. Michael Laudrup er høgt í metum, og tað sigst, at honum standa fleiri góð venjarastørv í boði. Brøndby, sum Michael Laudrup spældi fyri, áðrenn hann gjørdist yrkisspælari í Italia, hevur verið nevnt [...] mánadagin boðaði Michael Laudrup frá, at hann hevur gjørt av at gevast í hjálparvenjarastarvinum. Hann fer at røkja starvið, inntil HM endaspælið í Japan og Suðurkorea verður liðugt komandi summar. Michael Laurdup [...] Fyrsti dysturin hjá Morten Olsen og Michael Laudrup við stýrisvølin á danska landsliðnum var 16. august í fjør, tá Danmark vann 2?0 á Føroyum á Tórsvølli. Hóast nógv fullveldis? og yvirtøkuprát, so er tað
FÓLKASKÚLIN Í fólkaskúlanum starvast í dag 708 lærarar kring landið. Her av eru 68, í mun til uml. 50 í fjør, ímillum teirra við ongari fólkaskúlalæraraútbúgving, ella góð 9 prosent. Hetta talið er høgt [...] raktir. Tó eru heilt fáir vikarar í Suðuroynni. Í heildini rúgva hesi ikki nógv upp, tí talið á lærarum á flestu skúlum er høgt. Í ár hava vit sæð, at útbúnir lærarar í størri mun hava søkt størv úti á [...] ikki hava fólkaskúlalæraraútbúgving, er rættiliga nógv. 60 ára-avtalan, sum var í gildi frá 1. august 1995 til 1. august 1999, sigur, at lærarar kundu fara frá við eftirløn 60 ára gamlir. Umframt hava
. Ynskigrunnurin hevur síðani í summar eftirlíkað fleiri ynski frá donskum børnum. Fyrsta ynskið var eitt ross til sjey ára gomlu Pernillu, sum hevur blóðkrabba. Í august fekk 5 ára gamla Cecilia, sum [...] teldu frá Ynskigrunninum. Í farna mánaði fekk 12 ára gamla Maria sítt hægsta ynski eftirlíkað. Tað var at hitta danska sjónleikaran Søren Pilmark. Um somu tíð fingu tvey systkin í Viborg, sum hava cystiska [...] eftir amerikanskari fyrimynd. Sum er kunnu álvarsliga sjúk børn í Føroyum ikki senda ynski til grunnin, og tað heldur Herdis Skorastein, sum býr í Ringsted, vera ógvuliga spell. - Orsøkin til, at føroysk børn
viðgerðar og støðutakan. Tó vil eg endurgeva nøkur brot úr innganginum í álitunum, sum kunnu verða hóskandi í hesum sambandi: "Brúkaraáhugamál í okkara brúkarasamfelag eru av so stórum samfelagsligum týdningi [...] kk og brúkarastovn. Í hesum áliti eru eisini uppskot til eina lóg um marknaðarføring og eina lóg um brúkarakærunevnd. Álitið varð sent til hoyringar og ummælis fyri knøppum mánaði síðani til viðkomandi [...] góðar, tí vit fara ikki í eitt orðaskifti við Arbeiðsgevarafelagið enn " ikki fyrr enn vit hava viðgjørt øll tey innkomnu svarini " ikki fyrr enn vit hava gjørt møguligar broytingar í lógaruppskotunum " og
Kambsdali, har stórur dansur verður í ítróttarhøllini leygarkvøldið. Aria fer at spæla eitt bland av sínum egnu sangum og sangum hjá øðrum. Aria spældi á Kambsdali í farna mánaði, og tá vóru fleiri eini 500 fólk [...] fólk til dansin. Aria gjørdi serliga vart við seg í 1999 og í 2000, tá teir vóru við í Prix Føroyum og góvu væl dámdu fløguna, After These Messages, út. Teir, sum manna Aria leygarkvøldið, eru Jógvan Hansen
