- Vit áttu at fingið hasi stigini

Høgni M. Joensen, ið var millum bestu leikarar á vøllinum, var ikki sørt skuffaður av úrslitinum

Fótbóltur

 

- Eg haldi, at vit eru omaná allan fyrra hálvleik og eitt sindur inn í annan hálvleik. Vit spæla væl og koyra bóltin væl í millum okkara. Men so fáa teir tvey heldig mál. Eg haldi avgjørt, at vit áttu at fingið hasi stigini.

AB hevur saman við VB/Sumba tíggju stig, og liggur í løtuni næstaftast. Útlitini eru ikki góð, men Høgni sær ljóst upp á framtíðina:

- Trupulleikin hjá okkum í dag var vantandi konditión. Um vit koma í betri venjing og orka eitt sindur betur, ivist eg ikki eina løtu í, at vit vera verandi í Formuladeildini, tí allir eru uppsettir og hava viljan til at vinna, sigur nýggi AB-arin.