Laudrup ætlar sær úr skugganum

Michael Laudrup verður ikki hjálparvenjari hjá Morten Olsen og Danmark, tá HM endaspælið verður liðugt

 

Tað man vera langt síðani ? um tað nakrantíð er komið fyri ? at danska fótbóltslandsliðið hevur havt ein so væl fagnaðan venjara, sum teir hava nú. Og tað hevur avgjørt ikki gjørt popularitetin minni, at Michael Laudrup er hjálparvenjari hjá Morten Olsen. Men nú verður skjótt neyðugt hjá Mortani og DBU at finna ein nýggjan hjálparvenjara.

Seinnapartin mánadagin boðaði Michael Laudrup frá, at hann hevur gjørt av at gevast í hjálparvenjarastarvinum. Hann fer at røkja starvið, inntil HM endaspælið í Japan og Suðurkorea verður liðugt komandi summar.

Michael Laurdup sigur seg ikki vera misnøgdan við at vera stýrimaður hjá Morten Olsen, men hann dylur ikki, at hann fegin ynskir at royna skiparakjansin. Michael Laudrup er høgt í metum, og tað sigst, at honum standa fleiri góð venjarastørv í boði. Brøndby, sum Michael Laudrup spældi fyri, áðrenn hann gjørdist yrkisspælari í Italia, hevur verið nevnt sum ein góður møguleiki, men Laudrup vil einki siga uttan at hann ætlar sær at vera venjari.

Fyrsti dysturin hjá Morten Olsen og Michael Laudrup við stýrisvølin á danska landsliðnum var 16. august í fjør, tá Danmark vann 2?0 á Føroyum á Tórsvølli. Hóast nógv fullveldis? og yvirtøkuprát, so er tað neyvan nakar trupulleiki at finna nógvar føroyingar, sum einki høvdu havt ímóti, at síðsti dysturin hjá Michael Laudrup saman við danska landsliðnum ikki varð fyrrenn HM finalan komandi summar!