Fegið til kirkju fólkið kann fara

Í løtuni er økið frammanfyri Viðareiðis kirkju at meta sum eitt arbeiðspláss, nú ymiskar ábøtur verða gjørdar innan fyri kirkjugarðin. - Ja, vit mugu bara dríva á. Hetta arbeiðið má og skal verða liðugt áðrenn leygardagin komandi, sigur formaður teirra, Essa Petersen úr Norðdepli

Viðareiði: Her hoyrist ikki mannamál, og allar hendur eru til arbeiðis, her í kirkjutúninum henda mikudagin í farnu viku.

Ein maður arbeiðir í einari maskinu, ein annar riggar til og tveir leggja grúsið til rættis, soleiðis at tað verður so slætt sum tilber.

Tað er týðiligt, at hetta hava teir roynt mangar ferðir áður. Og tað er eins týðiligt, at teir eru væl lærdir í tí, at tá ein ger handalig arbeiði, so er neyvleiki ein avgjørd fortreyt fyri einum góðum úrsliti.

- Man tað ikki vera í lagi nú?, spyr ein av monnunum.

Hann er skjótur niður á knæ. Hann kikar og javnvigar eina løtu niðan móti kirkjuni, fyri at tryggja sær, at hetta arbeiðið verður væl úr hondum greitt. At alt er gjørt soleiðis, at múrarin, sum nú skal til arbeiðis, kann fremja sítt handverk í sama anda, um ein kann siga tað so.

Samstundis við hetta, er formaður teirra, Essa Petersen farin við lastbili sínum tvørtur um Hvannasund – yvir á Múlavegin eftir mosagróti, sum skal brúkast til at laga tann innara garðin.

- Jú, eg haldi at teir eru óførir, sigur hann við einum brosi.

Leygardagin komandi má arbeiðið verða liðugt. Tá verður nevniliga ein brúðarvígsla í hesi norðastu kirkju okkara. Ein vígsla her og síðani eitt brúdleyp í ítróttarhøllini í Vestmanna sum man fara at spyrjast!


Betri atkoma

20. november í ár eru liðin 116 ár síðani henda kirkjan varð vígd. Síðan tá er nógv viðlíkahald og nógvar broytingar farnar fram. Millum annað er tekjan skift fýra ferðir og stoypijarnsvindeyguni eru skift út við trævindeygu.

Í einum blaði í sambandi við Norðoyastevnuna í fjør greiddu vit frá arbeiðinum hjá viðinginum, Dánjali Lydersen við at skráseta og navngeva øll tey, ið liggja grivin í kirkjugarðinum við sjálva kirkjuna.

Nú eru menn so farnir undir enn eitt stig at fríðka um kirkjuna, nevniliga at gera arbeiðið liðugt uttanfyri. Og ætlanin er sum nevnt, at hetta skal verða liðugt í hesi vikuni – áðrenn tann stóra dagin hjá einum komandi hjúnum leygardagin.

Ein partur av hesum arbeiðinum hevur sum nevnt verið at breiðka trappurnar, eins og teir hava bøtt um tann lága garðin, innanfyri sjálvan garðin kring um snotuligu kirkjuna.

Men í triðja lagi er eisini eitt stórt arbeiði gjørt fyri at betra um atkomumøguleikarnar hjá eldri og rørslutarnaðum til kirkjuna. Her hava Essa og hansara menn stoypt upp í norðaru trappuna, eins og ein rampi er gjørdur við vestaru hurðina til koyristólar.

Umframt hesi arbeiðini hava teir gjørt forarbeiðið til tann næsta mannin – einum múrara, ið skal leggja flisar allan vegin runt um kirkjuna.

Henda góðveðursdagin í farnu viku, tá Sosialurin vitjaði arbeiðsplássið, vóru fimm mans til arbeiðis.

- Vit eru onkutíð upp í fimm mans, og aðrar tíðir færri. Men vit eru so altíð tveir mans til arbeiðis, sigur Essa.


Fullkomuliga brekkaðir

Mikudagin vóru teir sum nevnt til arbeiðis við Viðareiðis kirkju. Frammanundan hesum hava teir havt nógv onnur arbeiðir ymsastaðni kring oyggjarnar, serliga í Klaksvík.

Her er talan bæði um smærri og størri arbeiði. Teir hava fríðkað rundan um hús, gjørt skráningar og hava eisini havt ymisk arbeiðir innan kloakkviðurskiftini, m.a. hjá Hvannasunds kommunu

- Beint nú er ein stór maskina í ferð við at velta eitt stórt øki hjá einum bónda úti á Norðoyri, greiðir Essa Petersen frá.

