sær, at samlaða, danska pressan hevur lagt ring um bæði Ríkissjúkrahúsið og Hotel Tórshavn, har foreldrini at gentuni búgva, meðan tey eru í København. So galið er tað, siga keldur, sum standa familjuni [...] i hava biðið pressuna um at halda seg burtur, er rætt at virða hetta. Hetta aktuella dømið eigur eisini at minna føroysku pressuna á, hvat er rætt og rímuligt at bera alment fram í Føroyum. Ikki tí. Føroyska [...] Føroyska pressan hevur sum heild verið rættiliga sámulig í so máta. Og stundum kanska í so sámulig, tí tað eru hóast alt mál, har pressan eigur at vera nærgangandi. Hinvegin eigur pressan eisini at seta
bara at tosa um pengar. At fáa vit so og so nógv frá dønum, sum vithalda okkum hava rætt til og fyri tort og svie, so eru vit nøgd. Hetta er ein spurningur um meira enn pengar. Talan er um viðurskiftini [...] við danir um yvirtøku og loksins viðurkenning dana, at undirgrundin er okkara. Sum upprunafólk mugu vit tvíhalda um henda rætt og líka mikið um talan er um delegatiónsteoriir ella ikki, so eiga vit u [...] fáa fylgjur so ella so. Lat okkum undirstrika her, at ikki minst Sjónvarp Føroya eigur rós uppiborið fyri tað stóra arbeiði tey hava gjørt í øllum bankamálinum. HVAT bankakanningini viðvíkur, so mugu tó ikki
drúgva frágreiðing, har - um ikki alt kemur fram í dagsins ljós - so tó so mikið, at nógv av tí øsing, sum hevur verið móti føroyingum í longri tíð, nú er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at [...] føroyingar um nakað sum helst. Latið hetta vera eina farna tíð. Latið okkum fáa hesa kanning frá hondini við at lata øll tey, sum so ella so hava borið seg skeivt at, fáa tað at vita. Latið okkum so royna at [...] bíðitíðin var um at forpesta nærum alt føroyskt-danskt samskifti umframt alt tað politiska lívið her á landi, har álit varð avloyst av misáliti og virðing avloyst av vanvirðing. NÚ hava vit so fingið eina
Tað er eingin ivi um, at føroyingar við hesum kanningarúrslitinum hava fingið uppreisn. Vit kunnu tað sama viðganga, at vit ikki hildu, at okkara politikrara sluppu so snikkaleysir, sum teir sluppu, burtursæð [...] nú at gera? Skulu vit bara halda fram á sama hátt sum higartil, eins og Edmund Joensen sigur? Skulu vit slíta frá Danmark, ella skulu vit broyta heimastýrisskipanina, so at hon gevur føroyingum meira sjálvstýri [...] púra greitt, at vit kunnu ikki halda fram sum higartil. Fyrst og fremst eiga føroysku politikararnir nú at seta seg saman, og í semju fara undir samráðingar við danir um endurgjald. Hvussu stórt hetta endurgjald
UM hon fær nakran týdning, og hvønn týdning, hon fær, ber enn ikki til at siga. Heldur ikki ber til at siga, um hon fær nakrar avleiðingar. EITT er tó vist, og tað er, at bankamálið og búskaparskrædlið [...] eru noydd at samráðast um eina nýggja avtalu, ein nýggjan sáttmála millum ríkispartarnar. Men initiativið liggur hjá føroyingum, og spurningurin er: ? klára føroyingar at semjast um eitt uppskot at leggja [...] vend ímóti okkum føroyingum. Á hesum stað skal ikki nøkur niðurstøða verða gjørd, hóast so mikið nógv er kom-ið fram, at vit seta spurnartekin við trúvirðið hjá donskum stjórnarmyndugleikum, politikarum
Danske Bank lat sær allar tær vitleysu íløgurnar um seg ganga, samstundis sum peningur floymdi til landið, so umsetningurin í bankunum øktist 25 prosent ár um ár. POLITIKKUR er at skipa dagsins samfelag og [...] uttanlands. Tvørturímóti vuksu tær, og íløgur og forbrúk vuksu út um alt mark. SJÁLVANDI kundi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum talt saman so hvørt, lán komu til landið, men vit mugu eisini ásanna, at vit [...] góvu rentuinntøkur, samstundis sum rentuútreiðslurnar fyri lánið kundu dragast frá á sjálvuppgávuni, so skattarokningin minkaði munandi ella hvarv heilt. MEN bankastjórarnir - Hans Jørgen Larusen, Johan
alt gott um tað at siga, at tíðindafólk liggja framvið. IKKI fyrr enn fleiri dagar seinni frættist, at Jákup Mørkøre er sagdur úr starvi, og skuldi longu verið givin 1. desember, men helt fram, tí eingin [...] stjórin í Fiskavirking í útvarpssamrøðu um nýggjársleitið greiddi frá støðuni hjá Fiskavirking, var hann í grundini slettis ikki stjóri í fyritøkuni. Hann hevði fyri so vítt onga ábyrgd meira. Men í Føroyum [...] ella hvat? ? Skyldar nevndin ikki almenninginum eina frágreiðing, so vit sleppa undan fleiri gitingum? Harafturat kundi verið spurt, um nevndin ikki átti at havt fingið ein annan stjóra, áðrenn gamli stjórin
ríkispartarnar aftur gerast góð og fyrimyndarlig. HETTA ljóðar so gott so gott alt samalt. Men hví hava latið tøgnina og harvið gitingarnar valdað í so mong ár við tí úrsliti, at hesi hava forpestað viðurskiftini [...] fyri eini slíkari óhepnari gongd. NÚ kom so lítið ítøkiligt fram á tíðindafundinum og úr teimum samrøðum, sum hava verið við forsætisráðharran, at her er ikki so nógv at gera viðmerkingar til. Men vit halda [...] tey. Tað skal bankakanningin geva okkum svar uppá! Um henda kanning ikki megnar at koma til botns í málinum - hvat vit tó mugu vóna og rokna við - so er vandi fyri, at forpestaðu viðurskiftini millum føroyskt
einum nýggjum sáttmála við hetta nýggja hugsjónarfólkið í Keypmannahavn. SO merkiligt tað ljóðar, so er full semja í Føroyum um, at so má verða. Trý uppskot eru á borðinum. Fyri tað fyrsta er »loysing her [...] . Tað hevur ongan meiriluta. Fyri tað næsta so er tað sambandsuppskotið um E.U.-limaskap. Tað hevur ongan meiriluta. Eftir er so uppskot javnaðarfloksins um eina greiða juridiska avtalu, ið tekur hædd [...] SOLEIÐIS er tónlagið tíverri vorðið. Hetta kann ikki halda fram soleiðis. Hetta er óverdugt fyri tvey menta fólk, iðhava samstarvað í so langa tíð. RÍKISFELAGSSKAPURIN sum vit kenna hann í dag byggir á
niður á onnur. Løgmaður átti at skammast. Hesin sami maður, sum annars við stoltleika tosar um breiðar semjur og um at kenna felags ábyrgd, tekur við nýggjársrøðum sínum grundarlagið undan hesum sínum vøkru [...] ikki út í smálutir, men tá løgmaður breggjar sær so nógv av øllum tí fantastiska, sum hann og sambandsflokkurin hava gjørt fyri Føroyar - gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og fólk hava roynt [...] í bæði útvarpi og sjónvarpi. Hetta er ein góður siður. Men vit hava eitt stórt hjartasuff at bera fram eins og vit høvdu tað undanfarna ár, tá vit høvdu viðmerkingar til røðuna hjá Edmundi Joensen, løgmanni