TÝSKLAND?FØROYAR
Hvørjir ellivu føroyingarnir fara at standa á vøllinum saman við týsku heimsstjørnunum, tá ið stóra mannfjøldin í kvøld fer at hjálpa Brandi Enni at syngja tjóðsangirnar. Sum altíð er hetta stóri spurningurin, og tað kann væl vera, at venjarin fer at hava størri høvuðbríggj av tí uppgávuni, enn hann hevði roknað við, at hann skuldi hava.
Í Íslandi leygardagin vóru trupulleikarnir á føroyska liðnum frammi á vøllinum. Tað var eingin tyngd og dynamikkur í, og harvið kendist tað so at siga ongantíð vandamikið, tá ið okkara menn royndu at fara í álop. Úrtøkan var so at siga eitt hundrað prosent, tí butursæð frá góða stútaranum hjá Rógva Jacobsen til 1?1, so megnaði føroyska liðið ikki at spæla seg til møguleikar, og tað var eingin, sum hevði orku, snildleika og ferð at taka uppgávuna á seg sjálvan at sneiða framvið einum og fleiri mótstøðumonnum og harvið seta verjuna og íslendska málið undir trýst.
Í verjupartinum var føroyska avrikið sannførandi. Jákup Mikkelsen var sera tryggur í málinum, og miðverjarnir og vongverjarnir vóru miðvísir og kaldir, og innanhýsis samskiftið og fatanin vóru góð.
Tað hevur verið upplagt, at tað undan týsku avbjóðingini skuldi gerast pláss fyri Óla Johannesen og Pól Thorsteinsson. Tað kann væl vera, at teir vera í verjuni í kvøld, men tað er ikki púra upplagt, at broytingar verða gjørdar. Um venjarin kortini ger av at gera broytingarnar, so er tað út frá, at Óli og Pól hava ikki spælt seg av, heldur enn út frá at tveir av teimum, sum leygardagin vóru í verjuni, hava spælt seg av.
Jón Rói lyklaspælari
Kabalin skal ganga upp. Hvussu hon skal gera tað valdast um, hvat kort verður fyrst lagt á borðið. Eingin ivi er um, at Jákup Mikkelsen verður afturvaldur til plássið millum stólparnar, og tað er heldur eingin ivi um, at Jón Rói Jacobsen verður í miðverjuni. Hann spældi leygardagin so sannførandi, sum hann ongantíð hevur gjørt áður.
Hóast íslendingarnir oftast spældu seg ígjøgnum í høgra borði ? eisini tá ið teir fingu sigursmálið ? so er eingin ivi um, at Súni Olsen verður á vinstra vongverjanum. Landsliðsvenjarin tykist ikki rokna við nøkrum øðrum møguleika.
Spurningurin er so, hvussu tað verður við Jóhannisi Joensen og Christian Høgna Jacobsen. Í Íslandi fekk Jóhannis Joensen, sum hevur verið sera trúfastur í landsliðshópinum, sjálvt um hann fleiri ferðir hevur verið settur út um teir fyrstu átjan, fyri fyrstu ferð møguleikan í miðverjuni í týdningarmiklari uppgávu. FS Vágar maðurin stóð seg sera væl, og tað gjørdi Christian Høgni Jacobsen eisini. Óli Johannesen er ikki hvør sum helst. Hann er tann mest royndi føroyski spælarin, og hann er liðformaður. Tí er tað í útgangsstøðuni upplagt, at hann skal vera partur av miðverjuni, men eftir Íslands ferðina er tað ikki so upplagt, sum tað var frammanundan.
Pól Thorsteinsson er royndur og skjótur, og tað kann gott vera, at hann verður vongverji í høgru, men heldur ikki tann broytingin sammett við liðið í Íslandi leygardagin er so uppløgd, sum hon var undan 2?1 tapinum á Laugardalsvøllinum.
Álopspláss stendur opið
Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen og Rógvi Jacobsen verða aftur á miðvøllinum. Harafturímóti tóktist tað leygardagin greitt, at Julian Johnsson aftur fær álitisváttan, eftir at hann leygardagin varð settur uttanfyri. Jann Ingi Petersen eigur nógvar landsdystir á, og tað kann væl vera, at hann verður at síggja á vøllinum í kvøld, men hann verður neyvan ímillum teir fyrstu ellivu.
Í álopinum skal í hvussu so er ein broyting gerast. Andrew av Fløtum er leikbannaður. Í næstsíðsta minuttinum í Litava í heyst fekk hann gult kort, og leygardagin tiltuskaði hann sær aftur eitt heilt óneyðugt gult kort.
Hvørki Andrew av Fløtum ella John Petersen vístu leygardagin tað, sum teir onkra ferðina hava víst. Tað var eisini rættuliga sjónskt, at teir eru (ov) líkir at spæla saman. John Petersen verður ivaleyst aftur í álopinum hesa ferð. Spurningurin er, um tað verður saman við Hjalgrím Elttør, ella um Christian Høgni Jacobsen verður fluttr úr verjuni og fram í álopið.
Fyri álopsspælið hevði tað verið rættuliga spennandi, um Jón Rói Jacobsen hevði verið settur í fremstu ódn. Hann hevur so ofta í HB víst seg sum fínan álopsspælara. Men venjarin ger neyvan ta royndina, og vit skilja hann væl.