Arbeiðsfólkum hansara nýtast kortini ikki at stúra fyri morgindegnum, og at teir skulu ganga fyri einki í komandi tíð. Líkt er til, at tørvur er á slíkari arbeiðsmegi, tí á ordralistanum eru fleiri onnur arbeiði, bæði í Klaksvík, Gøtu og aðrastaðni.

- Í Gøtu skulu vit leggja nýtt flag á eina tekju, sum reiv í ringum veðri í vetur. Og síðani eru fleiri garðar at gera, millum annað í Signabø.

- So tú skilir, at vit eru fullkomuliga brekkaðir – faktiskt allan vegin til jólar, sigur Essa við einum brosi.


Útróðrarmaðurin sum fór í land

Hóast Essa Petersen hevur arbeitt á landi í nógv ár, er hann – enn – kanska mest kendur sum útróðrarmaður.

- Ja, eg livdi av hesum í samfull 10 ár, greiðir Essa frá.

Hesi árini rak hann ein útróðrarbát, og var haraftrat íðin talsmaður fyri rættindunum hjá hesum bólki. Hetta gav honum eisini mong álitisstørv hjá útróðrarmonnum.

Hann var eitt skifti formaður í Útróðrarfelagnum Eystan Múla, og var somuleiðis næstformaður í Meginfelagi Útróðrarmanna, ta tíðina sum Martin Strøm var formaður.

- Eg legðist uppá land fyri nøkrum árum síðani. Og orsøkin var hin einfalda, at eg orkaði ikki meiri.

- Tí, satt at siga: Mær dámdi hetta arbeiðið heilt ótrúliga væl, men tað er eitt stórt MEN: At skula drifta ein útróðrarbát í dag, og við øllum tí sum tað krevur, - ja, tað krevur sín mann, sigur Essa Petersen, sum gavst sum slíkur, tá hann rakk teimum 53 árunum.

Hóast hetta, leingist honum av og á aftur til hetta lívið: - Hetta var eitt sera stuttligt og spennandi lív, har eingin dagur var eins. Men, men - hetta gjørdist simpelthen alt ov strævið fyri meg! 



Kirkjugøtan

Í kenda sálminum eftir Grundtvig »Kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur, um tornini falla« og í týðing Jákup Dahls frá 1925 verður sungið soleiðis í seinasta ørindinum: 


Gævi tá Guð, ið hvussu er,

altíð, tá klokkurnar kalla,

fegið til kirkju fólkið fer,

samlynt um verðina alla!

«Verðin væl ei, men tit meg sjá,

alt, tað eg sigi, verður svá,

veri Guðs friður við øllum!» 

Nú er vorðið lættari hjá øllum at fara í kirkju á Viðareiði. 




Viðareiðis kirkja

20. november 1892 varð nýbygda kirkjan á Viðareiði sýnað og góðkend av J. Heinesen og S. Fr. Jacobsen.

Seinni sama dag varð kirkjan vígd av J. C. Evensen, prósti. Í góðveðrinum var nógv bygdafólk komið saman, og gingu tey hátíðarliga skrúðgongu úr gomlu kirkjuni (frá 1831) í ta nýggju, saman við gestum úr norðoyggjum. Við sær høvdu tey altargripir og aðrar kirkjulutir.

Í stuttari lýsing (1891) av kirkjuni: grótlaðað kirkja, 28 alin long og 12 alin breið, við skifurtaki og jarnvindeygum, var byggingin mett at kosta smáar 9000,- krónur. Jóhan Andr. Petersen, tinglimur úr Mikladali, átók sær at gera høvuðsarbeiði fyri 8000,-. Onnur smáarbeiði komu aftrat, men kostnaðarmetingin helt.

Í Viðareiðis kirkju finnist gripur, sum telist millum elstu kirkjugripir í Føroyum. Tað er ein krossmynd frá 1551, sum hongur á norðurvegginum í kirkjuni. Hana hevur Thomas Koppen úr Hamburg, sum fekk einkarætt til handils uppá Føroyar í 1533, givið.

Síðan kirkjan varð bygd, er sum vituligt nógv viðlíkahald og nógvar broytingar farnar fram. M.a. er tekjan skift 4 ferð og stoypijarnsvindeyguni eru skift út við trævindeygu.

(KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar)