Lítið at gera

Vanliga er Jóhan Petur á Stongum maður fyri at fiska tað mesta upp av gólvinum, tá hann røkir libero-leiklutin á føroyska flogbóltslandsliðnum.

Men fríggjadagin kundi heldur ikki hann gera nakað. Og tað var hann eisini skjótur at ásanna, tá dysturin var av.

- Nei, har gekk ikki alt ov væl í dag. Hasin fimmarin hjá teimum slær snøgt sagt bóltarnar upp um blokkin hjá okkum, og so er ikki nógv at gera.

Tað var kanska eisini hann, sum var størsti munurin á liðunum?

- Bæði og. At byrja við gongur sera illa hjá okkum við móttøkuni, og so gongur spælið striltið.

Vanliga verður tikið til, at tú vinnur ikki silvur, men tapir heldur gull. Er kenslan hjá tykkum kanska kortini, at hetta var á leið tað, sum kundi røkkast?

- Nei. Vit ætlaðu okkum so heilt avgjørt gullið. Men tað skuldi bara ikki vera, segði Jóhan Petur á Stongum at enda.