Einki at bíða við

Leygardagin var stórt hátíðarhald í Skopun, tá nýggi barnagarðurin varð tikin í nýtslu.
Longu mánadagin var hann fullur av børnum, og í vikuni eru fleiri komin aftrat.

- Hetta er ein góður barnagarður. Her er snøgt sagt alt sum vit kunnu ynskja okkum!
Soleiðis tekur leiðarin, Fríða Eystberg Johannesen til, nú bygdin hevur fingið sín fyrsta dagstovn.
- Og so havi eg eisini sera góð starvsfólk aftrat mær - og nógvar pedagogar, leggur hon aftrat.
Hesi starvsfólkini løgdu til brots beinanvegin mánamorgunin, tá stovnurin varð tikin í nýtslu.
Mánadagin vóru tey 42 børn í tali, og í vikuni eru komin fimm børn aftrat í frítíðarskúlan.
Íalt eru børnini í frítíðarskúlanum 9 í tali, meðan restin er í vøggustovu ella barnagarði.
Hesi húsast í einari stovu fyri børnini í vøggustovuni, meðan børnini í barnagarðsaldri hava tvær.
 
Rímiligt gjald
Frammanundan hevur dagrøkt verið í Skopun, men nú er altso “Barnagarðurin í Gerðinum” sum hann kallast, komin ístaðin.
Tá ein hevur dagrøkt gjalda foreldrini minni fyri hvørt barnið, og nú dagstovnurin kom hevur ein tillagað gjaldið eitt sindur.
Tey hava hugt eftir, hvat tað kostar at hava børn í stovnum aðrastaðni í oynni og sammett tað við Havnina, og út frá hesum er ein so komin fram til ein rættiliga rímiligan prís fyri hvørt barnið.
Í dag kostar tað soleiðis 900 kr. um mánaðin fyri eitt barn í frítíðarskúlanum, 1650 fyri barnið í vøggustovuni og 1550 fyri eitt barn í barnagarðinum.
- Haraftrat gevur kommunan eisini avsláttur fyri systkin, sigur Fríða Eystberg Johannesen.

 
Fyri framtíðina
Líkt er til, at ein frá kommunalari síðu eisini gevur børnunum og framtíðini ans.
Bygdarráðið sjálvt samtykti nevniliga at veita avslátturin fyri systkin í dagstovninum, soleiðis at gjaldið skuldi verða so rímiligt sum gjørligt.
Miðað verður eisini eftir at gera umstøðurnar hjá fólki at búseta seg so góðar sum tilber. Í løtuni fer nevniliga fram ein stór útstykking í bygdini.
Komandi ár lækkar skattaprosentið niður í 23. Barnafrádrátturin er 3500 kr. fyri barnið.