið uppi í politikki og í almennum nevndum. Dánjal Pauli er fólkafloksmaður um ein háls, og hann hevur havt týðandi álitisstørv í flokkinum. Hann er [...] Olivur Lisberg, sum fekk tað fyrsta føroyska flaggið framleitt í Keypmannahavn í 1919. Dánjal Pauli hevur eisini stillað upp fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy, men varð ikki valdur. Harafturímóti kom hann
Alternativ viðgerð breiðir seg meira og meira til Føroya. Zoneterapi hevur havt fótin innan fyri í eina rúma tíð, og akupunkturur eisini. Tað hevur tó ikki verið nøkur klinikk, sum burtur av bjóðar akupunktur [...] Petra Gardar Neumann, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur, hevur júst latið eina klinikk upp í Brøttubrekku í Tórshavn. Petra hevur búð í Danmark í mong ár, men nú er hon flutt heim við familju sínari [...] hvørjum akupunkturur kann hjálpa ímóti, og tískil hevur hon gjørt ein faldara, har upplýsingarnir um viðgerð og annað kunnu fáast. Viðgerðin Akupunkturviðgerð hevur ongi hjáárin, men tað er ikki óvanligt, at
uppvøkstur. Gestablíð hevur Torborg altíð verið, so húsið var ofta fult av børnum og mong fólk komu - og koma enn - á gátt. Tá børnini vuksu til, fekk Torborg sær lønandi arbeiði. Hon hevur m.a. ansað børnum [...] arbeiða í køkinum har. Hon hevur altíð duga sera væl at matgjørt, og mong eru tey, sum hava notið gott av hesum. Tað munnu vera fáir fótbóltsleikarar, sum ikki kenna Torborg. Hon hevur "tikið sær av" flestu [...] samband við altjóða dystir og venjingarlegur. Eisini hevur Torborg matgjørt, tá brúdleyp og onnur tiltøk hava verið á Svangaskarði. Seinnu árini hevur Torborg ikki arbeitt, men hetta merkir langt í frá,
Ova Nysted, sum hevur verið álit í miðverjuni. Jákup er skaddur, og hinir báðir eru leikbannaðir. Andreas Johannesen, sum spældi fimm minuttir fyrr í summar ímóti FCK, men annars ikki hevur verið á besta [...] leingi hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum. Hjá EB/Streymi verður sagt, at tað stendur væl til. Allir teir, sum vóru við, tá ið teir spældu ímóti HB í Gundadali, eru tøkir. EB/Streymur hevur síðani [...] heilsanin borin víðari. Hóast EB/Streymur hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar, so mugu teir finna seg í, at teir verða roknaðir sum favorittar ímóti KÍ, ið hevur verið rættuliga tannleyst. Tá ið liðini