Frelsunarherur fær hóskandi herberg

- Vit hava keypt eitt lutfalsliga nýtt og gott hús, og vit ivast onga løtu í, at vit fáa eitt hóskandi herberg í Kagganum, sum sjálvandi fer at skifta navn, sigur Sámal Jákup Joensen, samkomuleiðari

Herberg

 

Frelsunarherurin í Føroyum, sum virkar saman við frelsunarherinum í Íslandi og Noregi, keypti Kaggan fyri 3,7 miljónir krónur. Soleiðis, sum príslegan á fastogn endaði, áðrenn peningastovnarnir landaðu lokið á kassan, var hetta ikki nøkur himmalrópandi upphædd.

Sámal Jákup Joensen sigur, at bygningurin, sum ikki hevur so mong ár á baki, tí gamli Kaggin brendi, liggur væl fyri í Havnini við góðum útsýni, og Frelsunarherurin er komin eftir, at hetta er ein sterkur og góður bygningur.

- Nú verður ein umbygging av bygningunum teknað, og síðan skulu vit hava allar neyðugar góðkenningar. Tá alt hetta er komið upp á pláss, fara vit í gongd, og vit miðja avgjørt eftir, at nýggja herbergið verður liðugt at taka í nýtslu, áðrenn langt um líður.

Hann sigur, at Frelsunarherurin í øllum førum miðjar eftir, at nýggja herbergið stendur liðugt og klárt at taka í nýtslu innan eitt ár er umliðið.

- Vit ætla at brúka niðastu hæddina til herberg, har heimleys helst skulu kunna siga, at tey hava sítt egna kamar undir ávísum eftirliti. Síðan er ætlanin, at ein “lág” gátt verður í miðhæddini, har tey heimleysu skulu kunna koma og fara, meðan dagur er. Á loftinum verður síðan ein snotulig uppihaldsstova við sera góðum útsýni.

Sámal Jákup vísir á, at soleiðis sum støðan er við verandi herbergi, noyðast tey heimleysu út á gøtuna longu klokkan 10 um morgunin, og síðan eru tey úti til klokkan 22 á kvøldi.

- Umstøðurnar í nýggja herberginum verða soleiðis munandi betri, og vit gleða okkum til betraðu umstøðurnar.

Hann vísir á, at í verandi herbergi standa eitt nú sjey sengur við 20 sentimetrum millum hvørja song í sovirúminum.

- So, hetta verður ein stór broyting og stórur bati, tá nýggju hølini verða klár at taka í nýtslu, sigur Sámal Jákup.

Mett verður, at umbyggingin av Kagganum fer at kosta einar 2-3 miljónir krónur.

Tá Føroyabanki fylt 100 ár, setti bankin millum 1,8-2 miljónir krónur av til at betra um umstøðurnar hjá heimleysum.

- Henda upphædd er oyramerkt til hetta endamál. Ætlan okkara var at gera umstøðurnar í verandi herbergi betur, men hetta vildi kommunan ikki loyva okkum.

Sámal Jákup Joensen sigur, at við keypinum av Kagganum hevur Frelsunarherurin fingið eitt gott hús, har høgt er til loft og vítt til veggja, sum hann tekur til.

- Peningurin, sum Føroyabanki hevur játtað, er ikki útgoldin enn, men vit hugsa okkum, at hesin verður nýttur til umbygging og innrætting av nýggja herberginum, sigur samkomuleiðarin.