Nú Adrian Cieslewicz fer av landinum, er hann soleiðis triði spælarin, sum VB sendir uttanlands seinastu tvey árini. Undan honum eru eldri bróðurin, Lukazs (Brøndby) og Símun Samulesen (Keflavík) farnir av landinum at royna seg.
- Tað eru vit sjálvandi errin av, og úr VB ynskja vit teimum sjálvandi alt tað besta.
- Og sjálvt um tað er við einum ávísum sorgblídni, at vit senda spælarar avstað, áðrenn teir hava gjørt um seg á Formula-liðnum, so er eingin ivi um, at hetta er tað besta fyri menningina av spælarunum, sigur Bogi Mortensen, nevndarlimur í VB.
- Og eg haldi eisini, at føroyskur fótbóltur hevur tørv á hesum. Tað er sjálvandi trupult at prógva, men mín fatan er púra greitt, at laku úrslitini hjá A-landsliðnum seinastu tíðina hanga saman við, at vit í løtuni hava ov fáar landsliðsspælarar uttanlands.
Og hóast sorgblídni um at siga farvæl, so fegnast Bogi sjálvandi um, at felagið hevur ment somikið góðar spælarar.
Og so kann nevnast, at enn ein ungur vágbingur hevur roynt seg uttanlands seinastu tíðina. Tað er Heini Vatnsdal, sum hevur vant við Manchester City og Werder Bremen, men enn er so ikki greitt, hvørt meira spyrst úr hesum.