fólkatalið í Nólsoy, sum í dag er 265, aftur er í vøkstri og barnatalið somuleiðis. Í Nólsoyar skúla ganga eini 37 børn. Fleiri børn,bíligari ansing - Barnaansingin í kommununi er ein rættiliga tungur postur [...] arbeiðir við, er ein útstykking og byggibúning av 8-9 grundøkjum undir Brekkuni har eysturi í bygdini. Jógvan Thomsen sigur, at bygdaráðið skal hava eina viðgerð av hesum málinum aftrat, áðrenn tað er endaliga [...] millum 12 og 15. Jógvan vísir á, at skipanin kostar 1,066 milj. krónur netto um árið, og tá er skjótt at rokna út, hvat hvørt barnið kostar. - Hevði barnatalið verið størri, var prísurin fyri hvørt barnið eisini
í Miðvági er vorðin ov trongur, sigur borgarstjórin. Bátarnir eru ikki bara fleiri í tali, men teir gerast eisini alt størri og størri og krevja tískil eisini betri pláss í hylinum. Sum er, er ikki pláss [...] bygdarráðsfundi í Sandavági mánakvøldið. Málið er á byrjanarstøði enn, og eingin avgerð av nøkrum slagi er tikin, sigur brogarstjórin í Mivági. Men sjálvandi er kannað, hvønn veg farast skal við einum komandi [...] fyri einum tveimum árum síðan. Men tann trupulleikin er ikki í dag. Nú er bæði nógv og gott vatn at fáa í Miðvági, sigur borgarstjórin. Men tað er dýrt at pumpa vantið allan veg av Gróthustanga og heim
fingu vit ikki at vita, hvat eitt nú Øssur Winthereig, Ingolf S. Olsen, Árni Gregersen halda um samansetingina við almennum og privatum á henda hátt. Men tað, sum stendur eftir, er, at Fjølvinna og Kringvarp [...] stovni, eisini selja lýsingar og sponsoratir fyri eina privata fyritøku? - Eg haldi, at tað, sum er umráðandi, er, at vit skilja tingini at, gjørdi Dia greitt, áðrenn Eirikur breyt hann av og spurdi: - Og tað [...] kosta yvir 50.000 krónur, skulu bjóðast út. - Tað er nakað ræðulig humbukk at liggja og bjóða sendingar út í Kringvarpinum. Um tú hevur eitt hugskot, so er tað einki sum forðar tær í at fara til Kringvarpið
bíða fyri framman. Og tað er eingin loyna, at tað bíða veruliga stórar viðgerðir fyri framman. Størsta málið - ella í hvussu er tað málið, sum fær mestu umtaluna í løtuni - er fullveldisspurningurin. Lítið [...] aftur kundi gerast ráðharri. Tað er tí ein av teimum tungu monnunum í donsku stjórnini, sum hesaferð kemur á vitjan, og tí er Jóannes Eidesgaard sera spentur upp á hvat Stavad fer at siga. Aftursvar til [...] hjá øðrum flokkum, so verður landsstevnan ein gjøgnumgongd av tí, sum farið er fram síðani seinasta landsfund. Men landsstevnan er ikki bara afturlítandi, tí eins væl og hugt verður aftureftir, so verður
heldur stóra slagsíðu vera í orðaskiftinum uttan at fara nærri inn á, hvat hetta merkir. - Málið er skúmað upp, og orðaskiftið er uttan proportiónir, og hetta hevur fylt alt ov nógv. Eg taki undir við [...] sipar til krossin í Merkinum. - Tað er altíð óheppið, tá eitt kjak fer av sporinum, og í hesum førinum er tað farið sporinum í báðum førum, sigur Kári P. Højgaard. Tað er sostatt ikki greitt, um heimasíðan [...] fyribrigdi úr heimssøguni, m.a. Mao og Auschwitz. Maðurin, sum stendur aftan fyri hesa heimasíðuna, er Jón Ellendersen, og hann var til seinasta løgtingsval uppstillaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Harafturat
