parykkum, høvdu úr at gera við at læra konufólk at standa uppi og pissa. Vit hittu eitt av søluliðunum uttan fyri Pavillion pallin, beint áðrenn Boys In A Band skuldi spæla. Tey lótu væl at áhuganum millum [...] stuttligt at síggja, hvussu sterkt hetta brandið er. Øll, sum eg tosi við um hetta, kenna til P-mate, greiður Regin frá. Á veg á konsertina við The Who leygarkvøldið sóu vit tvær vinkonur fara at pissa við [...] við eitt hegn á festivaløkinum. Meðan tann eina setti seg niður at húka, stóð hin sum ein maður og pissaði. Henda seinna fór at gnísta, og rópti: - Det virker jo ikke! Meðan hon við buksunum hálvavegna
til Havnar leygarmorgun, at sova longri Smyril fer nú at sigla fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina. Smyril fer at sigla tríggjar túrar afturat um vikuna. Tað merkir, at ein eykatúrur verður mánadag [...] sleppa at sova tveir tímar longri. Sostatt fer Smyril at sigla tríggjar túrar mánadag og mikudag. Í hesum sambandi verður ein kvøldtúrur úr Havn klokkan 20.30. Hinvegin fer hann eisini at eisini at sigla [...] merkir so eisini, at leygarnátt fer Smyril at liggja nátt í Havn og siglur so fyrsta túrin leygarmorgun av Havn klokkan 7 og fyrsta túr norðureftir aftur klokkan 9. Tað merkir so eisini, at tey, sum skulu
umstøður at halda skeið í nýggju støðini, men eisini køkurin verður øðrvísi. - Vit hildu, at skulu vit byggja nýtt, eiga vit eisini at gera tær ábøtur, sum eru ynskiligar. Meirkostnaðin av at byggja støðina [...] gongst sum ætlað, verður tað longu seinni í ár at sløkkiliðið í Vestmanna sleppur at flyta inn í nýggju brandstøðina. Tað er ein serlig støða, sum ger, at vestmenningar nú byggja nýggja brandstøð. Brandstøðin [...] Samstundis koma vit at liggja beint undir liðini á maskinverkstaðnum hjá kommununi, so tá ið brúk er fyri tí, er stutt yvir á verkstaðið at fáa nakað gjørt. - Samstundis fer kommunan at gera vegirnir til
skipið hevur lagt at og manningin skal í land á seinasta sinni. Tað sum, eftir hansara meting, sermerkir arbeiðið umborð er, at tað hevur verið sera smidligt. Manningin hevur fingið at vita, hvat teirra [...] umborð. Nú er hetta ævintýrið at enda komið. Mikael heilsar uppá fleiri av hinum vinmonnunum, hann hevur fingið umborð hetta seinasta árið og henda seinasta túrin. Skilligt er, at tey ungu hava stríðst fyri [...] Áhugavert Mikael gekk níggju ár í skúla, men avgjørdi so at fara til skip í eitt ár. - Eg hevði ikki roynt hetta lívið áður, men eg má bara siga, at tað hevur verið ein áhugaverd tíð, slær hann fast. Nú,
maður fyri at fiska tað mesta upp av gólvinum, tá hann røkir libero-leiklutin á føroyska flogbóltslandsliðnum. Men fríggjadagin kundi heldur ikki hann gera nakað. Og tað var hann eisini skjótur at ásanna, [...] sagt bóltarnar upp um blokkin hjá okkum, og so er ikki nógv at gera. Tað var kanska eisini hann, sum var størsti munurin á liðunum? - Bæði og. At byrja við gongur sera illa hjá okkum við móttøkuni, og so [...] so gongur spælið striltið. Vanliga verður tikið til, at tú vinnur ikki silvur, men tapir heldur gull. Er kenslan hjá tykkum kanska kortini, at hetta var á leið tað, sum kundi røkkast? - Nei. Vit ætlaðu okkum
haldi, at vit eru omaná allan fyrra hálvleik og eitt sindur inn í annan hálvleik. Vit spæla væl og koyra bóltin væl í millum okkara. Men so fáa teir tvey heldig mál. Eg haldi avgjørt, at vit áttu at fingið [...] venjing og orka eitt sindur betur, ivist eg ikki eina løtu í, at vit vera verandi í Formuladeildini, tí allir eru uppsettir og hava viljan til at vinna, sigur nýggi AB-arin.
seg avbera væl. Hann segði, at tey høvdu víst, at suðuroyingar megna at vera ímillum tey bestu og tað vónaði hann, fer at vera lagið frameftir. - Men tað gerst best við at øll feløgini í Suðuroy stuðla [...] Tit vísa, at suðuroyingar megna at vera ímillum tey bestu, men tað gerst best við samstarvi á øllum økjum Tað var stuttligt at vera suðuroyingur á oyggjaleikunum. Tað helt Jógvan Krosslá, limur í ment [...] hildu móttøku at heiðra ítróttarfólkini , sum akkurát eru afturkomin av oyggjaleikum. Hann sipaði sjálvsagt til, at tað høvdu verið so nógvur suðuroyingar ímillum ítróttarfólkið og at tey høvdu staðið
heitt á henda meiaristin at ummæla, men viðkomandi dugdi ikki greitt at svara, men helt at CJJ hevði sent tað inn av sínum eintingum! Er tað so, so kunnu vit rættiliga staðfesta, at maðurin er ikki rættsiktaður [...] eisini eina ábyrgd at rætta sovorðin “ummæli” - at flyta tey yvir til lesarabrøvini! Nú vóni eg at góði vinurin og ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan M?ller, tekur sær stundir at svara hesum spurningi: [...] skrivandi hava ikki brúk fyri hesum slagi av ummælum, og eg hugsi at redaktiónin á Sosialinum eigur at rætta sovorðin “ummæli” til at vera lesarabrøv! Eg havi gjørt mítt kanningararbeiði og spurt
ivi um, at hetta er tað besta fyri menningina av spælarunum, sigur Bogi Mortensen, nevndarlimur í VB. - Og eg haldi eisini, at føroyskur fótbóltur hevur tørv á hesum. Tað er sjálvandi trupult at prógva [...] mín fatan er púra greitt, at laku úrslitini hjá A-landsliðnum seinastu tíðina hanga saman við, at vit í løtuni hava ov fáar landsliðsspælarar uttanlands. Og hóast sorgblídni um at siga farvæl, so fegnast [...] (Keflavík) farnir av landinum at royna seg. - Tað eru vit sjálvandi errin av, og úr VB ynskja vit teimum sjálvandi alt tað besta. - Og sjálvt um tað er við einum ávísum sorgblídni, at vit senda spælarar avstað
framtíðina Líkt er til, at ein frá kommunalari síðu eisini gevur børnunum og framtíðini ans. Bygdarráðið sjálvt samtykti nevniliga at veita avslátturin fyri systkin í dagstovninum, soleiðis at gjaldið skuldi verða [...] verða so rímiligt sum gjørligt. Miðað verður eisini eftir at gera umstøðurnar hjá fólki at búseta seg so góðar sum tilber. Í løtuni fer nevniliga fram ein stór útstykking í bygdini. Komandi ár lækkar [...] og nú dagstovnurin kom hevur ein tillagað gjaldið eitt sindur. Tey hava hugt eftir, hvat tað kostar at hava børn í stovnum aðrastaðni í oynni og sammett tað við Havnina, og út frá hesum er ein so komin