Summarfestivalur
Nú er enn eitt stórt navn komið á lýsingarlepan hjá Summarfestivalinum 2005. Anne Linnet verður nevniliga við á Summarfestivalinum í Klaksvík, umframt Brian McFadden og Shakin Stevens.
Tað er eydnast fyrireikarunum at fáa Anne Linnet hendavegin, hóast hon seinnu árini einamest hevur spælt kirkjukonsertir, og ikki tær stórufingnu rock konsertirnar, sum vit kendu hana fyri fyri nøkrum árum síðani. Men á Summarfestivalinum fer hon aftur á vanligan pall at spæla sínar kendastu sangir.
Nógv seld atgongumerki
- Hugskotið at fáa Anne Linnet hendaveg var gott og vit fóru í gongd. At fáa júst ein sangara og sangskrivara av hennara slag hendaveg er gott og mær hevur eisini altíð dámt Anne Linnet væl, so eg eri glaður fyri, at tað eydnaðist at fáa hana hendaveg, sigur Steintór Rasmussen, fyrireikari.
- Tað er annars so, at Anne Linnet seinnu árini mest hevur spælt til kirkjukonsertir. Vit hugsaðu tí eisini um Christians-kirkjuna og royndu eisini hesa loysn. Her á staðnum møttu vit ikki trupulleikum millum prestar, kirkjuráð ella onnur. Men hinvegin er tað so í Føroyum, at til ber ikki at taka atgongumerkir í kirkjum, so sum tey gera t.d. í Danmark. Tiltakið hevði tí verið ov tungt, bæði praktiskt og tekniskt. Vit høvdu t.d. onga ávirkan havt á, hvussu nógv komu til tiktakið og so mangt annað splælir inn eisini, sigur Steintór.
- Men vit ringdu til Anne Linnet og fóru aftur til upp-runahugskotið, har tað var lagt upp til, at hon fer á pall á sjálv-um Summarfestivalinum. Og hetta eydnaðist, sigur Steintór Rasmussen.
- Sjálvur eri eg fegin um at hava við ein slíkan progresivan sangara og sangskrivara, og so er eisini at fegnast um, at vit hava eina kvinnu við, sigur Steintór.
Við sær hevur Anne Linnet ein pianist og kórsangarar og á skránni eru hennara kendastu sangir, so sum Tusind Stykker og fleiri.
Anne Linnet verður á pallinum leygarkvøld í Klaksvík, men dagin eftir hevur hon eina framførslu í Norðurlandahúsinum. Hesum hevur Summarfestivalurin syrgt fyri, tí Anne Linnet vildi fegin hava meira enn ta einu konsertina, nú hon vitjar í Føroyum. Hon hevur vitjað í Føroyum áður, men ikki ? sum nú ? við stóru landaplágunum á skránni.
Longu nú er avmarkað tal av heldur bíligari atgongumerkjum at fáa í forsølu og sølan hevur gingið sera væl. So væl, at eini 1300 til 1400 av teimum 2000 tøku bíligaru atgongumerkjunum longu eru seld, siga fyrireikararnir til Summarfestivalin í Klaksvík.