Søgulig uppstilling

Oddagrein:

Tað er ikki ov nógv sagt, at uppstillingin í gjárkvøldið av Barck Obama sum valevni til forsetavalið í USA er ein søgulig hending, og talan er sostatt eisini um eina søguliga uppstilling. Hetta er fyrstu ferð, at ein afroamerikanari er vorðin stillaður upp til týdningarmesta politiska starv í heimsins mætasta stórveldi. Fyrstu ferð, at ein afroamerkanari yvirhøvur tók lut í landsfundi demokratana var í 1936, so her er nógv hent, um hugsað verður um javnstøðu millum tey hvítu og afroamerikanarar. Obama er framúr væl skikkaður sum forestavalevni. Hóast komin úr smáum korum, so fekk hann sera góða útbúgving sum løgfrøðingur frá bestu universitetum í USA, Harward og Columbia. Hann var kosin senatorur fyri statin Illinois eftir at hava verið virkin í lokalpolitikkinum í heimstatinum. Uppstillingin er sostatt ein sera týðandi hending í søguligum høpi og ein varði í stríðnum fyri javnstøðu millum ymsu rasurnar í USA.

 

Amerikansku veljararnir sleppa nú at velja millum tvey sera ymiskar valevni. Munurin millum politisku sjónarmiðini hjá McCain og Obama er sum dagur og nátt. McCain er á mongum innanríkispolitiskum økjum enn meira konservativur enn Busch. Hann er ser harðrendur í spurninginum um rættindi hjá samkyndum, um fosturtøku og hann gongur inn fyri, at deyðarevsing skal nýtast nógv meira enn í dag. McCain vil lækka skattirnar hjá meðal- og yvirstættini. Uttanríkispolitiskt fer hann helst at tosa meira við Europa, men hann vil samstundis herða kríggið í Irak, og hann hevur fleiri ferðir mælt til at bumba Iran.

 

Obama hevur alla tíðini verið í andstøðu til kríggið í Irak, og hann er fyri eini meira diplomatiskari kós í mongum truplum uttanríkispolitiskum málum. Hann vil hava heilsu- og almannaverkið broytt og vil tryggja teimum umleið fýrati milliónunum, sum als onga sjúkratryging hava, eina sømiliga skipan, so øllum amerikanarum stendur viðgerð í boði. Obama hevur eisini eina nógv bleytari støðu enn McCain í málum um rættindi hjá samkyndum og í spurninginum um fosturtøku. Hann gongur eisini inn fyri einum meira ábyrgdarfullum umhvørvis- og veðurlagspolitikki, hann er ímóti skattalætta hjá teimum ríku, og hann fer at seta tiltøk í verk til tess at minka um útlátið av CO2. Í spurninginum um deyðarevsing er hann ikki heilt greiður - honum dámar ikki hesa revsing. Hann hevur talað um at endurskoða alla rættarskipanina, og hann vil ikki útilokað, at henda revsing kann vera neyðug í heilt serstøkum førum.

 

Tað eru sostatt tvey sera ymisk valevni, ið nú bjóða seg fram til forsetavalið í heyst. Metingarnar eru sum vera man ymiskar, og tað eru eygleiðarar sum halda, at Obama bert fer at reka politikkin hjá Clinton víðari, meðan McCain serstakliga í mun til Europa fer at reka ein øðrvísi politikk enn t. d. Busch hevur rikið. McCain er illa dámdur í Busch hópinum, og hetta kann koma honum til góðar við valið. Tað verður sostatt ein sera spennandi dystur og flestøll vóna broytingar til ta betra fyri USA. Við hesum í huga er Obama besta boðið við tað, at hann stendur fyri teimum størstu búskaparligu, umhvørsvsligu og sosialu broytingunum.