Útspilling uttan endamál

Varaforsetin í FSF, Niklas á Líðarenda, rópar nú varskóð. Støðuga niðurgerðingin av fótbóltsdómarum má steðgast. Og hetta er ein uppgáva, sum øll mugu taka sín part av, heldur hann

Fótbóltur

 

Sum fyrrverandi altjóða dómari og sum verandi formaður í Dómaranevndini hjá FSF hevur Niklas á Líðarenda betri innlit enn tey flestu í tað, sum fyriferst innan føroyska fótbóltsdómarayrkið.

Á heysti 2005 kom hann eisini í brennidepilin, tá hann á fundi við feløgini fanst at viðgerðini, sum dómarar fleiri ferðir hava fingið í skrivandi miðlunum. Og hóast nakað av roki stóðst um hetta, so heldur Niklas sjálvur, at hetta hevði sína ávirkan. Hetta so at viðgerðin eftir hetta gjørdist meira saklig.

 

Ódámligt rák

Men sjálvur óttast Niklas, at eitt keðiligt rák nú aftur er við at taka seg upp. Fleiri ferðir hava spælarar og venjarar funnist hvassliga at dómarum eftir dyst. Og í eini skipan, har dómarar hava sum meginreglu, at teir ikki gera viðmerkingar fyrstu 48 tímarnar eftir dyst, kann hetta elva til eina einsporaða viðgerð av fótbóltsdøming. Eini viðgerð, har kenslur og ovurhitað sinnalag stendur omanfyri sakligheit, heldur hann.

- Á sín hátt kanst tú eisini umbera fyri spælarunum, tí talan er eisini um nýggja støðu hjá teimum. Her hugsi eg um, at teir í dag fáa eina mikrofon og upptøkutól beint í høvdið, so skjótt dysturin er av. Og tá er sinnið ofta heitt.

- Men fyri tað eigur hetta ikki at verða góðtikið. Tí hetta tænir ongan sum helst endamálið. Hjá dómarum vil hetta alt annað líka minka um hugin at døma, tí tað er væl eingin, sum hevur hug til frívilliga at verða hongdur út í fjølmiðlunum eitt sunnukvøld. Og eg dugi so ikki at síggja, at hetta skal tæna nøkrum endamálið innan fótbóltin í aðrar mátar.

 

Saknar mannagongdir

Sum nevnt aðrastaðni her á síðuni, so hava bygnaðarbroytingarnar innan FSF havt við sær, at mannagongdirnar í samband við sonevnd disciplinær-mál eru nakað tyngri, enn tær áður hava verið.

Hvørt hesar mannagongdir skulu broytast ella ikki, vil Niklas ikki geva nakað ítøkiligt boð um. Men hann heldur tað vera av alstórum týdningi, at greiðar reglur verða settar í kortið, so fólk vita, hvat verður góðtikið og ikki.

- Tú sært jú, at í londunum kring okkum verða niðurgerandi útsagnir um dómaran als ikki góðtiknar. Og tað er púrasta vanligt at revsa við bót, um hetta kortini kemur fyri.

- Hjá okkum er eingin sum helst ivi um, at vit í FSF taka kraftiga frástøðu frá slíkum atburði, sum alt annað enn tænir fótbóltinum. Men samstundis er tað neyðugt, at vit gera greitt, hvar markið gongur. Tað ber illa til bar at taka einstøk mál upp til viðgerðar, uttan at vit fyrst hava nakrar greiðar guidelines fyri, hvar markið gongur. Og somuleiðis er neyðugt, at vit hava greiðar mannagongdir fyri, hvussu kærumál og annað tá verða viðgjørd.

- Og samstundis haldi eg eisini, at tað liggur ein ábyrgd á feløgunum. Eins og spælarar og venjarar, so skulu feløgini sjálvandi venja seg við, at fjølmiðlaparturin av spælinum er broyttur. Men júst tí vildi tað eisini verið upplagt, um feløgini gjørdu nakrar innanhýsis reglur fyri, hvussu farast skal fram. Tí slíkar reglur kundu heilt víst eisini forðað fyri einum parti av tí, sum hevur verið ført fram hetta kappingarárið, sigur Niklas á Líðarenda.