YNSKIGRUNNUR
Fyri tveimum árum síðani var ein Ynskigrunnur settur á stovn í Danmark. Hagar kunnu álvarsliga sjúk børn undir 18 ár senda eitt ynski, sum grunnurin roynir at ganga á møti. Grunnurin arbeiðir eftir amerikanskari fyrimynd.
Sum er kunnu álvarsliga sjúk børn í Føroyum ikki senda ynski til grunnin, og tað heldur Herdis Skorastein, sum býr í Ringsted, vera ógvuliga spell.
- Orsøkin til, at føroysk børn ikki eru umfatað av grunninum, er, at so skal grunnurin eisini gjalda fyri ferð aftur og fram millum Føroya og Danmark, um føroysku børnini hava ynski, sum ikki kann eftirlíkast í Føroyum. Og tað er jú ógvuliga dýrt at ferðast, sigur Herdis Skorastein.
Herdis Skorastein, sum er ættað úr Leirvík, heitir tí á føroyingar um vera við til at stovna eitt felag ella eina undirdeild av danska Ynskigrunninum.
- Eg vóni, at føroyingar taka undir við hugskotinum. Føroyingar eru vanliga ógvuliga hjartagóðir og gávumildir, sigur hon.
Orsøkin til, at Herdis Skorastein arbeiðir fyri hesi ætlanini, er, at hon sjálv sum ung genta var álvarsliga sjúk. Sum trettan ár gomul kom hon á sjúkrahús í Danmark við krabbameini í beininum, og beinið mátti takast.
- Eg kendi meg avgjørt á jøvnum føti við hini børnini, sum lógu á sjúkrahúsinum. Men tá ið tað snýr seg um Ynskigrunnin hava føroysk og donsk sjúk børn, sum liggja lið um lið á donskum sjúkrahúsi ikki javnbjóðis rætt at fáa eitt ynski eftirlíkað, mangan eitt seinasta ynski. Hesi eru ofta so sjúk, dagurin er einstáttaður við viðgerð og aftur viðgerð. Tey eru avbyrgd, burtur frá familju og vinum í langa tíð, og tí hava tey øll uppiborið at fáa eitt ynski eftirlíkað, sigur hon.
Sum skilst á Herdis Skorastein er Ynskigrunnurin sinnaður at samstarva við eitt føroysk felag ella eina undirdeild.
Bíðitíðin kann gerast rættiliga long til ynskið er eftirlíkað. Ynskið, børnini kunnu fáa eftirlíkað, kostar grunninum í mesta lagi 20.000 krónur fyri hvørt barnið.
- Limagjaldið til danska Ynskigrunnin er bara 100 krónur. Tað hava øll ráð at lata. Flest fólk kenna gleði við at gera nakað gott fyri ógvuliga sjúk og ólukkulig børn, sigur Herdis Skorastein.
Ynskigrunnurin hevur síðani í summar eftirlíkað fleiri ynski frá donskum børnum. Fyrsta ynskið var eitt ross til sjey ára gomlu Pernillu, sum hevur blóðkrabba. Í august fekk 5 ára gamla Cecilia, sum hevur sjáldsomu Evans Syndrom sjúkuna, eina teldu frá Ynskigrunninum. Í farna mánaði fekk 12 ára gamla Maria sítt hægsta ynski eftirlíkað. Tað var at hitta danska sjónleikaran Søren Pilmark. Um somu tíð fingu tvey systkin í Viborg, sum hava cystiska fibrosu, teirra ynski uppfylt. Gentan ynskti at vitja BonBon-land og drongurin ynskti eina teldu. Onnur ynski eru eisini eftirlíkað av danska Ynskigrunninum.
Hevur nakar hug at seta seg í samband við Herdis Skorastein í hesum sambandi, ber til at ringja til hana á 004557675747.