8. apríl í ár. Fyrstu tíðina var arbeitt við at tillaga kommunalu størvini til lønartalvuna við Fíggjarmálastýrið. Hetta tók drúgva tíð og tá komið varð á mál við hesum seinnapartin í august, vísti tað [...] Harumframt er dagrøktin í Tórshavn, Klaksvík, Skála og í Sørvági hildin uppat. Hetta eru tær kommunurnar, sum Starvsmannafelagið hevur dagrøktarsáttmálar við. Men nøkur undantøk í sambandi við neyðsynjararbeiði [...] Stóri trupulleikin í hesum samráðingunum var, at nú tað var fyrstu ferð, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, skuldi samráðast um sáttmála, setti tað ein fulltrúa úr Kommunalu umsitingini í Havn at standa á
gjørt 50 mál í fýra dystum! Fyrsta styrkisroyndin millum bestu liðini í farna kappingarári vísti, at munurin ikki er stórur millum liðini í løtuni. Næstu ferð tey hittast verður í desember mánaði í Klaksvík [...] alt meira ágangandi í álopsspælinum. VÍF fór frá 3-8 til 11-8 eftir seks minuttum, og hesa løtuna trilvaði Stjørnuliðið bæði í verju og álopi. Stór breidd VÍF legði eisini betri fyri í seinna hálvleiki, [...] Rapa, sum hava so nógv at týða fyri liðið, og tað eydnaðist í longum løtum. Hóast líkt var til, at Stjørnan skuldi fara at taka alt við sær í dystinum, so broyttist myndin seinastu 10 minuttirnar fyri steðgin
vera smollin í gólvið eftir eina ringa heilabløðing beint fyri jól í 1999, hevur hann verið púra óhjálpin og tí hundrað prosent bundin av øðrum. Í næstan eitt ár hevur sitið, sum lonkjaður í einum stóli [...] stóli, fyrst á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men síðani í september í einum lenistóli einum horni í stovuni í tí lítla og tronga og illa hóskandi sambýlinum á Tvøroyri og sjálvur sleppur hann ikki av fetanum. Síðani [...] Sjómanslagna ?At blíva sjúkur og óhjálpin í Føroyum, er sum at enda í fongsli. Elmar Johannesen á Tvøroyri er langt síðani fallin fullkomiliga í fátt. Hann hevur langt síðani uppgivið alla vón um at fáa
Klaksvíkar fyrst í september mánaði. ? Hesin leikurin krevur nógv av leikarunum, men soleiðis má tað vera, um tú skalt hava ein leik at sita upp á einar 10 vikur, sigur hann. ? Her í Klaksvík havi eg lært [...] Leikarar í Klaksvíkar Sjónleikarfelag hava síðani fyrst í september vant miðvíst við nýggja leikinum, sum skal frumsýnast um 10 dagar. ? Tað hevur verið sera strævið hjá leikarunum, tí vit hava vant seks [...] fáa leikin at sita, sigur Jákup Veyhe, sum er leikstjóri fyri nýggjan leikin. ? Vit eru í kapping við annan sjónleik í Føroyum, við bigograf og sjónvarp, og tí skulu vit hava ein góðan leik, um vit skulu
onnur koma í fleiri ár í felagið, sigur Annvør Nielsen. Sjálv misti hon eitt barn í 1995. - Sjálv havi eg arbeitt meg burtur úr sorgini, men føli kortini, at eg havi brúk fyri at vera við í felagnum, um [...] ið vit eisini minnast tey, sum eru farin á sjónum. Í felagnum Pinkubarnadeyði koma foreldur, sum hava mist børn, saman annan leygardag í hvørjum mánaði. - Tá ið tú sjálv hevur mist eitt barn, veitst tú [...] hvussu nógv fólk vitja í felagnum. - Felagið er upprunaliga ætlað teimum, sum missa pinkubørn, men her koma eisini onnur, sum missa børn í 20. viku. Eisini koma onnur, sum hava mist børn í ferðsluni. Summi koma