Døglingur og nísa skulu strikast í grindalógini

Tey verða ikki veidd sum grind og springarar og tí hoyra tey ikki heima í grindalógini, sigur Høgni Hoydal

Døglingur skal ikki longur verða umfataður at grindalógini - eins nísa heldur ikki verður tað

Døglingur og nísa skulu ikki verða umfatað av nýggju grindalógini. Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindaveiðimálum.

Í næstum fer hann at leggja grindalógina fyri Løgtingið við tí endamálið at fáa Løgtingið at gera nakrar broytingar í henni.

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, er ein broyting tann, at revsingin fyri at síggja eina grind, uttan at boðað frá, verður avtikin. Revsingin hevur annars verið ein bót á 25.000 krónur, og vandin fyri at fáa bót, hevur fingið nógv ferðafólk at ræðast at koma til Føroya.

Les eisini: Nú ska grindalógin enn einaferð broytast

Men ætlanin er eisini av avmarkað, hvørji hvalasløg eru umfatað av grindalógini.

Sum er, umfatar lógin eisini fdøgling og nísu, men tey bæði hvalasløgini skulu nú takast úr lógini

Høgni Hoydal sigur, at tað gamla var, at reglurnar um grind og grindadráp fevndi um grindahval, skjórutan springara, kjafthvítan springara og hvessing.

Hinvegin hevur veiða av nísu og tøka av døglingi, verið øðrvísi skipað, men tá ið grindalógin varð gjørd í fjør, fevndi hon eisini um døgling og nísu

- Døglingur er friðaður eftir lógini og bara døglingur, sum svimur seg inn á firðir og ger landgongd, kann verða avlívaður.

Harafturat er nísa eitt hvalaslag, ið ikki verður ikki hildin til sum grind og springarar, men veiðimenn hava havt loyvi at skjóta nísu.

- Tí eiga reglurnar um grind og grindadráp ikki at vera galdandi fyri nísu og døgling, og tí skulu teir úr lógini. Men samstundis verður loyvt at skjóta nísu sigur Høgni Hoydal. 