eisini at vaksa upp í heiminum sum tað yngsta í systkinaflokkinum. Sum tær flestu ungu genturnar tá á døgum, fór mamma út at tæna sum 15 ára gomul og helt millum annað hús í Sundalagnum og í Havn. Frá 1953 [...] á Hotel Annex í Keypmannahavn. Í 1956 giftist hon við pápa okkara, Hans Mikkelsen av Toftum. Tey settu búgv í Torbisgerði og vit gjørdust fýra børn: Jón, Tórður, Kári og Eilis. Jón býr í Lystrup við Århus [...] búgva uttanlands, ávikavist í Íslandi og Onglandi, men sjálvt um tær eru komnar væl upp í árini, so vitja tær sera oftani í Føroyum. Lættsintar, sum tær eru, er tað altíð ein smittandi látur uttan um tær
ávísum eftirliti. Síðan er ætlanin, at ein “lág” gátt verður í miðhæddini, har tey heimleysu skulu kunna koma og fara, meðan dagur er. Á loftinum verður síðan ein snotulig uppihaldsstova við sera góðum [...] tí gamli Kaggin brendi, liggur væl fyri í Havnini við góðum útsýni, og Frelsunarherurin er komin eftir, at hetta er ein sterkur og góður bygningur. - Nú verður ein umbygging av bygningunum teknað, og síðan [...] komið upp á pláss, fara vit í gongd, og vit miðja avgjørt eftir, at nýggja herbergið verður liðugt at taka í nýtslu, áðrenn langt um líður. Hann sigur, at Frelsunarherurin í øllum førum miðjar eftir, at
Viðareiði, og í dag fara vit aftur í Streymoynna og hava bygdirnar fyri vestan, Skæling og Vestmanna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at undirritaðu onki órudd funnu í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík. Tillukku [...] Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini. Og [...] at vera lend í Vágum. Í øðrum parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyri kortum hevði umhvørvisviku, og í triðja parti
virkaði í nógv ár í Etiopia. Farloyvi og so avstað aftur til Konso Eg plagdi at vera heima í farloyvi eitt ár í senn. Fyrstu ferð eg fór heim var eftir at hava verið í Etiopia í fimm ár. Eg fór heim í 1965 [...] tjóðardrikkur í Etiopia og er eisini en stórur partur av framleiðsluni hjá landinum. Kaffi kemur av fyrstu tíð fram í Etiopia í 13. og 14. øld og kemur til Europa seinast í 16. øld. Ein landspartur í Etiopina [...] við sum gestir. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at eina ferð skuldu vit í Konso fáa vitjan av sjálvum keisaranum. Alt var skimmað sum til ein kongavitjan í Føroyum. Tað var bíðað í spenningi eftir tyrluni
universitetum í USA, Harward og Columbia. Hann var kosin senatorur fyri statin Illinois eftir at hava verið virkin í lokalpolitikkinum í heimstatinum. Uppstillingin er sostatt ein sera týðandi hending í søguligum [...] uppstillingin í gjárkvøldið av Barck Obama sum valevni til forsetavalið í USA er ein søgulig hending, og talan er sostatt eisini um eina søguliga uppstilling. Hetta er fyrstu ferð, at ein afroamerikanari [...] stillaður upp til týdningarmesta politiska starv í heimsins mætasta stórveldi. Fyrstu ferð, at ein afroamerkanari yvirhøvur tók lut í landsfundi demokratana var í 1936, so her er nógv hent, um hugsað verður
KFUK í Havn Mánadagin 1. sept. kl. 15 í KFUK: Seinnapartsamkoma. Filmur frá útferðini í Leirvík verður vístur. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn og ung. Hósdagin kl. 19.30 í KFUK: Fundur í KFUK [...] til, formannin:?Sofíu Haraldsen, tlf. 332741 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið [...] r 37. AA-fundir í Vestmanna Í Skótahúsunum Hósdag kl. 20 AA-fundur. Sunnudag kl. 17 AA-fundur (opin fundur). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn
Klaksvíkar kommunu, har teir løgdu seinastu hond á ein kunningarfaldara. Hesin kunningarfaldarin skal sendast í hvørt húski í kommununi ein av fyrstu døgunum í komandi viku. Her verður greitt frá øllum tí, [...] vitja ymisk støði í kommununi, fyri at hoyra viðmerkingar hjá fólki til spurningin. Trupulleikin í øllum málinum, og tann rættiliga sjáldsama støðan í Hvannasundi er, at borgarstjórin í kommununi, Júst Poulsen [...] tja, - kanska bara brúkar tær aðrastaðni enn í Hvannasundi – til dømis at asfaltera í Klaksvík, gerð av eldrasambýli í Svínoy ella kanska til umsitingararbeiði í teirri stóru Norðoya Kommunu. Hesi fólkini
Og tað er eins týðiligt, at teir eru væl lærdir í tí, at tá ein ger handalig arbeiði, so er neyvleiki ein avgjørd fortreyt fyri einum góðum úrsliti. - Man tað ikki vera í lagi nú?, spyr ein av monnunum [...] verður nevniliga ein brúðarvígsla í hesi norðastu kirkju okkara. Ein vígsla her og síðani eitt brúdleyp í ítróttarhøllini í Vestmanna sum man fara at spyrjast! Betri atkoma 20. november í ár eru liðin 116 [...] hoyrist ikki mannamál, og allar hendur eru til arbeiðis, her í kirkjutúninum henda mikudagin í farnu viku. Ein maður arbeiðir í einari maskinu, ein annar riggar til og tveir leggja grúsið til rættis, soleiðis
býtt, at ein mátti fara allan vegin til Klaksvíkar bara fyri at keypa ein pakka av mjólk, sigur Maria Jacobsen. Í sløk tvey ár hevur eingin handil verið í bygdini, og hava tey, ið ikki dagliga vóru í Klaksvík [...] kundu fáa lut í somu tilboðum sum fólk aðrastaðni kring landið. Men ein dagin í november 2006 var hesin møguleikin tikin frá teimum. Síðani hava tey verið noydd at farið annaðhvørt í kioskina í bygdini, ella [...] til handlarnar í grannabygdunum – Norðdepli og Klaksvík, og kanska eisini í Árnafirði! Um somu tíð var klaksvíkskvinnan Óluva Frederiksen farin at hugsa um, at hetta kundi ikki bera til í longdini. Hennara
hátíðarhald her í Etopia. Hendan dagin í 1941 kom keisarin Haile Selassie heim aftur eftir at hava verið í útlegd í Onglandi, meðan italienarar vóru her í landinum sum hersetingarvald. Hesin dagur hevur verið [...] partur Í seinasta parti greiddi Elsa frá sínum virksemi sum jarðarmóður í Etiopia. Veruliga havi eg sjálvur, sum skrivi hetta, hitt eitt av børnunum, sum Elsa hevur tikið ímóti. Hetta var í Íslandi í 2006 [...] messaðu og sungu. Í Konso var koptisk kirkja á amahariska økinum. Detta í eldin Tað koma 100-150 sjúklingar um dagin til klinikkina. Tað hava verið upp til 250 ella fleiri sjúklingar ein dag í Konso, og tá