fyri spælarunum, tí talan er eisini um nýggja støðu hjá teimum. Her hugsi eg um, at teir í dag fáa eina mikrofon og upptøkutól beint í høvdið, so skjótt dysturin er av. Og tá er sinnið ofta heitt. - Men [...] settar í kortið, so fólk vita, hvat verður góðtikið og ikki. - Tú sært jú, at í londunum kring okkum verða niðurgerandi útsagnir um dómaran als ikki góðtiknar. Og tað er púrasta vanligt at revsa við bót [...] kortini kemur fyri. - Hjá okkum er eingin sum helst ivi um, at vit í FSF taka kraftiga frástøðu frá slíkum atburði, sum alt annað enn tænir fótbóltinum. Men samstundis er tað neyðugt, at vit gera greitt
góðtakast. Eitt minstamark má vera fyri, hvat verður sett á prent og hvat fólkavaldir politikarar siga alment. Eitt lívligt, beinrakið og hvassorðað orðaskifti er gagnligt fyri fólkaræðið. Serliga eiga [...] hevur tikið slíkt uppá tunguna. Helst er hetta fyri at rættvísgera sínar egnu útspillingar. Hetta er ikki bert burtur úr vón og viti í føroyska orðaskiftinum. Tað er ein vanvirðing av øllum teimum, sum veruliga [...] at tola hvassar viðmerkingar og ikki minst at tola skemt og satiru, sum er persónlig og gongur nær. Sjálvur haldi eg, at tað er bæði upplýsandi, gagnligt og skemtiligt ? ja, eg kann liggja flatur í látri
gjørdi Christian Høgni Jacobsen eisini. Óli Johannesen er ikki hvør sum helst. Hann er tann mest royndi føroyski spælarin, og hann er liðformaður. Tí er tað í útgangsstøðuni upplagt, at hann skal vera partur [...] Hvussu hon skal gera tað valdast um, hvat kort verður fyrst lagt á borðið. Eingin ivi er um, at Jákup Mikkelsen verður afturvaldur til plássið millum stólparnar, og tað er heldur eingin ivi um, at Jón Rói [...] væl vera, at teir vera í verjuni í kvøld, men tað er ikki púra upplagt, at broytingar verða gjørdar. Um venjarin kortini ger av at gera broytingarnar, so er tað út frá, at Óli og Pól hava ikki spælt seg av
ringar at skriva um. Orsøkin er, at tað kennist sum at eitthvørt er galið. Men við tað at ein kanska er inhabilur ella í øðrum førum ikki er førur fyri at definera, hvat tað er sum er galið, so kann ein ikki [...] Føroya eru spøk afturímóti. Lurtarin følir, at stigið verður varliga. Tað er als ikki lætt at ummæla í hesum lítla landi. Eplið er ov nær slokkinum, kunnu vit siga, eldur í fjúsinum, hatta hevur hon einki [...] øll skilja." Hoyrt! "Ummælarin má vera kønur á sínum øki", heldur hann fram, og " tað er neyðugt, at ein ummælari er vællisin." Nú fer at knípa hjá hesum ummælara og kanska fleiri við. Kortini vágar undirritaða
og so dettur fyrningarfreistin burtur. Tummas Arabo sigur, at hóast ein partur av bankamálinum er jura, so er nógv tann størsti parturin politiskur, og har mugu samráðingar til. Tær skal tú taka tær tíð [...] soleiðis at vit beint eftir eitt løgtingsval kunnu taka málið upp. Tummas Arabo heldur tað er umráðandi at fáa skil á, hvat vit kunnu bjóða út uttan at koma í eitt stríð við bretar. Fyrrverandi landsstýrismaðurin [...] samráðingar sigur Tummas Arabo og vísir á, at danska stjórnin skal koma uppá pláss eftir valið og sama er galdandi fyri eitt nýtt landsstýri eftir løgtingsvalið. -At fara til Danmarkar við einum frustreraðum