Fótbóltur
Sjónvarpið hevur um vikuskiftið aftur gjørt upptøkur frá dystum í Formuladeildini í fótbólti, og brot úr dystunum verða send í 3-2 í kvøld.
Ósemja hevur annars verið millum Kringvarpið og ÍSF um innihaldið í sáttmálanum teirra millum. Sponsornavnið á bestu fótbóltsdeildini og serligir lýsingaveggir til samrøður hava verið í miðdeplinum, og tað hevði við sær, at Sjónvarpið gavst at senda føroyskan fótbólt fyri trimum vikum síðani.
Nú hevur samband aftur verið millum partarnar, og 3-2 fer at senda brot úr dystunum í Formuladeildini í kvøld.
- Vit standa ikki so langt frá hvørjum øðrum, og vit rokna við at finna eina varðandi loysn á ósemjuni. Vit senda fótbólt aftur í kvøld, og seinni í vikuni fara vit at fundast við ÍSF um sáttmálan, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpi Føroya
Samráðast um nýggjan sáttmála
Sáttmálin við Ítróttarsamband Føroya og Kringvarpið er galdandi fyri hetta árið, men stendur tað til Kringvarpið verður nýggjur sáttmáli gjørdur í næstum.
- Vit hava sent skriv til ÍSF um at fara undir samráðingar um nýggjan sáttmála. Ætlanin var, at hetta skuldi gerast í oktober mánaði, men vit eru sinnaðir at byrja hesar samráðingar nú, sigur Jógvan Jespersen.
- Tað er so lítið eftir av galdandi sáttmála, at vit duga ikki at síggja nakra orsøk til at stríðast um innihaldið. Tí fara vit undir at senda fótbólt aftur, og seinni í vikuni skulu vit avtala meira ítøkiliga, hvussu vit fara fram restina av hesum árinum, sigur Kringvarpsstjórin.
Hann fæst tó ikki til at siga, um Kringvarpið hevur bakkað mótvegis ÍSF. Millum annað hevur verið frammi, at Sjónvarpið fer at brúka rætta heitið á fremstu fótbóltsdeilini í 3-2.
- Nú fáa vit at síggja, er tað einasta Jógvan Jespersen fæst at siga.
FSF hevur ikki bakkað
Óli Holm, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, sigur, at eingin verulig semja er gjørd millum partarnar um stríðsmálini í sáttmálanum, men samband hevur verið millum partarnar.
- Sum eg havi skilt tað, fer Sjónvarpið undir at senda fótbólt aftur í kvøld, og seinni skal fundur verða millum partarnar, sigur Óli Holm.
Hann sigur, at Fótbóltssambandið hevur ikki tikið nøkur av sínum krøvum í sambandi við upptøkur av dystum aftur.
- Vit hava ein galdandi reglugerð um upptøkur av dystum í Formuladeildini, og hon er framvegis galdandi, sigur Óli Holm.