Ein grind, sum er merkt, er friðað, og hetta virða grindamenn. Verður ein friðað grind dripin, er tað lógarbrot.
Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Føroya Náttúrugripasavni.
Týsdagin bjóðaði sýslumaðurin í Suðuroynni Náttúrugripasavninum eina lítla grind, og náttúrugripasavnið tók av.
Seks hvalir fingu sendarar settar á seg.
Men mikudagin varð sama grind aftur at síggja, og tá var hon í Nólsoyarfirði.
Grindaboðini vóru avblást í somu løtu, sum grindamenn komu eftir, at merktir hvalir vóru í bólkinum.
Gjáramorgunin lógu somu hvalir og spældu sær út fyri Oyri í Sundalagnum.
Bjarni Mikkelsen sigur, at hann sjálvur annar á Náttúrugripasavninum fór í Sundalagið.
Við sær høvdu teir ein móttakara, sum tók ímóti signalum frá hvalunum, sum merktir vóru í Vági týsdagin.
Makkarin hjá Bjarna Mikkelsen setti seg síðan í ein gummibát og royndi at reka hvalirnar suður gjøgnum Sundalagið, men tað var ikki sum at siga tað, tí fleiri ferðir kavaðu hvalirnir og komu upp aftur norðan fyri gummibátin.
- Tað besta hevði verið, um vit kundu fingið hvalirnar at farið út á opið hav aftur, so vit kundu fylgja við, hvussu teir ferðast, sigur Bjarni Mikkelsen.
Teir hoyrast
Tríggir hvalir fingu sett sendara á seg uttaná hvøljuni, og signalini frá hesum hvalunum hoyrist væl. Signalini frá hinum trimum hvalunum hoyrast verri, men Bjarni Mikkelsen vónar, at teir fara at kunna geva ljóð frá sær.
Hann ætlar, soleiðis sum tey áður hava gjørt áður, at leggja kort á heimasíðuna hjá Føroya Náttúrugripasavnið, so onnur fólk eisini kunnu síggja, hvar merktu hvalirnir eru.