Útsøgnir hjá sløkkiliðsleiðara ikki eftirfarandi

Útsøgnirnar fyrr í vikuni hjá sløkkliðsleiðaranum í Klaksvík eru ikki í tráð við veruleikan, sigur Esmar Klakstein, varasløkkiliðsleiðari. Hvørki manningarbilurin ella annar av teimum stóru sløkkiliðsbilunum startaðu sunnukvøldið. Klaksvíkar Sløkkilið hevur heldur onki skipað eftirlit við hvørki bilum ella útgerð, sigur hann


Fyrr í vikuni skrivaðu vit í blaðnum um ein eldstilburð í Klaksvík sunnukvøldið, har tað frættist, at ein av bilunum hjá sløkkiliðnum ikki startaði, tá sløkkiliðsmenninir skuldu fara á staðið, har eldurin varð fráboðaður. Í greinini avsannaði sløkkiliðsleiðarin, Kári Kjelnæs, hesi tíðindi og greiddi frá, at talan var um bert tann eina bilin, og at hetta var ein manningarbilur uttan sløkkiútgerð, sum verður sera lítið brúktur. Sløkkiliðsleiðarin legið dent á, at hevði talan verið um ein av stóru sløkkiliðsbilunum vit útgerð, hevði tað verið ein vanlukka. Eisini legði sløkkiliðsleiðarin áherðslu á, at eftirlitið við, at sløkkiliðsbilarnir hjá Klaksvíkar sløkkiliði virka, sum teir skulu, er sera gott.
Undirmetir vandan
Men sambært varasløkkiliðsleiðaranum, Esmar Klakstein, eru útsøgnirnar hjá Kára Kjelnæs ikki í tráð við tað, sum í veruleikanum hendi sunnukvøldið.
Esmar greiðir frá, at tá teir eftir eldsfráboðanina sunnukvøldið skuldu avstað við bilunum, startaðu hvørki manningarbilurin ella annar av teimum stóru sløkkiliðsbilunum. Hetta váttar ein annar av søkkiliðsmonnunum eisini. Stóri bilurin hevur alla sløkkiútgerð, 2 tons av vatni og roykkavaraútgerð.
- Tann bilurin hevur eisini alla ta útgerð, sum verður brúkt at skera fastkleimd fólk leys við. So tað var gott, at tað bert var eldur í hetta kvøldið. Tað vísti seg tíbetur ikki at hava so stóran týdning sunnukvøldið, men tað er ræðandi at hugsa tankan, um tað veruliga varð brúk fyri øðrum av teimum báðum bilunum, sum ikki startaðu, sigur Esmar Klakstein, og leggur afturat, at tað tykist sera løgið, tá sløkkiliðsleiðarin soleiðis undirmetir vandan, sum kundi staðist av at bilarnir ikki startaðu.
- Tá ein eldsfráboðan kemur, er mannagongdin altíð, at vit rykkja út við øllum og eru fyrireikaðir uppá tað ringasta. Tey krøvini livdu bilarnir ikki upp til sunnukvøldið, sigur Esmar.
Sambært Esmar er tað heldur ikki rætt, tá sløkkiliðsleiðarin í greinini førir fram, at manningarbilinum, sum ikki startaði, verður sera lítið brúktur. Hetta er bilurin, froskmenn vanliga brúka, og er hann útgjørdur við allari froskmannaútgerð. So seint sum í summar varð bilurin brúktur til ein bráfeingis tilburð, har ein maður var dottin niður ímillum ein bát og keiina. Í slíkum førum telur hvørt sekund, men júst hesin tilburðurin spældi tíbetur væl av, sigur Esmar.
Onki skipað eftirlit
Eisini ivast Esmar í, hvat sløkkiliðsleiðarin meinar við, tá hann í greinini sigur, at sløkkiliðsbilarnir verða royndir við jøvnum millumbilum.
- Hendingin sunnukvøldið prógvar í øllum førum, at tað ikki er nóg ofta. Tað er heldur ikki nokk bara at starta bilarnar og koyra ein túr við teimum. Øll útgerðin skal eisini eftirkannast, men sum er, hendir tað ikki í nóg stóran mun. Klaksvíkar sløkkilið hevur stutt sagt onki skipað eftirlit við hvørki útgerð ella bilum, sigur Esmar. Hann vísir samstundis, at til stórar eldsbrunar er tað alt avgerðandi at fáa nógva útgerð á staðið so skjótt, sum til ber.
- Samanumtikið er okkara tilbúgving tískil ikki nóg álítandi í bráfeingis tilburðum, sum er, staðfestir varasløkkiliðsleiðarin, Esmar Klakstein.
Blaðið vildi fegin havt eina viðmerking frá Kára Kjelnæs, sløkkiliðsleiðara, men hann ynskti at bíða við at úttala seg um málið.