Fyri einari lítlari løtu síðani varð ein grind funnin á Oyndarfirði. Talan er um eina lítla grind, og ein bátur er hjá henni beint nú, og fleiri eru á veg. - Tá fleiri bátar koma til hana, verður støða
Fyri løtu síðani komu boð um, at ein grind er sæð í Svínoyarfirði. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn váttar, at vælmannað løgreglulið eru á veg norður. Sum skilst er sjóverjan eisini á veg norðureftir [...] grindin kann haldast til uttan uppíblandan frá Sea Shepherd. Sum skilst er talan ikki um nakra stóra grind, ein lítlan bólk, men enn er ikki eydnast okkum at vátta tað.
í Norðoyggjum hevur boðað frá, at ein grind er funnin úr Eysturhøvda á Svínoynni. Sýslumaðurin í Norðoyggjum, Karl Johansen, váttar, at bátar liggja hjá eini grind við Svínoyarvík. Fleiri bátar eru á veg
Porkeri, Vág og Sumba. Tey, sum búgva í hesum kommununum hava fingið grind eina ferð í ár, men hinar kommunurnar í oynni hava fingið grind tvær ferðir. Seðlarnir koma út nú klokkan átta, og tað er á Drelnesi
sum er ímóti, at føroyingar drepa grind, sum í nátt hevur málað Lítlu Havfrúnna reyða. Frammanfyri stendur skrivað við reyðum, at danir verja føroyingar, sum drepa grind. Løgreglan veit enn ikki nakað um
Ein grind verður í hesi løtu rikin inn á Hvalba. Ein trolari fann grindina eystan fyri Suðuroynna og boðaði frá. Fleiri bátar fóru til grindina, sum verður rikin inn á Hvalba. Úr Hvalba frætta vit, at [...] at raksturin gongur væl, og at talan er um eina hampuliga stóra grind. Bæði bátar og vatnskutarar eru hjá grindini, sum gongur sútt og støðugt inn móti landi, sigur heimildarmaður okkara í Hvalba.
Leygardagin vórðu tvær grindir funnar, men báðar sluppu. Tíðliga leygarmorgunin varð ein grind funnin norður úr Ennibergi. Grindin var ring at fáast við. Bátar royndu í tólv tímar at fáa rakstur úr hana [...] mistu teir hana nakað vestur úr Mýlingi, og grindin varð ikki sædd aftur. Ein tíma seinni varð ein grind sædd í Kalsoyrarfirði. Bátar fóru avstað, men grindin kavaði og slapp.
veður og rák, táið grind skal haldast til, og um tað, at ynski ofta er um at merkja livandi hval, táið grind verður hildin til. Vísandi til kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval § [...] sum sýslumaðurin hevði sent luttakarunum frammanundan. Tosað varð um, hvør ið skal hava boð, táið grind er funnin. Grindaformenn, metingarmenn, skaðasýnismenn og Runavíkar havn. Tað er soleiðis, at allur [...] fingið myndugleikaprógv sambært § 6 í somu kunngerð. Vísandi til kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval § 2, stk. 1 og stk. 3, hevur sýslumaðurin fyri Eysturoyar sýslu uppnevnt hesar persónar:
at seta í verk, er, at frá 1. mai 2015 sleppa eingir grindamenn í grind, uttan at teir hava verið á skeið og fingið prógv í at drepa grind. Tað eru syslumenninir, sum skulu skipa fyri skeiðunum og eftir [...] hava einki ímóti, at tað verður eitt krav, at hereftir skulu allir grindamenn á skeið í at drepa grind. Tað sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum. Grindamannafelagið hevur hevur havt [...] teir hava verið á skeið. Samstundis skulu sýslumaður og grindamenn kunna krevja, at menn, sum fara í grind, skulu vísa prógvið fram, áðrenn teir sleppa í drápið. Á skeiðnum skulu grindamenn fáa kunning og
tveir vandar, sum teir vístu á við at eta grind. Annar er, at dálkingarevni í grindini tykist at økja um vandan fyri at fáa Parkinsonsjúku hjá teimum, sum eta grind ofta. Hin er vandin fyri, at blóðtrýstið [...] kyksilvuri í kroppinum. Illgruni um at nøringarevnini minka orsakað av dálkingarevnum í grind og spiki verður eisini kannaður. At hetta er eitt ógvuliga kontroversielt mál prógvaðu reaktiónirnar [...] tingmonnum. Bill Justinussen helt, at vit hava ikki brúk fyri granskarum, sum siga, at vit ikki skulu eta grind. Jenis av Rana helt, at kanningin ikki stendur mát vísindaliga - og at talan vara bara um tveir